Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-19, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. september 2011síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108 Sosialurin Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarligur myndugleiki, sum vísur til Innlendsmálaráðið. Dátueftirlitið er skipað við skrivstovu, sum tekur sær av dagligu uppgávunum á økinum og Dáturáði, sum tekur avgerð í prinsipiellum málum og málum av stórum almennum týdningi. Á Dátueftirlitinum starvast 3 fólk og Dáturáðið er mannað við 3 limum. Dátueftirlitið søkir eftir løgfrøðingi Uppgávur Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna um málsviðgerð, ráðgeving, ummæli av lóggávu, eftirlits arbeiðið, fyrireiking av málum at leggja fyri Dáturáðið og luttøku í norðurlendskum samstarvi á økinum. Nógv samskifti er við almennar myndugleikar, privatar fyritøkur og borgarar, og ein partur av starvinum fevnir um at arbeiða sjálvstøðugt við verkætlanum í samband við tiltøk o.a. sum Dátueftirlitið skipar fyri. Talan er um fakliga mennandi og fjølbroytt starv, sum tú sjálv/ur er við til at skapa og har góðir møguleikar eru fyri eftirútbúgving. Faklig førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiligt embætisprógv. Lesandi, sum vænta at verða liðug í næstum, kunnu eisini søkja. Persónlig førleikakrøv og royndir Vit vænta at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst, hevur góð samstarvsevni, teldukunnleika og dugir væl at orða teg á føroyskum máli. Løn og setanartreytir Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF. Umsóknir Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 23. september 2011 og sendast til: Dátueftirlitið Postboks 300 FO-110 Tórshavn Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Ingunn Eiriksdóttir, stjóra, tlf. 309102. Starvið verður sett sambært avtalu. ANNIJANNI 321100 T V Ø R O Y R A R K O M M U N A