Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-19, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. september 2011síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108 34 Sosialurin Hvalba: Tað fara at ganga nakrar vikur aftrat, til teir hjá landsverki eru lidnir við arbeiðið at tryggja tunnilin til Hvalbiar. Hetta kom fram á einum fundi sum umboð fyri Hvalbiar kommunu herfyri høvdu við landsverk, nú fólkið í bygdunum norðanfyri høvdu fleiri spurningar at seta fram. Á fundinum greiddi Sigurd Lamhauge frá landsverki frá arbeiðinum sum í løtuni verður gjørt í tunlinum. Fyrr í ár varð arbeitt í norðara enda av tunlinum við at sláa niður leyst grót, sum kann vera í tunlinum. Landsverk gjørdi haraftrat klárt til at seta bóltar í bergið, fyri at tryggja seg ímóti at grót dettur niður. Eftir hetta verður eitt 5 cm tjúkt lag av betong setast uppundir í ávísum støðum. Hetta er fyri at tryggja, at smágrót ikki dettur niður. Hetta arbeiðið verður mett at vera liðugt beint undan heyst­ frítíðini hjá skúlunum, tað vil siga umleið 7. oktober. snorri@sosialurin.fo Eiði: Enn einaferð verður skipað fyri EB-degi. Tað verður nú leyg­ ardagin, 27. august. Á Eiði verður byrjað við ítrótt­argudstænastu klokkan 11, og síðan eru ymsar kappingar, um­framt nógv ymiskt undirhald í skúla­garðinum í bygdini fyri børn og familjur teirra. Klokkan 15 er Vodafone- dystur við Margáir, har EB- Streymur og 07 Vestur hittast. Um kvøldið er hondbólts­ dyst­ur millum KÍF og Kyndil í Atlantic Airways kappingini, sangur og mótsýning klokkan 20 og Syngið Við-tiltak í Durhúsi klokkan 23, har Jústinus Eides­ gaard heldur røðu. Nakað eftir at hetta tiltakið er liðugt - um midnáttarleitið - verður dansur í EB-húsinum við bólkinum Brim. snorri@sosialurin.fo Tær eru undir útbúgving sum Gestalt-psykoterapeutar, og eru í ferð við seinasta partin av út­ búgvingini. – Tað er ringt at missa ein kæran og hjá mongum kennist tað sum um verðin fer í sorl og steðgar upp. Tilveran kann gerast meiningsleys, og hóast tíðin gongur og tað aftur verður gerandisdagur, kann tað kennast tómt og einsligt. Tað kann vera trupult hjá øðrum at skilja støð­ una og tungt at bera sorgina einsamallur, siga tær báðar í samrøðu við Sandportalin.  Ætlanin hjá teimum báðum, er at skapa rúm hjá fólki í sorg, við at møta øðrum í somu støðu og byrja eina mennandi og uppbyggjandi tilgongd.  – Vit vita, og hava royndir í okk­ ara arbeiðslívi við fólki at inni­ byrgdar kenslur, kunnu hava stór árin á kroppin og kann vísa seg sum t.d. svøvnloysi, ovurviðkvæmi og hjartapína. Sorg kann eisini hava ymisk sálarlig árin, so sum tunglyndi og angist, siga Sigbritt og Ida. Ætlanin er somuleiðis at hava tiltakið aðrastaðni í landinum, um fólk eru áhugað fyri tí. Á Sandoynni verður byrjað hósdagin í komandi viku. snorri@sosialurin.fo Hart at missa eina kæran Tunnilin skal gerast tryggari sandur Nú fáa sandoyingar eisini møguleika at verða við í einum sjálvhjálparbólki fyri tey, ið hava mist ein av sínum kæru. Tað eru tær báðar Ida Lón og Sigbritt við Neyst Hansen, sum koma at leiða bólkarnar. – At bera sorg í einsemi, kann geva sálarligt árin, siga Ida Lón og Sigbritt við Neyst Hansen, sum fara at skipa skeiði á Sandoynni SÁLARLIG ÁRIN Nógv rørsla hjá børnum Sangløta við fjølbroyttari luttøku Strendur: Hósdagin byrjar eitt serligt tiltakið - ein rørslutími - fyri børn, ið eru fødd 2008 – 2009. Tiltakið er í fimleikarhøllini í Stranda skúla. Á hesi løtuni er ætlanin at børnini skulu nema við rútmu, reiðskap  og sangspøl, við tí í hyggju at stimbra rørslu og sansir, eins og barnið mennir málið ígjøgnum hesi sangspølini. Sagt verður, at rútma merkir smáar samansetingar av rørslum har tónleikur ella annað verður brúkt til at gera í takt við; reiðskapur er t.d. bólta rút, ganga á bjálkum, og sangspølini stimbra rørslu og menna eisini málið hjá barninum.  Tiltakið byrjar hósdagin klokkan 17:30 og endar ein tíma seinni. Skálavík: Leygarkvøldið var sangløta í missiónshúsinum í Skálavík. Tað vóru tey bæði, Sólrun Christiansen úr Skálavík og Klæmint Sólsker av Sandi sum skipaðu fyri hesi sangløtuni fyri teir sangglaðu sandoyingarnar. Á sangløtuni luttóku fleiri kór og einstaklingar, allan vegin úr Suðuroynni, úr høvuðsstaðnum, umframt tær meiri lokalu sangkreftirnar, so sum Manskórið í Sandoynni, Oasubrøðurnir,  Fríðbjørg Jensen & Fríðgerð Kjærbo. Aftaná sangløtuna var ein góður drekkamunnur at fáa í missiónshúsinum. Um 100 fólk vóru á sangløtuni. Tað skal verða tryggari hjá hvalbingum at koyra gjøgnum tunnilin til og frá heimbygdini Nógv ymiskt er á skránni, tá EB-dagur aftur verða á Eiði tiltak Tað er ringt at missa ein kæran og hjá mongum kennist tað sum um verðin fer í sorl Ítróttur og undirhald á EB-degi