mánadagur 19. september 2011síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108
Sosialurin
Fuglafjørður: 1. september tók
Ragnhard Petersen úr Fuglafirði
við sum KFS-skrivari. Hetta er eitt
hálvtíðar starv.
– Arbeiðið hjá KFS-skrivaranum
er at stuðla teimum, sum hava
andaktir
á
ymsu
skúlunum,
skipa fyri vitjanini hjá danska
KFS-skrivaranum, sum vitjar her
á hvørjum ári. Eisini skal hann
skipa fyri árligu KFS-leguni, sigur
Ragnhard Petersen.
Ingmar Berg Mikkelsen var
tann seinasti KFS-skrivarin, men
í eina tíð hevur eingin verið.
Ragnhard var eisini KFS-skriv
ari frá 2004 til 2007.
KFS er ein stytting fyri Kristi
ligt felag fyri skúlaungdóm og
studentar. Felagsskapurin hevur
virkað í Føroyum síðan várið 1973.
Hóast arbeiðið er kirkjuligt, hava
fólk úr øðrum samkomum verið
vælkomin at taka lut á teimum
tiltøkum, sum KFS skipar fyri.
snorri@sosialurin.fo
Snorri Brend
– Øll kenna kinesiska múrin. Berlin
múrurin er eisini vælkendur, hóast
hann ikki stendur uppi longur. Men
tað eru ikki eins nógv ið kenna
Stóragarð, skrivar Eyðun Eliasen á
bloggi sínum.
Stórigarður kann sjálvandi ikki
sammetast við hinar báðar í stødd
og vavi. Men talan er kortini um eitt
sera hugtakandi verk:
– Sum sjálvstøðugt fysiskt skap,
hóast hann í støðum er partur av
aðrari nýggjari bygging. Ein gamal
hondlaðaður grótgarður í býnum.
Hann er úr tilfari og litum sum eru
mótsetningar til modernað byggi
tilfar í einum býi ídag.
Harumframt er hann ein søgu
ligur boðberi um, hvussu nógv
Havnin er vaksin. Fram til 1863
var Stórigarður nevniliga markið
millum býin og bøin.
Ein leivd
Eyðun Eliasen vísir á, at Stórigarður
er meiri at kalla eitt eiti í dag.
– Hann er ikki longur serliga
sjónligur sum ein samanhangangdi
gyrðing millum bý og bø, eins og
hann einaferð var, vísir hann á.
– Navnið ber brá av, at hann í
síni tíð var ein stórur garður. Tað
kann mann ikki júst siga at hann
er ídag.
Tað eru eisini onnur viðurskifti,
ið gera Stóragarð so áhugaverdan.
– Nógvir býir hava sjónligar
leivdir frá eldri tíðum, sum verða
tiknar fram og gjørdar til nak
að sum ger býin ríkari uppá upp
livingar.
–
Stórigarður
hevur
hesar
møguleikar í sær, og kundi komið
aftur til tign, vísir altso Eyðun
Eliasen.
Bloggurin hansara fekk ikki
loyvi til at standa leingi ósvaraður.
Tað vóru beinanvegin teir, ið hildu
nógv um hugskot hansara.
Spurningurin er so, hvat býráðið
kann, ella ætlar at gera í hesum
sambandi.
snorri@sosialurin.fo
Stórigarður aftur
til heiður og æru
Aftur í sama starvið
Nógvir býir hava sjónligar leivdir frá eldri
tíðum, sum verða tiknar fram og gjørdar til
nakað sum ger býin ríkari uppá upplivingar
Tað verður
ringt at finna
nakað tiltak, ið
er meira lívs
játtandi enn
»Føroya Kulasti
Rørsludagur«
Gunvá við Keldu, borgarstjóri
í Klaksvík
tórshavn – Stórigarður er ein søguligur boðberi um,
hvussu nógv Havnin er vaksin. Tí átti hann at komið
aftur til tign, sigur arkitekturin, Eyðun Eliasen.
Stórigarður var í síni tíð mark millum bøin og býin. Í dag er hann ein leivd frá
eini farnari tíð. Men kanska fer hann at koma aftur til tign sína
Mynd: Eyðun Eliasen, arkitektur
Ragnard Petersen úr Fuglafirði hevur verið KFS-
skrivari áður, og er nú vorðin tað aftur
Nýggj Magn-støð
Ein orsøk til tarnaða ferðslu
Saltangará: Fólk í Runavík og á eystara armi á
Skálafjørðinum kunnu nú so smátt byrja at gleða
seg til eina nýggja bensinstøð. Í hesum døgum
verður arbeitt við at byggja eina nýggja bensinstøð
á Høgabóli. Ein umsókn um hesa byggingina var
samtykt av Runavíkar býráði í summar, eftir eina
umsókn ið var dagfest 7. februar í ár umvegis Ai2-
Arkitekt&Ingeniør í Kolding.
Hvalba: Í longri tíð hava teir hjá landsverki arbeitt við at
tryggja Hvalbiar-tunnilin. Hetta hevur merkt, at møguleikan
hjá hvalbingum og sandvíkingum at sleppa upp á Tvøroyri
hevur verið avmarkaður á kvøldartíð. Fólk hava víst á, at tað
er harmiligt at tunnilin longu stongir klokkan 21. Men sambært
Landsverki kann hetta illa verða øðrvísi, um teir skulu kunna
fáa nakað burturúr. Tá liðugt er at tryggja tunnilin um slakar
tríggjar vikur, er ætlanin at asfaltera norðara enda í tunlinum,
har vegbreytin er sera vánalig.
Sumbiar kommuna
hevur fund aftur í
næstu viku. Hesin
fundurin verður
týsdagin 27. sept.
klokkan 18.
tign