Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juni 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 15. juni 2000 15 FR Ó ‹ I LØKSÁGAR‹ Føroyingar bera or› fyri at vera svakliga áhuga›ir í fótbólti, hetta sást best hvørt vikuskifti í summarhálvuni, tá li›ini í fyrstu deild dystast. Tá fer ma›ur av húsi til fótbóltsdyst, og ikki er óvanligt at fylgt ver›ur vi› yndisfelagnum til útidyst- irnar eisini. Fyri tey meinast raktu, er føroyskur fótbóltur ikki nokk. Umframt at fara til landskappingardystirnar og landsdystirir her heima, og enntá eisini onkran av dystunum føroyska landsli›i› spælir uttanlands, so hendur ta› seg at nøkur av hesum fólkunum, eisini fara út at fer›ast, fyri at síggja okkurt av teimum stóru Evropeisku li›unum leika. Í Hesum døgum eru Holland og Belgia vertir fyri endapælinum í EM kappinini í fótbólti. Sekstan lond hava tryggja› sær atgongd til endaspæli›, sum í løtini er uppá ta› hægsta. Næstu vikurnar hava tey fótbóltsáhuga›u nógva at gle›a seg til. Ein av fótbóltsgla›u føroyingunum er Sámal Mikkelsen. Hann gongur í løtuni til endaliga próvtøku á handilsskúlanum á Kambsdali, har hann um nakrar dagar fær H.H. prógvi› handa›. Sámal hevur í nógv ár havt sera stóran áhuga fyri fótbólti, og umframt at hava fylgt væl vi› í tí heimligu kappingini, so hevur hann eisini havt eitt vaki› eyga vi› ensku Premier League, har serliga Manchester United hevur hansara á- huga. Sámal fer so skjótt próvtøkan er fingin frá hondum til Hollands at hyggja eftir fótbólti. Hetta er ikki fyrsti túrurin hjá Sámal uttanlands at hyggja eftir fótbólti. -Eg var saman vi› nøkrum vinmonnum til heimsmeistarkappingina í Frak- landi í 1998, og ta› var eitt ótrúligt upplivilsi. Tá var meiningin at eg og Stefan (vinma›ur hjá Sámal, sum skal vi› til Hollands - bla›m.) skuldu fara, men ta› bleiv av ongum, og í sta›in blivu ta› a›rir, sum eg fór í fer›alag vi›. - Nú, tá EM stó› fyri durum, tosa›u vit saman aftur, og avgjørdu at venda okkum til F.S.F. fyri at vita um teir høvdu nøkur atgongumerkji at selja okkum. Vit vera bá›ir lidnir vi› skúlan nú, so vit hildu ta› vera ein passandi enda á skúlaárinum. F.S.F. hev›i tey ney›ugu atgongumerkini, og fríggjadagin tann 23. Juni seta Sámal og Stefan seg í flúgvaran, sum skal føra teir ni›ur til Danmarkar, á›renn flogi› ver›ur ví›ari til Holland, har b‡irnir, Rotterdam og Amsterdam, ver›a karmur um teir tríggjar dystirnar teir hava ogna› sær atgongumerki til. Talan er um eina fjór›ingsfinalu, a›ra semifinaluna og sjálva finaluna. -Vit høvdu teir somu dystirnar tá vit vóru í Fraklandi, so eg havi avgjørt hug at royna ta› umaftur. Ta› er eitt heilt serligt upplivilsi at vera til ein slíkan dyst. Stemningurin á stadion er ótrúligur, og má fyri einn hvønn prís upplivast. Sámal hevur ein serligan tokka til enskan fótbólt, og vónar hann tískil at síggja Ongland í finaluni, men eftir at hava sæ› dystin millum Ongland og Portugal, ljó›ar hann eitt sindur ivandi um hetta ver›ur til naka›. -Dreymafinalan hev›i veri› millum Ongland og Holland, sum mær eisini dámar at hyggja eftir. Stóri áhugin fyri Onglandi kemur nokk av at eg alla mína tí›, havi sæ› enskan fótbólt í sjónvarpinum. Skal eg vera erligur so má eg vi›ganga at Ongland í hesi kappingini ikki spælir tann besta fótbóltin. Tak bara dystin móti Portugal, har spældu portugisararnir nógv betur. Ta› er bara okkurt serligt vi› Onglandi sum eg ikki dugi at forklára. Sámal setur stórar vónir til henda túrin. Hesar vónir byggir hann á gó›u royndirnar av túrinum hann og vinmennirnir høvdu til Fraklands í 1998. -Á einum tílíkum túri møtir tú einari rúgvu av spennandi fólkum, sum øll hava ein brennandi áhuga fyri fótbólti, umframt at tú eisini sært nakrar ógloymandi dystir, sigur Sámal ví›ari. Ta› bleiv eisini til onkra skemtiliga hending á túrinum til HM . Sámal grei›ir frá at tá teir vóru í Fraklandi til finaluna í 1998, høvdu teir keypt sær franskar troyggir, og høvdu mála› seg sum hini fronsku vi›ahaldsfólkini. Uttan fyri ítrottarvøllin var ein hópur av tí›indafólkum, úr øllum heimi- num, sum gjørdu samrø›ur vi› vi›haldsfólk. -Ein journalistur frá einari japanskari sjónvarpsstø› kom yvir til okkara og spurgdi um onkur av okkum ikki dugdi eitt sindur av enskum. Vit hildu at vit kundu gera eina roynd, og tískil enda›u vit í japonskum sjónvarpi, ílætnir sum franskmenn. Eg haldi ikki at journalisturin nakrantí› fanga›i, at vit vóru rættuliga langt frá at vera franskmenn. Stendur ta› til Sámal sjálvan, so ver›ur hetta ikki seinasta pílagarímsfer›in hjá honum, sum hann nevnir hesar fótbóltsfer›irnar. -Dreymurin er eisini ein dag at kunna seta seg á Old Trafford at hyggja eftir Manchester United, men ta› liggur longur frammi í tí›ini, sigur Sámal at enda. Yngd ynskir Sámal og Stefan og annars øllum føroyingum sum leita sær til Hollands at hyggja eftir fótbólti, eina gó›a fer›. Pílagrímsfer› til Hollands Tann dagin Sámal fær H.H. prógvi› handa›, setur hann seg eisini í flúgvaran vesturi Vágum. Túrurin gongur til Hollands, har EM fótbóltur er á skránni Nr. 112 - 15. juni 2000 14 Tí›indabla›i› Sosialurin Postsmoga 76 110 Tórshavn Tlf: 311820 Fax: 314720 Teldupostur: yngd@sosialurin.fo Ábyrgdarbla›stjóri: Jan Müller Bla›stjórn: Fró›i Løkságar› Uppseting: Karis Olsen Yngd er ein partur av Sosi- alinum mikudag. Evsta- mark er á middegi fríggja- dag Sjálvt um ve›ri› er av tí fægrasta í dag, so eru ta› tó mong sum velja at halda seg innandura. Sofurnar kring landi›, eru tætt fólka›ar í hesum døgum. Holland, er saman vi› Belgien, vertur fyri EM enda- spælinum í fótbólti. Tey sum ikki tíma at hyggja eftir fótbólti, hava ikki gó›ar dagar. Næstan frá morgni til myrkus er sjónvarpi› um at spreingjast av fótbólti, allir dystirnir ver›a vístir, so ta› krevur sín mann, um tú skalt síggja alt. Á flestu skúlum og arbei›s- plássum gongur práti› av tí sama mest um fótbólt. Hví mátti ta› nú ganga so illa hjá Onglandi? ella er portugisiksi Figo besti spælarin í kappingini? ella er ta› tann norska verjan sum er tann sterkasta? Spurningarnir eru nógvir, og svar- ini eru enn fleiri. Tá ta› kemur til fótbólt hava næstan øll eina mein- ing. Hjá teimum sum slett ongan áhuga hava fyri fótbólti, er líti› at ivast í, at hetta eru rættuliga troytt- andi dagar. Fólk sum ikki hava áhuga í fótbólt, duga heldur ikki at skilja tey sum hava áhuga. Alt ver›ur ávirka› av EM enda- spælinum, ikki eingong Dagur & Vika ver›ur send til rætta tí›. Yngd er fyri ein part eisini ávirka› av øllum fótbóltininum, og fót- bóltsprátinum. Vit hava tosa› vi› ein fótbóltsáhuga›an, sum fyrsta dagin fer til Hollands at vera hjá- staddur til nakrar av seinastu dyst- unum í kappingini. Umframt at hetta er ein fótbólts- tí›, so er hetta eisini feriutí›. Flestu skúlar eru um at vera lidnir, og á arbei›splássum kring landi› eru fólk so smátt vi› at seta hol á summarfrítí›ina hjá sær. Nógv eru tey sum leita sær út um landoddarnar, og ta› er eisini rættuliga skilligt. Pástandurin um at føroyska ve›urlagi› ikki er fyri fólk, ver›ur ofta havdur á lofti, og eisini n‡ttur sum umbering fyri at tiltuska sær nakrar dagar á onkrari útlendskari sólstrond. Yngd hevur hugt eitt sindur nærri eftir hvar og hvussu fólk fer›ast, og kanska eru eisini onkur rá›ini at heinta, um tú ert í iva. Eftir er bara ynskja øllum gó›an mikudag, og ta› er hervi› gjørt. Fótbóltur, fótbóltur, fótbóltur... Vinn eina fløgu Nú gevur Yngd tær eisini møguleikan at vinna onkra av nýggjastu fløgunum, sum eru á marknaðinum. Fyri at lesararnir eisini skulu hava høvi at koma fram at, hava vit sjálvsagt rúm fyri einum brævkassa, har lesararnir fáa høvi til at siga sína hugsan um líkt og ólíkt. Hevur tú eina yrking, eitt hjartasuff um okkurt, ella ein spurning til Yngd ella okkurt heilt annað, so er bara at finna pennin ella telduna fram, og skriva til okkum. Antin til Sosialurin postboks 76, 110 Tórshavn, merk brævbjálvan „Yngd“. Ella send okk- um teldupost á yngd@sosialurin.fo Hvørja viku verður so drigið lut ímillum innkomnu brøvini, og vinnarin fær eina spildurnýggja fløgu sendandi frá 3‘aranum í SMS. Fyri at eingin skal smæðast burtur, seta vit onga treyt um at innkomið tilfar verður undirskrivað við fullum navni. Navn og bústaður eiga tó verða upplýst til Yngd, soleiðis at vit vita, hvar ein møgulig fløga skal sendast. Send inn inn og vinn Vinnarar av kappingini vóru: letur eina fløgu um vikuna til teg, sum hevur besta inn- slagi› í Yngd. Frank Poulsen, Fuglafjør›ur Annika Jacobsen, Tórshavn Mása Tróndheim, Klaksvík Alis Jacobsen, Skálabotnur He›in Klakkstein, Klaksvík Elisabeth Rubeksen, Tórshavn Robert á Lakjuni, Saltangará Bár›ur Áarstein, Tórshavn Rakul og Jóna, Tórshavn Maria Reynstind, Mi›vágur Saman vi› hvørjum bólki vann Malan Ey›unsdóttir Prix Føroyar í 1997? Svari› var: Mark No Limits