Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juni 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

F R Ó Ð I L Ø K S Á G A R Ð Bløð og luftmiðlar eru í hesum døgum um at kódna av lýsingum frá ferða- skrivstovum, sum allar kappast um at lokka okkum út í heim, til sól og summar og aðrar spennandi uppliv- ingar, sum okkara smáu oyggjar, við sínum sermerkta veðurlagi og lands- lagi, ikki megna at veita okkum. Mong eru eisini tey sum velja at taka av hesum tilboðum, stinga niður í klædnasekkin og veittra føðilandinum farvæl í styttri ella longri tíð. Ymiskt er tó hvussu hesi fólk velja at ferðast. Onkur fer við omm- uni, mammuni ella mostrini niður til Danmarkar at vitja familju. Har ganga tey og mala á Stroynum, ella í Tivoli og Zoologiska háva, og halda at lívið kann ikki blíva stórt betur. Onnur seta seg í ein flúgvara, fyltur við larmandi føroyingum, sum tær næstu tvær vikurnar skulu liva lívið, í tí sum mest er at líkna við eina føroyska ghetto niðri á onkrari sól- skinsoyggj í miðalhavinum. Har møtir tú sólskoldaðum norðbúgvum í strá- hátti og við einum piña colada í hondini, meðan bleika krovið er líka tilmerkisleggjandi sum ein ísbjørn í Afrika. Dósamatur og sigarettir Eisini eru tað tey, ið trívast best fyri seg sjálvan. Við ryggsekkinum fyltum av dósamati, økologiskum bønum, orðabókum og donskum sigarettum, og við einum einvegis ferðaseðli í hondini leita tey út í ta stóru verð. Tey fara at fjakka. Kanna ókendar mentanir, hyggja eftir neyðini í Cal- cutta, súkkla í Kina og at renna und- an pátreingjandi sølumonnum í Cairo, meðan gøtutónleikarar veita tað ótolandi undirspælið, víð ótemperer- aðum streingjaljóðførum. Alt hetta sum ein fyririeiking til at halda stór- ar og lærandi fyrilestrar um toler- ancu og bygdasligheit, tá tey eina- ferð koma heimaftur. Sjónin av einum himmalskeivum zulunekara við penisfutterali, og eini sangrødd sum ein grábjørn í brunsti, er so allmikið meiri kveikandi og ófrættarkend enn ein hálvbuttutur føroyskur arbeiðsmaður á veg til hús, ein heystargráan mikudag seinnapart. Tað er allar helst júst hetta, við øllum sum er øðrvísi, sum fær okkum at leita burtur í onnur lond. Vit lata okkum tøla av øllum tí fremmanda. Grái gerandisdagurin tekur uppá okkum øll, um vit vilja viðganga tað ella ikki, og eftir eitt heilt ár við keðiligum arbeiðsdøgum, vekjaraklokkum, ógoldnum rokning- um og vátum gummistyvlum, er sunt við einum kultursjokki at rykkja teg út úr dvala. Við eitt merkir tú at tað er longur til heimsins enda enn úr Fugl- oy til Sumbiar. Heimurin er saman- settur av kvadratkilometrum, sum ikki passa uppá display’ið á einum lummaroknara. Lívið hevur fleiri duldar síður enn sjálvt tann torfør- asta líkningin. Fyri at sanna hetta er neyðugt at fara. Neyðugt er at rykkja teltpelarnar upp og leita út í heimin. Charterferðir Sambært føroysku ferðaskrivtovu- num, so eru føroyskir ungdómar ikki bangnir fyri at ferðast. Hvørt ár hjálpa ferðaskrivstovurnar nógvum ungum fólkum avstað á teirra dreymaferð. Nógv av teimum, sum hava hug at uppliva okkurt, eftir eitt ella fleiri strævin skúlaár, velja tað einføldu loysnina, og fara ein so- nevndan chartertúr, antin beinleiðis úr Føroyum ella úr Danmark saman við donskum ferandi. Hetta eri bólkaferðir sum er fyriskipaðar í odd og egg. Tú verður flogin saman við einari rúgvu av øðrum ferðandi til títt endaliga ferðamál, har tú av guidum verður hjálptur at fáa sum mest burtur úr teimum døgunum tú hevur til taks. Serliga eru tað ferðamál sum Ibiza og Gran Canaria, Mallorca og Kos sum eru vælumtøkt millum tey ungu. Ibiza er kent fyri sítt náttarlív. Ibiza er staðið har veistlan aldrin endar, og har tey stóru discotekini, við buldrandi summartónum, aldrin steingja. Øll av teimum nevndu støðunum hava síni sereyðkenni. Onkustaðni er tað kaving í azurbláum havi sum skal lokka, og aðrastaðni eru tað fornlutir og spennandi út- ferðir sum skulu selja vøruna . Interrail og fjakkan Tey ið ikki tráa eftir einum av chart- ertúrunum hava aðrar møguleikar. Eitt nú bjóðar DSB sonevndar Inter- rail ferðir. Hetta eru bíligar ferðir millum lond í Europa við toki. Við galdandi skipan hevur tann ferðandi møguleika at vitja heili 29 lond innan fyri karmarnar av Interrail sam- starvinum. Hesin ferðaháttur er bí- ligur, og nógv nýttur. Tann ferðandi avgerð sjálvur hvussu langt hann vil fara. Tá ið farið verður úr Danmark keypur tú tær kort til eitt ávíst tal av umráðum (zoner). Tú kanst keypa kort til eitt, tvey, trý ella øll átta umráðini, alt eftir hvat tú hevur hug til at síggja. Tey flestu velja tó at avmarka seg til tvey ella trý umráðir, og fáa á henda hátt møguleika at síggja eitt sindur av hvørjum landi. Interrail ferðakortini eru bara galdandi í ein mánað, so umráðandi er ikki at gera ov nógv av um tú skalt hava stundir at uppliva nakað. Hesin ferðaháttur er ikki marg- lætiskendur, og mangan noyðist tann ferðandi at finna seg í yvirnátta í umstøðum, sum langt frá eru av teim- um bestu. Sambært føroyskum ferða- skrivstovum so eru tað tó ikki mong sum velja interrail, fleiri taka chart- erferðirnar. Tey, ið fara á eina longri ferð, velja tey flestu at fara at fjakka. Hesar ferðir kunnu ferðaskrivstovur- nar ikki siga so nógv um. Tað er nevniliga tann ferðandi sjálvur, ið avgerð hvar og hvussu hann ferðast. Tey flestu keypa sær bara ein ferða- seðil úr Føroyum til Danmarkar, og so verður farið víðari hagani við flog- fari, skipi, toki, ella bili. Fólk, sum hava gjørt eina slíka fjakkaraferð lata alloftast rættuliga væl at, og tey flestu vilja sleppa avstað aftur. Steðgurin heima verður ofta bara brúktur til at vinna sær nakrar krón- ur, fyri at sleppa avstað aftur. So tað er alt sum bendir á at tú verður bæði bitin og bundin av at fjakka, so tað er kanska rættast at lata vera um tú ikki hevur fleiri ár at seta av til hetta endamál. Líka mikið hvar tú fert, og hvønn ferðahátt tú velur, so er tað bara tú sjálvur, sum avgerð hvussu ferðin skal hepnast. Tað ræður um at duga at fáa sum mest burturúr, og at møta teimum avbjóðingum tú møtir við opnum sinni. Upplivngarnar koma ikki eftir tær, tú mást sjálvur út at finna tær — Góða ferð! Flúgv, sigl, koyr - ella droym Summarið stendur fyri durum. Flestu skúlar eru um at vera lidnir, og mong eru tey sum ætla sær út at ferðast. Hvar og hvussu ferðast ung fólk í dag?