Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. september 2011 · Nr. 109 4 Sosialurin í meldrinum – Politikarar liva mangan eina varda tilveru og tá kann henda, at ein missur fótafestið. Men um so er, vóni eg, at eg havi fingið tað aftur eftir alt tað, sum er hent seinastu tíðina og tað er við eyðmýkt at eg taki politiska arbeiðið upp aftur, sigur Kári á Rógvi Nær skal løgtingsval vera? Best hevði verið at havt tað nú í september, tí so fær ein nýggj samgonga høvi at gera fíggjarlógina fyri næsta ár. Men tað letur seg ikki gera og tí má tað verða sum skjótast. Annars verður tað hendan samgongan, sum skal smíða næstu fíggjarlógina og tá er stórur vandi fyri, at alt fer á glið í valagni og útgjaring. Hvat dámar tær okkara nýggju fólkatingsmenn? Teir báðar havi eg onga avgjørda meining um, men eg ynski teimum bestu eydnu í starvinum. Men eg eri ómetaliga fegin um, at báðir hava gjørt av at verða fólkatingslimir burturav so at teir røkja hetta starvið til fulnar. Tað havi eg talað fyri í fleiri ár og nú er tað veruleiki. Hvat er tekst tú við í frítíðina? Mítt allarfremsta frítíðarítriv er alt, sum hevur við seyð og jørð at gera. Tá ið eg fari á trøðina er tað sum at sleppa í himmiríkis forgarð. Nú fara vit at fletta av leigutrøðini hjá verfaðir í Havnardali so síðani fara til til Sumbiar at fletta, har verfaðir eigur eina trøð saman við brøðrunum. Og so enda vit í Vestmanna, har vit eisini hava jørð. Tað er ein so stórur og ríkur partur í mínum lívi, at alt mítt arbeiðsár er innrættað eftir nær lembingin er, nær vit hoyggja og nær vit fletta og so framvegis. Men so dámar mær eisini serstakliga væl at skjóta harur. 3 skjótir