Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 21. september 2011 · Nr. 109 Sosialurin Eg dugi ikki at vera falskur – Tað liggur ikki til mín at vera falskur. Tey, sum velja meg, fáa meg akkurát, sum eg eri. Eg má melda pass, tá ið politikkur verður gjørdur til undirhald, har politikarin verður meiri áhugaverdur enn sjálvur politikkurin, sigur Kári á Rógvi, høvuðsleikari í føroyskum politikki seinastu vikurnar Kári á Rógvi: Áki Bertholdsen Myndir: Finnur Justinussen – Eg skal við gleði leggja frá mær, sum løgtingsmaður og sum formaður í Sjálvstýrisflokkinum. Hetta sigur Kári á Rógvi, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, nú ringastu brotasjógvarnir hava lagt seg eftir fólkatingsvalið, har flokkurin fekk eitt sera vánaligt val. Aðrastaðni her á síðunum heldur hann, at vit ikki skulu leggja so stóran týdning í úrslitið, tí fólkatingsval og løgtingsval eru heilt hvør sítt. – Nógvir av okkara velj­ar­um beinleiðis boykotta fólka­tings­ valið, tí teir halda, at vit hava onki at gera har. Men ein orsøk til at vit gera tað, er, at stilla vit ikki upp, fáa okkara politisku mót­ støðufólk fría mikrofon at føra valstríð, uttan at vit fáa høvi at svara aftur, sigur hann. – Ein veljarakanning beint upp undir fólkatingsvalið, vísti, at vit fingu 6% av atkvøðunum og tað er eitt tekin um, hvussu lítið, fólkatingsvalið sigur nógvum av okkara veljarum. – Tað er ólukkan hjá okkum, men eg haldi, at tað er ein høvuðs­ orsøk til, at valið var so vánaligt. Víst í verki Hinvegin skerst heldur ikki burtur, at tað hevur eisini verið ógv­uliga ófriðarligt innanborða í Sjálvstýrisflokkinum seinastu tíðina. Heldur Kári á Rógvi ikki, at ósemjurnar innanfloks hava ávirkað valið tann keðiliga vegin? – Tað hevur eyðvitað ikki verið nakar fyrimunur, staðfestir hann turrisliga. Hinvegin heldur hann eisini, at hann hevur ikki gjørt annað enn at halda seg til tað, sum fundurin hevur samtykt. – Tað er serliga í fiski­vinnu­ politikkinum, at tað hevur verið ósemja, men har havi eg hildið meg til tað, flokkurin hevur sam­ tykt. Vit eru í teirri óukkuligu støðu, at vit taka toskin ov tíðliga. Eg spurdi flokkin, hvussu vit skuldu fyrihalda okkum, og har gjørdi flokkurin eina samtykt, sum eg fylgdi. – Hetta hava eisini summi av teimum verið við til at samtykkja, sum síðani hava funnist at mær alment. Men eisini tey mugu taka ábyrgd av tí politikki, tey hava valt. Eg havi bara roynt at vísa hann í verki, sigur Kári á Rógvi. – Tað er burtur úr vón og viti, tá ið summi fáa hetta til, at vit eru ímóti útróðrarmonnunum. Eg veit ikki, hvussu nakar kann vera ímóti útróðrarmonnum. Tað er ikki tað, hetta snýr seg um. Hetta snýr seg um at vit drýggja okkum toskin, til vit fáa meiri burtur úr honum. Helst ikki Kári Kári á Rógvi gjørt av at siga seg frá sum formaður í Sjálv­stýris­ flokkinum. Men tað var ikki ein ring avgerð hjá honum at taka. – Eg havi ongantíð havt nak­ að brennandi ynski um at verða floks­formaður. Eg læt meg yvir­ talað í fjør, tá ið heitt varð á meg um at stilla upp. Tá tók Kári P. Højgaard seg aftur, og tí varð Kári á Rógvi vald­ ur til formann. – Men tað er við stórum lætta, at eg nú leggi frá mær aftur, sigur Kári á Rógvi Tað merkir, at á landsfundinum í Sjálvstýrisflokkinum 25. oktober, skal nýggjur formaður velj­ast. Skipanin í flokkinum er, at for­ maðurin skal vera ting­lim­ur ella landsstýrismaður. Tað merkir, at ein­asti møguleiki er at velja Kára P. Højgaard aftur til formann. Men Kári á Rógvi heldur ikki, at tað er tað rætta – Eg haldi, at tann næsti for­ maðurin skal ikki eita Kári, tí vit hava báðir verið við í tí ósemju, sum hevur verið í flokkinum. Tí vildi eg mælt til, at vit sum skjót­ ast fáa eitt óskrivað blað at taka við leiðslu floksins. Sostatt vil Kári á Rógi, at flokk­ urin fær ein formann, sum ikki hevur verið partur í nøkrum stríði, tí tað heldur hann, er besti mátin at fingið frið aftur í flokkin. Hann heldur, at Kristianna Winther Poulsen í Havn og Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna, eru tvey góð boð, men tað eru eis­ ini onnur. – Á einum løgtingsvali kann veljarin so geva okkum eitt tekin um, hvønn hann vil hava til floks­ formann. Men tað letur seg bara gera um so er, at løgtingsval verður fyri 25. oktober og at annað av teimum verða vald. Hin møguleikin er, at reglugerðin fyri flokkin verður broytt, so at tað ikki er neyðugt at formaðurin eisini umboðar flokk­in á tingi. Men Kári á Rógvi heldur, at tað verður strævið hjá einum floks­formanni, sum ikki eisini er í løgtingið ella í landsstýrið, at svara politiskum spurningum. – Tað hevði verið ein stór byrða at lagt á nakran, men bjóðar nakar seg fram at bera hana, skal eg ikki leggja teimum eitt holmstráð í vegin, sigur hann. Gevist við gleði Kári á Rógvi sigur, at tað hevur einki við vánaliga valúrslitið at gera, at hann leggur frá sær sum floks­formaður, men hann dylir ikki fyri, at ósemjan innafloks hev­ur tikið honum fast. – Seinastu tíðina havi eg kent nakað nógva strongd, serliga av tí ágangi, sum eg havi verið fyri innanfloks. Saman við familjuni havi eg tískil nakað síðani tikið av­gerð um at siga øll álitisstørv í flokk­unum frá mær, sigur hann. Hann er longu farin frá sum for­ maður í Suðurstreymoyar Sjálv­ stýrisfelag og á aðalfundinum 25. oktober, fer hann eisini frá sum floksformaður og formaður í starvs­nevndini. Tað gav at bíta valkvøldið, tá ið hann small um í Norður­ landa­húsinum og varð koyrdur á Lands­sjúkrahúsið. Allar kanningar vístu tíbetur, at alt er í lagi, tó at blóðtrýstið er nakað høgt. Hóast hann fer úr øllum álitis­ størv­um, merki hetta ikki, at hann treytaleyst fer úr politikki. Tey, sum velja meg, fáa ikki ein poleraðan boðskap. Tey fáa ein ærligan Kára á Rógvi, akkurát, sum hann er