Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. september 2011 · Nr. 109 6 Sosialurin í meldrinum – Eg havi tað soleiðis, at eg haldi, at øll eiga at taka eitt tørn og tað ætli eg mær eisini at gera. Á løgtingsvalinum, sum verð­ ur í næstum, fer hann tískil at bjóða seg fram, so at veljarin fær høvi til at eftirmeta hansara politiska arbeiði higartil. – Men vil flokkurin ikki hava meg at stilla upp, er tað í fínasta lagi. Verði eg ikki afturvaldur, er tað eisini í fínasta lagi. Eg skal gleðiliga leggja frá mær, tí eg havi eitt gott lív uttanfyri politikk, sigur Kári á Rógvi. Ágangur Nú skerst heldur ikki burtur, at tú sjálvur hevur verið nógv frammi. Fjølmiðlar og politisk mót­støðu­ fólk hava mangan sitið undir hvørj­um orði. Kann tað vera ein orsøk til afturgongdina? – Eg veit ikki, hvar fólk vóru, tá ið eg vaks upp við Dagblaðnum. Onki av tí, eg havi sagt, kemur upp á knøini á tí, sum Dagblaðið skriv­aði. Men tíverri snýr ar­ beiðið á løgtingið seg meiri um politikarar enn um politikk og tí tørvar okkum eitt kjak um før­ oyskan politikk. – Sum støðan er nú, verður meiri tosað um politikarar enn um politikk. Okkurt árið havi eg reist tvær ferðir so nógvar fyri­ spurningar á Løgtingið, sum øll hini tingfólkini tilsamans. Men tað er eitt sovorðið trýst á miðl­ unum at selja eitt blað afturat, at alt er farið at snúgva seg um politik­arar ístaðin fyri um politikk. – Vit hava eisini lagt uppskot fram um bíligari sethúsafígging, men tað er næstan ongin miðil, sum hevur áhuga fyri tí. Áhugin er størri fyri onkrum setningi, eg havi skrivað á míni privatu Facebook síðu, sigur Kári á Rógvi. Hann hevur eisini varnast, at teldubrøv, hann hevur sent privat, sum sum als ikki vóru al­menn, kortini eru latin miðl­ unum, men hann vil ikki nágreina hetta nærri. – Nú eru miðlar eisini farnir at taka myndir av mær, uttan at hava fingið loyvi til tað. Her sipar hann til myndina á Portalinum fríggjanáttina, eftir at hann hevði fingið dánilsi. – Eg veit ikki um eg eri við at verða paranoidur, men eg spyrji meg sjálvan, hvat tað næsta verð­ ur, um tað verður, at eg verði tikin upp á band. – Nei eg veit ikki. Eg kann ikki annað enn kalla hetta ágang, sig­ ur hann. Meldar pass Kári á Rógvi sigur, skal tað vera so, at føroyskur politikkur skal snúgva seg meira um politikaran held­ur enn sjálvan politikkin, má hann melda pass. – At fólk halda meg, sum persón vera meiri áhugaverdan enn tann politikk, eg føri, sigur mær so mikið, at vit liva í eini politisk­ari skipan, har eg má melda pass, tí so havi eg onki at gera í politikki. At ganga við ein­um pinnamati í hondini og geva meg út fyri nakað, eg ikki eri, sigur mær púrt einki, sigur hann. – Mangan siga eisini sjálvir tingfundirnar mær lítið. Men eg veit, at tað lógarsmíð, sum fer fram í tinginum, hevur alstóran týdn­ing fyri hvønn einasta før­oy­ ing, og tað er serstakliga áhuga­ vert. Uttan at ljóða hástórur, var tað hetta, eg bjóðaði meg fram til, nevniliga at føra politikk, tí eg helt, at eg hevði okkurt at leggja afturat. – Tað liggur ikki til mín at verða falskur, og eg klári ikki at vera við, skal arbeiðið á løgtingið snúgva seg meiri um politikararnar sjálv­ ar heldur enn um lógarsmíð. Eg kann ikki taka kappingina upp um at gera Løgtingið til eitt politiskt »korrektheits-teatur« og um at gera politiskt arbeiði til undir­hald. – Verði eg vrakaður á næsta løgtingsvali er tað í fínasta lagi. Men verði eg valdur, vita fólk akkurát, hvat tey fáa, tí eg kann ikki annað enn vera trúgvur ímóti mær sjálvum. Tey, sum velja meg, fáa ikki ein poleraðan boðskap, tí tey fáa ein ærligan Kára á Rógvu, akkurát, sum hann er. – Eg havi aldrin verið á »politikara­skúla« og eg leiti mær ikki ráð hjá samskiftis­ráð­gev­ar­ um, sigur hann. Hinvegin viðgongur eisini, at hendan seinasta tíðin hevur veri honum ein lærupengi. – Upp á nógvar mátar liva vit politikarar eina varda tilveru og hóast, eg havi mist atkvøður, havi eg eitt lív, sum er fult at innihaldi og gleði. – Men tann, sum livir eina varda tilveru, kann missa jørð­ forbindilsi. Havi eg mist tað, hava hendingarnar í seinastu vónandi fingið meg at fáa tað aftur. – Tað er í øllum førum við ey­ mýkt at eg taki politiska arbeiðið upp aftur, sigur Kári á Rógvi. Hesa næstu tíðina fer hann at taka sær av løttum saman við familjuni og at leggja áherðslu á annan enn politikk. Nú er tað fyrst og fremst flett­ ingin, sum er á skrá. Hann flett­ur bæði av eini trøð í Havn, í Vest­ manna og í Sumba. – Tað er mítt lív, sigur Kári á Rógvi. aki@sosialurin.fo Eg kann ikki vera við í eini kapping, har politikkur verður undirhald ella okkurt slag av »korrektheits-teatur« Á fólkatingsvalinum 15. september, fekk sjálv­stýrisflokkurin bara 481 atkvøður, og tað gjørdi hann til nógv minsta flokk á val­inum. Á fólkatingsvalinum í 2007, fekk hann 799 atkvøður, so á valinum í hesu­ ferð var talan um eina afturgongd upp á heili 38,8% Men Kári á Rógvi, floksformaður, held­ur, at vit skulu vera varin at leggja alt ov stóran týdning í úrslitið. – Vit plaga ikki at fáa nakað serliga gott fólkatingsval, tí nógvir av okkara velj­arum fara ikki á fólkatingsval av hug­ sjónar­ligum orsøkum. Á seinasta fólkatingsvali eydnaðist tað okkum kortini at fáa 799 fólk á val, men á løgtingsvalinum stutt eftir, fingu vit 2244 atkvøður. Tí heldur hann ikki, at hetta gevur eina mynd av veruligu støðuni hjá flokkinum. Kári á Rógvi leggur afturat, at á sein­ asta fólkatingsvali førdi hann fram, at floksformenn eiga ikki at stilla upp. – Hesuferð breyt eg mítt egna prin­ sipp, og tað skuldi eg ikki havt gjørt, tí eg haldi, at tað er ein óskikkur, at løgmenn, landsstýrifólk og floksformenn stilla upp til fólkatingsval. – Hetta roknistykkið gongur ikki upp. Ongin kann vera í Danmark og í Føroyum ísenn. Antin fara tey ikki á fólkating, hóast tey eru vald, ella mugu tey leggja álitisstørv í Føroyum frá sær. Triði møgu­ leikin er, at okkurt av størvunum verða misrøkt. Kári á Rógvi sigur, at hann er fegin um, at hann hevur gjørt sítt til at fáa kjakið at snúgva seg um, at rækja starvið í fulla tíð, og nú eru bæði Sjúrður Skaale og Edmund Joensen fólkatingslimir burturav. – Tað haldi eg er eitt framstig, sigur Kári á Rógvi. Afturgongd upp á 39,8% Fakta Navn: Kári á Rógvi Føddur: 4. mai 1973 Giftur Jóhannu og pápi Braga. Ph.D., lektari í løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Gestalektar á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og gestalærari á lærdum háskúlum í Íslandi. Útbúgvin løgfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 1999. Síðani LL.M frá lærda háskúlanum í Aberdeen og doktari í løgfrøði á lærda háskúlanum í Íslandi í 2009. Hann varð valdur í Løgtingið í 2008. Hevur annars røkt ymisk álitisstørv, eitt nú hevur hann verið formaður í Javnstøðunevndini og næstformaður í stjórnarskipanarnevndini og í nevndini fyri orðabókagrunnin. Í løtuni er hann formaður nevndini fyri Fasta Gerðarrættinum. Eg veit ikki um eg eri við at verða paranoidur