Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. september 2011 · Nr. 109 10 Sosialurin Leo Poulsen Sparingarnar hava rakt Ak­ stovuna, og nú eru ikki fleiri enn tríggir sýnsmenn á stovn­inum. – Eg vil tó ikki siga, at vit eru illa fyri. Vit eru tríggjar dagar um vikuna í Klaksvík, fýra dagar um vikuna í Eyst­ uroynni og tveir dagar um vikuna í Suðuroynni, so vit røkja øll økir í landinum, sigur Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni. Hann sigur, at tað sjálvadi hevði veirð ynskiligt við fleiri fólkum. -– Men tað hevur gingið higartil. At vit eru færri nú ger so sjálvandi tað, at longri gongur ímillum, at bilarnir verða sýnaðir, men eg haldi ikki, at tað gongur út yvir trygdina, sigur Jákup Jacobsen. Bilarnir skulu til sýn tá teir eru fýra ára gamlir, og síðani annaðhvørt ár til teir eru tíggju ára gamlir. Tá teir fara upp um tey tíggju árini kunnu teir krevjast til sýn hvørt ár. – Men við tí orku, vit hava, ganga meiri enn ásettu tvey árini ímillum, at bilarnir fáa boð um sýn, sigur Jákup Ja­ cob­sen. Hann sigur, at bilasølan hevur geirð minkandi sein­ astu árini og tað hevur ført við sær, at meðalaldurin á per­sónbilum er farin nakað upp. – Meðalaldurin nú er 8,1 ár, og tað er júst eitt ár meira, enn tá hann var lægstur fyri nøkrum árum síðani, sigur Jákup Jacobsen. Hóast teir hava verið fyri sparingum sum merktu, at Akstovan í fjør mátti siga millum øðrum einum sýns­ manni úr starvi, metir stjórin kortini, at stovnurin megnar at røkja uppgávuna á ein nøktandi hátt. – Tað hevði sum nevnt verið ynskiligt við fleiri starvs­fólkum, men sum øll onnur mugu eisini vit taka lut í sparingunum. Og eg meti ikki, at tað gongur út yvir trygdina, sigur Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni. Náa ikki málsetningin BILASÝN – Vit røkja øll økir í landinum, men tað merkist, at vit eru færri fólk, sigur Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni Hóast Akstovan er verri mannað, og tað tí gongur longri tíð ímillum bilasýnini, gongur tað ikki út yvir trygdina Leo Poulsen Vísindanevndin hjá NAM­MCO er í ár komin fram til eina dagførda stovns­meting fyri grindahvalir á okk­ ara leiðum, ið byggja á seinastu hvala­telj­ing­ ar­nar frá 2007, og sum gevur eitt tal á 128.000 hvalir fyri Føroyar/ Ísland kann­ingarøkið. Nýggja stovns­met­ ing­in er tó ikki saman­ beri­lig við gomlu met­ ingi­na á 778.000 hvalir frá 1989, tí at økið, sum nýggja metingin bygg­ ir á, er munandi minni og teljingin var gjørd fyrr um árið. Við øðrum orðum ber ikki til at siga, at stovnurin er minni ella størri nú, enn tá sein­asta metingin varð góðkend í 1989. Hóast dagførda stovns­metingin enn ikki gevur eina full­fíggj­aða mynd av grinda­stovn­ in­um, met­ir NAM­MCO umsit­ing­ar­nevndin fyri hvalir ikki, at orsøk er at stúra fyri at før­oyska gagnnýtslan av grinda­ hvalum gongur stovn­ inum ov nær. Kort­ini verður NAMMCO vís­ inda­nevndin biðin um at hyggja nærri at hes­ um spurningi á sínum næsta fundi við støði í veiðu­tølunum síðani 1997. Arbeitt verður víð­ ari í NAMMCO vís­inda­ nevnd­ini komandi árini at dagføra ráðgevingina um grind í sínari heild við støði í nýggjastu gransk­ing. Viðurkent varð, at arbeiðið í Før­ oyum við at seta send­ arar á grind hevur stóran týdn­ing fyri at fáa betri vitan um, hvussu vítt grinda­hvalurin á okkara leiðum ferðast. Mælt varð til, at hetta arbeiðið heldur fram. Eftir uppskoti frá Før­ oyum í fjør, fer NAMMCO í ár at skipa fyri eini ser­frøðingaverkstovu í november um av­lív­ ing av smá­hvalum við luttøku úr fleiri lond­ um kring heim­in, har smá­hvalir verða veiddir. Enda­málið er at saman­ bera galdandi praksis og royndir og koma fram til felags til­mæli um skilabesta tøkni í teimum ymsu veiði­hætt­ un­um. Limalondini í NAM­ MCO eru Føroyar, Grøn­ land, Ísland og Noreg. Har­um­framt lut­taka umboð fyri Kanada, Russ­land og Japan sum eyg­leiðarar ði arbeið­ inum hjá NAMMCO. Noreg hvur í løtuni for­ mansskapin í ráðnum og næsti ársfundurin verður hildin í Noreg í 2012, tá 20 ár verða liðin síðan hetta millumlanda samstarvið varð formliga sett á stovn. Endamálið við uppskotinum er at broyta mótrokningina í fólkapensjónini hjá giftum, soleiðis at tað frameftir ikki verður mótroknað í inntøku hjá hjúnafelaga. – Ætlanin við uppskot­in­ um er ikki at leggja seg út í, hvørt pensjónistar velja at liva saman í hjúnalag ella ikki. Hinvegin er umráðandi, at tað ikki er ein ov stórur fíggj­arligur bági, hjá pen­ sjón­isti at verða giftur, sigur Bjørn Kalsø. Bjørn Kalsø leggur aft­ ur­at, at uppskotið eigur at geva einum komandi lands­ stýrið íblástur at fara und­ir eina tilgongd, har lóg­gáva á øðrum økjum verð­ur gjøg­ num­gingin, við tí fyri eyga, at lúka burtur fíggjarligar vansar, sum fólk renna seg í, um tey velja at liva saman í hjúnalagi. Í viðmerkingunum til upp­skotið sigur Bjørn Kalsø: »Endamálið við broyt­ing­ ini er at broyta mótrokningina í fólkapensjónini hjá gifum soleiðis, at tað frameftir ikki verður mótroknað í inntøku hjá hjúnafelaga. Í eina tí hevur verið ar­ beitt við eini umfatandi pen­ sjónsnýskipan. Nakað hevur verið gjørt burturúr, at breið politisk semja er um ætlaðu broytingarnar í nýskipanini. Men seinni hevur tað víst seg, at politikarar úr øllum flokkum ikki heilt kenna seg aftur í semjuni. Tað hevur ivaleyst ver­ ið størsta orsøkin til, at ný­skipanin ongantíð kom aftur úr nevndini, eftir at hon varð løgd fyri Løgtingið í vár. Landsstýrið er heldur ikki komið aftur í Løgtingið við málinum, hóast hópur av øðrum málum, ið fullu burtur í undanfarnu tingsetu, eru løgd fyri tingið. Hóast semja ikki hev­ur verið um samlaðu pen­sjóns­ nýskipanina, so eru kortini tættir í uppskotinum, sum breið semja hevur verið um. Eitt nú hevur full semja ver­ið um, at galdandi mót­ rokn­ing í fólkapensjónini mill­um hjúnafelagar eigur at verða avtikin. Tað er sæð í hesum ljósi, at uppskotið verður lagt fram nú«. Mótrokningin verður nú avtikin Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin hevur í dag lagt fyri Løgtingi uppskot um broyting í lógini um almannapensjónir Nýggj stovns­ meting fyri grinda­hvalir Tann 20. ársfundurin hjá NAMMCO (Norður­atlants­ nevndini fyri samstarv um havsúgdjór) varð hildin í Oslo síðstu viku Bjørn Kalsø vil hava mótrokningina burtur