mikudagur 21. september 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 7. september 2011 · Nr. 103
Sosialurin
Fríggjakvøldið klokkan 19
skipar Lions Club Tórshavn
fyri einum serligum tiltaki
í Miðlahúsinum, har tveir
danskir fyrilestrarhaldarar
fara at greiða frá um orð
blindni, við serligum atliti
at tørvinum hjá orðblindum
skúlabørnum.
Gestirnir
úr
Danmark
eru Jørgen Hedegaard, sum
er skúlaleiðari á Orðblinda
stovninum, sum er serskúli og
førleikadepil fyri undirvísing
av orðblindum næmingum,
og
Karl-Åge
Andreasen,
fyrrverandi skúlaleiðari á
Orðblindastovninum,
sum
nú er foreldraráðgevi í Orð
blindafelagnum í Danmark.
Teir báðir fara fríggja
kvøldið eitt nú at greiða frá,
hvat orðblindni er og hvussu
tað kann lýsast. Veruleikin
er jú, at orðblind eru vanliga
gávað menniskju við einum
heilt ítøkiligum málsligum
trupulleika.
Í hesum sambandi verður
eisini komið inná, hvørji eyð
kenni fyri orðblindni, foreld
ur kunnu síggja hjá orðblind
um børnum og ungum. Eisini
tosa teir um, hvussu verður
funnið fram til, at ein er orð
blindur, hvat verður kannað
og hvussu verður tað gjørt.
Ein onnur síða av hesum
er, hvussu støðan er hjá orð
blindum í skúlanum, hvat er
torført hjá einum orðblindum
at gera, og hvørjar sálarligu
og sosialu avleiðingarnar av
orðblindni kunnu vera. Som
uleiðis verður greitt frá KT-
hjálparamboðum og hvussu
tey kunnu lagast til skúlan
og gerandisdagin hjá teimum
ungu.
Bæði Jørgen Hedegaard
og Karl-Åge Andreasen hava
royndir frá danska Orðblind
astovninum, so tí fara teir at
fortelja um, hvussu verður
gjørt har á stovninum og í
Danmark sum heild.
Á tiltakinum í Miðlahúsi
num í Vágsbotni í Havn, sum
verður
fríggjakvøldið
frá
klokkan 19 til 22, ber eisini til
at seta spurningar.
Í 2008 gjørdi Lions Club
Tórshavn av, at ljós skuldi
varpast á orðblindni og tær
avleiðingar, ið standast av at
vera orðblindur. Skipað var
fyri ráðstevnu á Hotel Føroy
um við fyrilestrum og kjaki,
og ikki færri enn 200 fólk
vóru á hesi sera væl eydnaðu
ráðstevnu.
Táverandi løgmaður, Jó
annes Eidesgaard, og umboð
fyri Mentamálaráðið høvdu
á orði, hvussu neyðugt tað
var at taka betur hond um
tey orðblindu, og burtur úr
ráðstevnuni spurdust fleiri
ítøkilig úrslit. Eitt nú hevur
Mentamálaráðið
útbúgvið
orðblindalærarar, sum nú
virka kring landið.
Somuleiðis kom at standa
í nýggjasta samgonguskjali
num, at “ljós verður varpað á
orðblindni”, og tað er fyrstu
ferð, at orðblindni yvirhøvur
stendur í einum samgongu
skjali.
Orðblindni
Í 2008 gjørdi Lions Club Tórshavn av, at ljós skuldi varpast á orðblindni
og tær avleiðingar, ið standast av at vera orðblindur
Savnsmynd
Neyðhjálp
Stórt innsavningartiltak hjá Reyða Krossi
verður legyardagin 1. oktober
Alt ger mun
Trygd
Neistin
leingja
sam
starvið
Føroyski minkurin vekir ans í Danmark
Í friði og náðum
Lions varpar
ljós á orðblindni
orðblindni Fríggjakvøldið verður serligt
tiltak um orðblindni í Miðlahúsinum
Neyðhjálp Leygardagin í næstu
viku fer Reyði Krossur Føroya undir
eitt stórt tiltak at savna inn pening
til arbeiðið sítt úti og heima
Tað hevur eisini vakt ans í Danmark, at ein
minkur hevur sníkt seg umborð á Norrønu
og slapp í land í Havnini.
Á Nordjyske hava tey lisið um minkin
á Portalinum og hava skrivað grein um
hendingina og haðani hevur so eisini TV2
umrøtt málið.
Nevnt verður, at føroyskir myndugleikar
stúra fyri fuglastovninum í Føroyum, eftir
at ein minkur er sloppin í land av Norrønu.
Minkur hoyrir ikki heima í Føroyum,
men sleppur hann at nørast, kann tað vera
til stóran skaða fyri fuglastovnin.
Í Danmark er nógvur villur minkur, eisini
í Hirtsals og har um vegir, og har ger hann
ikki bara skaða á fuglalívið.
Eisini tey, sum halda flogfenað hava
stórar trupulleikar av minki, tí hann hevur
tað fyri at ganga mestsum berserkargang
og herjað garðarnar við flogfenaði og drepa
frá hond, hóast hann ikki etur dýrini, hann
drepur.
Seinnapartin í dag, millum
klokkan 17 og 18 verður enn
einaferð møguleiki at koma
inn í Dómkirkjuna til eina
løtu í friði og náðum. Hesa
løtuna kunnu fólk samtala
við prest, biðja framman fyri
altarinum ella fáa forbøn
fyri tí, sum liggur teimum
á hjarta. Í kirkjuni verður
fullkomin friður, men ljósini
á altarinum verða tendrað,
eins
og
prestur
situr við altarið,
um brúk er fyri
honum.
Trygd og
føroyameist
ararnir úr
Neistanum
leingja sam
starvið
Trygd og Neistin hava
longt um samstarvsav
taluna, so Trygd aftur í
ár er høvuðsstuðul hjá
besta
kvinnuliðnum
hjá Neistanum.
Leiðslubólkurin
hjá Neistakvinnunum
fegnast almikið um
longdu avtaluna.
– Fyri at náa so góð
um ítróttarligum úrsliti
sum gjørligt, er neyð
ugt at hava eitt gott
fíggjarligt grundarlag.
Hetta tryggjar avtalan
við Trygd okkum aftur
í ár, og tað eru vit sera
fegin um, sigur leiðsl
ubólkurin hjá Neista
kvinnunum.
Neistakvinnurnar
gjørdust Føroyameist
arar í fjør, og sum tað
mest vinnandi liðið í
landinum, fingu tær
hervið enn eitt meist
araheiti í hús. Kvinn
uliðið styrkti seg við
útlendskum
leikara
við drúgvum royndum
á altjóða støði, og hetta
samstarvið hevur verið
framúr og heldur fram.
Harumframt
knýttu
kvinnurnar
afturat
sær ein ítróttar coach,
ein spennandi nýggj
roynd, sum liðið hevði
stóra gleði av. Onkr
ar broytingar eru á
sjálvum liðnum, men
liðið hevur góðar og
royndar leikarar, so
spennandi verður at
fylgja
Neistakvinnu
num aftur í vetur.
– Trygd og Neistin
høvdu eitt gott sam
starv í fjør, vit fegnast
um avtaluna og síggja
fram til at samstarva
aftur hetta kappingar
árið, sigur Janus Thom
sen frá Trygd.
Henda
landsinnsavningin
verður gjørd kring alt landið
í
tíðarskeiðnum
millum
klokkan 11 og 15.
Ætlanin er at vitja øll
húski, men til tess krevjast
sjálvandi ein hópur av sjálv
bodnum fólki. Felagsskapurin
heitir tí á fólk um at hjálpa til
í hesum sambandi.
Reyði Krossur Føroya hev
ur higartil savnað inn 690.000
krónur til hungurs- og turka
vanlukkuna í Eysturafrika.
snorri@sosialurin.fo
Til tess at røkka øllum húskjum í landinum hevur
Reyði Krossur brúk fyri ídnum innsavnarum
- eins og hesum ungu dreingjunum