mikudagur 21. september 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. september 2011 · Nr. 109
12
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Fara vit nøkur ár aftur í tíðina,
fiskaðu einir 17 trolbátar á
landleiðini um sumrarnar.
Nú eru bara átta bátar eftir,
sum hava hetta serliga loyvi
innanfyri 12 fjórðingar um
sumrarnar, meðan tveir aðrir
trolbátar hava loyvi at royna
ytri. Teir bátar, sum seinastu
árini eru tiknir burtur úr
hesum fiskiskapi, eru Karin
(Olevina), Tindur, Skarðham
ar, Vesturfarið, Niclas, Randi
– og so Gorm, sum var eitt
sindur størri og royndi ytri.
Tað, sum er eyðkenni
fyri hendan bólk, er, at hesir
bátar í lógini um vinnuligan
fiskiskap høvdu lutfalsliga
fáar dagar í sínum uppruna.
So hvørt, sum bátar eru
farnir úr bólkinum, hava
menn lagt loyvir saman og
hava keypt sær dagar fyri
at royna at hava eitt líkinda
grundarlag.
Men hetta hevur verið alt
annað enn lætt, tí á hvørjum
ári í fleiri ár hevur politiski
myndugleikin,
tá
nýtt
fiskiár stundar til, skert fiski
dagatalið hjá hesum bólki og
soleiðis í stóran mun tikið
aftur dýrt keyptar dagar.
Ongan góðan
- Bólkurin hjá okkum, sum
fevnir um teir smáu trol
bátarnar, hevur ongan góðan
átt í politisku skipanini og
tann politikari, sum hevur
ætlað sær atkvøður, hevur so
avgjørt ikki stuðlað okkum,
sum hava roynt at fingið tað
at borið til við teimum smáu
trolbátunum.
Tað sigur Bjarni Kass, sum
eigur og rekur trolbátarnar,
Varðan og Fiskaklett. Hann
keypti Varðan í 2006, og
Fiskaklettur
kom
sum
nýbygningur í 2007.
- Varðin og Fiskaklettur
hava meiri enn tvey loyvir
hvør. Trolbátarnir hava dagar
hjá Topas, Leitinum og Tindi,
umframt sínar egnu dagar.
Her er soleiðis talan um
loyvir hjá fimm bátum – og
kortini er tað ikki nóg mikið.
Okkum vantar eitt loyvi
aftrat, áðrenn grundarlag er
fyri líkinda rakstri. Fara vit
aftur til byrjanina av fiski
dagaskipanini, áttu bátarnir
í hesum bólki umleið 120
fiskidagar hvør. Skerjingarnar
í dagatalinum hesi árini hava
verið so stórar og ógvusligar,
at í dag eitur eitt loyvi hjá
hesum bátum bert 63 dagar.
Misti eina miljón
Bjarni Kass vísir á, at við
seinastu skerjingunum, sum
politiska skipanin samtykti,
mistu Varðin og Fiskaklettur
heilar 28 dagar.
- Við samanløgdum loyv
um og keypi av fiskidøgum,
áttu Varðin og Fiskaklettur
undan seinastu skerjingini
144 dagar hvør. Men nú eru
dagarnir bert 130 í part. Eg
keypti dagarnar hjá Tindi
fyri 33.000 krónur fyri hvønn
dagin. Siga vit, at tað eru hes
ir dagar, sum nú eru mistir
aftur, kostaði bara seinasta
skerjingin mær eina heila
miljón í mistum fiskidøgum.
Bjarni vísir á, at heldur
ikki í bólkinum hjá teimum
er støðan hin sama hjá øllum
bátaeigarum, tí ymiskt er,
hvat dagarnir eru keyptir
fyri. Tað veldst sjálvsagt um,
nær dagarnir eru keyptir, og
hvussu høgur marknaðar
prísurin var, tá dagarnir vóru
keyptir.
- Tað kann tykjast órætt
víst, at skerjingin altíð er í
prosentum. Tað eru vit, sum
hava verið noyddir at keypa
dýrar fiskidagar, sum við
slíkum skerjingum missa
mest í pengum, meðan teir,
sum ikki hava keypt dagar,
missa munandi minni, leggur
hann aftrat.
Eingin ”luft”
Undir viðgerðini av fiskidøg
um hevur verið ført fram, at
tað er so nógv ”luft” í summ
um av veiðibólkunum, at
skerjingarnar ongan praktisk
an týdning hava.
- Men í okkara bólki er
eingin luft. Her er ikki nóg
mikið av fiskidøgum til teir
bátar, sum eftir eru, tó at
talið av bátum seinnu árini
næstan er minkað við eini
helvt.
Bjarni Kass heldur, at
samlaða fiskidagatalið í bólki
num ikki røkkur til meiri enn
4-5 trolbátar, hóast átta eru,
Bjarni misti fyri eina
miljón í fiskidøgum
Bjarni Kass sigur, at við seinastu skerjingunum, sum politiska skipanin samtykti,
mistu Varðin og Fiskaklettur heilar 28 dagar. - Við samanløgdum loyvum og keypi
av fiskidøgum, áttu Varðin og Fiskaklettur undan skerjingini 144 dagar hvør. Men
nú eru dagarnir bert 130 í part. Eg keypti dagarnar hjá Tindi fyri 33.000 krónur
fyri hvønn dagin. Siga vit, at tað eru hesir dagar, sum nú eru mistir, kostaði bara
seinasta skerjingin mær eina heila miljón í mistum fiskidøgum, sigur Bjarni Kass
- Tað ber ikki til aftur og aftur
at skerja í prosentum, soleiðis at
allir bólkar og øll veiðifør missa
eini 10-20% av fiskidøgunum
um árið, sigur Bjarni Kass, sum
eigur og rekur trolbátarnar,
Varðan og Fiskaklett