Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 21. september 2011 · Nr. 109 Sosialurin sum um sumrarnar hava loyvi at trola innanfyri 12 – og tveir uttanfyri. Við tað, at loyvir eru løgd saman í bólkinum hjá trolbátum og dagar í aðrar mátar eru keyptir, er grundar­ lagið hjá teimum, sum reka hesar bátar, eisini rættiliga ymiskt. Varðin og Fiskaklettur hjá Bjarna hava sum áður nevnt 130 dagar hvør, men tað eru eisini bátar, sum hava væl færri dagar, eitt nú Dragasund og Dýrindal. Hansa Maria og Búgvin hava nakrar fleiri dagar enn Varðin og Fiskaklettur, Skála­ fossur hevur slakar 170 dagar, meðan eitt nú Jens Leon hevur fleiri enn 200 dagar. Sær svart út - Eg haldi, at tað sær ógvuliga svart út hjá hesum bátum, tí grundarlagið er ov veikt, og hóttanir um minkandi fiskidagatal hongur alla tíðina yvir okkum. Vit hava bæði vant­andi flatfiska­ veiðina, fiska­prísir og myndug­leik­arnar ímóti okk­ um, og dýra oljan tyngir sjálv­ sagt eisini nógv um rakstrar­ grundarlagið. Bjarni Kass vísir á, at hesir bátar hava nøkur fá økir at royna á, sum hann tekur til, og haraftrat skulu teir brúka reiðskap, sum ger, at hin stóri fiskurin í mestan mun fer útaftur. Hann leggur aftrat, at hóast hetta er ein bólkur, sum hevur mist nógv seinnu árini, er ikki líkt til, at ágangurin, sum hann rópar tað, linkar og enn minni heldur upp at. 28 mans færri - Sjey bátar eru farnir úr bólkinum, og við hesum hava einir 28 mans mist sítt starv, samstundis sum grundar­lagið hjá teimum, ið eftir eru, er alt ov veikt. Ver­ andi karmar eru slett ikki til at liva við, tí umstøðurnar rundan um hendan bólkin og føroyska fiski­veiði yvirhøvur eru alt og ótrygg. Vit fáa einki at vita, men síggja, at vit verða skerdir og avmarkaðir á hvørjum ári. Bjarni Kass vísir á, at vónloysi ræður er í vinnuni, og fyri framman síggja menn, at øll fiskiloyvi kunnu inndragast í 2018. - Eingin fiskivinna kann liva undir slíkum umstøðum, sum føroyskir myndugleikar bjóða føroysku fiskivinnuni. Tú kanst ikki reka nakra vinnu uttan at vita, hvat tú hevur, og hvat framtíðin hevur at bjóða. Her í Føroy­ um eru eingir tryggir karmar, og tú ánar ikki, um tú ert keyptur ella seldur, sum tíðin gongur. Eingi kann liva við hesum, hvørki vinna, ei heldur bankar, sum skulu fíggja okkara vinnu. Alt, sum verður gjørt, og sum politiskt verður sett út í kortið, ger tað ótrygt og óhugaligt at reka nakra fiskivinnu í Føroyum. Neyðug regulering Barni Kass heldur, at fiskiveiðiskipanin fæst ikki at virka, so leingi myndugleikarnir ikki viðgera veiðibólkarnar hvør sær. - At luft er í summum bólk­um – og vantandi luft í øðr­um - átti at sagt politkar­ unum, at bólkarnir eiga at verða lukkaðir, men at óbrúktir fiski­dagar í summ­ um bólkum, sum hava ríkiligt av fiskidøgum, áttu at verið koyrdir í bólkar, har ov fáir fiski­dagar eru, soleiðis at teir, sum reka vinnu, høvdu eitt líkinda grundarlag. Tað ber ikki til aftur og aftur at skerja í prosentum, soleiðis at allir bólkar og øll veiði­før missa eini 10-20% av fiski­ døg­unum um árið, sigur Bjarni Kass, sum eigur og rekur trol­bát­arnar, Varðan og Fiskaklett. vilmund@sosialurin.fo Her í Føroyum eru eingir tryggir karmar, og tú ánar ikki, um tú ert keyptur ella seldur, sum tíðin gongur. Eingi kann liva við hesum, hvørki vinna, ei heldur bankar, sum skulu fíggja okkara vinnu BJARNI KASS - Bólkurin hjá okkum, sum fevnir um teir smáu trolbátarnar, hevur ongan góðan átt í politisku skipanini og tann politikari, sum ætlar sær atkvøður, stuðlar so avgjørt ikki okkum, sigur Bjarni Kass