Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. september 2011 · Nr. 109 14 Sosialurin Í Sørvági er nógv bygging. Hetta sæst eisini aftur í fólkatalinum. Í dag búgva 1.029 fólk í Sørvági, meðan fólkatalið um ársskiftið var 1.016. – Sørvingar eru tó ikki so raskir at gera børn. Higartil í ár eru bara seks børn fødd í Sørvági, skrivar Jóanis Nielsen á heimasíðu sínari. Sambært heimasíðuna hjá Sør­ vágs kommunu, hevur kommunan trý tøk grundøki. Fleiri hús standa í løtuni í gerð í Sørvági, ið er næststørsta bygdin í Vágum. snorri@sosialurin.fo Sandur: Stendur tað til bygda­ráðs­limin Páll á Reynatúgvu (myndin), so skal bygdin skjótt fáa eitt stað til ungdómin at bú­leikast í. – Sum er, reikar unga fólk okkara kring bygdina, við her­bergsmøguleikum sum ikki søma seg. Úrslitið kann lættliga gerast eitt óheppið atferðarmynstur við byrjandi trupulleikum, sum hvørki gagna bygdini ella børn­unum, vísir hann á. Tíðin er nú komin, til at kommun­an tekur stig til at útvega eini hús til ung­ dóms­virk­semi í bygd­ini. Serliga verður hugsað um bólkin 11-16 ár, ið ynskja eitt stað, har ungdómsvirksemi kann skip­ast. Snorri Brend Gongst soleiðis sum kommunan ætlar, verða stórar broytingar inn­ an skúlaskipanini framdar hetta komandi árið: Ætlanin er nevniliga, at skúlarnir í teimum báðum størstu bygdunum í kommununi verða lagdir saman longu komandi skúlaár - tað er: frá skúlaárinum 2012/13 at rokna. Eftir at hava arbeitt við hesi ætlanini í longri tíð, boð­aði komm­ un­an mánadagin Menta­mála­ráð­ num frá, at býráðssamtyktin, sum varð gjørd 27. juni í ár nú er endaliga staðfest. Henda samtyktin hevði tað við sær, at ein skal niðurleggja skúlan í Gøtu og skúlan í Leirvík, soleiðis at teir kunnu endurstovnast aftur undir einari felags skipan. Tær fyrstu tillagingarnar til hesa skipanina eru longu tiknar. Í fjør varð til dømis innskúlingin flutt til Leirvíkar, har næmingarnir ganga úr 1. upp í 3. flokk. 240 næmingar Arbeiðið við hesi nýskipanini byrj­ aði í roynd og veru fyri hálvumtriðja ári síðani. Fyrsta stigið í so máta var flyt­ ingin av innskúlingini, samstundis sum næmingarnir í 4. til 7. flokk ganga í Gøtu skúla. Í dag finst eingin framhaldsdeild í Eysturkommunu, og tí fara næm­ ingarnir til Fuglafjarðar skúla tey seinastu 2-3 árini í fólkaskúlanum. Óhugsandi er tí ikki, at ein í framtíðini fer at hava ein felags 10. flokk, eins og ein hevur gjørt suðuri í Havn við nýggja tilboðnum, sum nevnist NámX. Í hesum føri er ynskið at skipa ein felags 10. flokk fyri alla Eyst­ ur­oynna, og møguliga eisini Norð­ oyggjar. Í løtuni eru 240 næmingar í barna­skúlanum í Eysturkomm­ unu. snorri@sosialurin.fo Tveir skúlar í eina leiðslu Fleiri hús í gerð Ætlanin er nú at savna skúlarnar í Leirvík og Gøtu undir einari felags leiðslu felags 30 gestir úr Norðurlondum Ítróttur og gudstænasta Havn: Í morgin byrjar ein norðurlendsk bønarstevna í Havn. Stevnan verður fyri ein stóran part hildin í samkomubygninginum Filadelfia við Landavegin 22, men ein partur av skránni verður hildin í einum øðrum bygningi á sama vegi - nevniliga Vesturkirkjuni á Landavegi 44. Her verður skipað fyri bønargudstænastu leygarkvøldið kl. 20, har sóknarpresturin, Heri Joensen og dómprósturin, Uni Næs fara at taka lut. Hetta er aðru ferð at ein slík bønarstevna verður hildin í Føroyum. Væntaðir verða einir 30 gestir úr útlondum. Vestmanna: Tað er roynt áður, og verður í kvøld klokkan 20 endurtikið, at skipa fyri eini serstakari ítróttargudstænastu. Hetta er í mangar mátar ein vanlig gudstænasta, har ítrótturin á ein hátt er tema fyri innihaldi og prædiku. Tað verður Theodor Olsen (myndin), prestur í Kvívík sum fer at prædika. Gudstænastan byrjar klokkan 20 og verður hildin í Vestmanna kirkju. Óhugsandi er ikki, at fleiri VÍF'arar og onnur ítróttarfólk í Vestmanna vera við. BYGGING Fleiri sethús eru í gerð í Sørvági. Hetta ger eisini sítt til, at fólkatalið framvegis veksur Mynd: Jóanis Nielsen GØTA/LEIRVÍK Eysturkommuna hevur nú tikið fyrsta stigið fram ímóti ætlanini at leggja skúlarnar í Gøtu og Leirvík saman í ein. - Nú bíða vit bert eftir, at Mentamálaráðið ger sín part, verður sagt. Eitt hangout-stað til ungdómin