Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 21. september 2011 · Nr. 109 Sosialurin Klaksvík: Verksmiðjuskipið Norð­ borg kom undan vikuskiftinum til Ánirnar at leggja veiðuna upp. Fyrst bunkraðu teir olju á Fuglafirði, áðrenn landingin av fullfermda skipinum byrjaði. Norðborg hevur í summar fiskað makrel, men tann kvotan er nú uppfiskað. Tí verður fyrst farið á sildaveiðu undir Føroyum. Teir fóru nýggjan túr beint eftir døgurða mánadagin. snorri@sosialurin.fo Snorri Brend Dysturin varð spældur leygardagin, og í hesum sambandi var ein donsk dómara-trio sett at døma dystin - Kim Verbrugh Larsen, saman við linjuverjum sínum Preben Jacobsen og Edin Busuladzic.  Og teir komu av sonnum í eldin: Dysturin innihelt sjey mál, seks ávaringar, eitt brotsspark og eitt mál, ið ikki varð dømt, orsakað av rangstøðu. – Nei, hetta var ikki "a walk in the park", sum tikið verður til. Føroysku leikararnir vóru heldur ikki bangnir fyri at siga sína erligu meining við dómaran, tá hann var ov mildur: ”For hæælve, din danske dommer, kom nu med det gule kort”, tók onkur so rámandi til. Í dystinum legði Undrið seg annars á odda bæði 2-1 og 3-1, men í síðsta minutti fekk KÍ sigursmálið til 4-3. snorri@sosialurin.fo Du, din danske dommer! Royna undir Føroyum Tað er eisini sjálv­sagt, at tá ið einki eykaskip er, so skal Alfa Pilot loysa av og røkja sambandið til Nólsoyar – men spennandi verður um hetta er sjálvsagt, tá ið talan verður um farleiðina suður til SSL- høvuðsskrivstovuna Jákup av skarði, nólsoy Nei, hetta var ikki »a walk in the park« KLAKSVÍK Hann slapp rættiliga at royna seg - danski dómarin Kim Verbrugh Larsen - tá toppdystur var í Klaksvík millum oddaliðið KÍ og Undrið FF í 2. deild. Danski dómarin Kim Verbrugh Larsen var ikki einsamallur á vøllinum leygardagin: - Tað finnast nógvir góðir dómarar á vøllinum, sigur hann eftir dystin í Klaksvík Mynd: fodbolddommer.dk Ein týðandi táttur Sundalagið: Leygardagin var høvið hjá fólki at vitja á hvalastøðini við Áir. Hetta hendi í samband við árligu mentanarvikuna hjá Sunda kommunu. Helena Dam á Neystabø segði í eini røðu á hesum staði, at hvalastøðin hevur nógvar møguleikar, soleiðis at hetta kann gerast ein upplivingardepil í framtíðini. Borgarstjórin, Kim Durhuus (myndin) tók undir við henni í hesum úttalilsi. Her eru nógvir møguleikar, sum kommunan eisini kann stuðla undir. Mett verður, at eini 500 fólk vóru á hvalastøðini henda dagin. Mentanarvikan heldur fram restina av vikuni. Á uppboðssøluni á Staksdegnum í Tjørnuvík leygar­dagin komu inn 72.000 krónur fyri 15 seyðir FLEIRI DÓMARAR Læra seg at leiða Havn: Altjóða leiðararáðstevnan “The Global Leadership Summit” (GLS) verður aftur í ár hildin í Føroyum, fjórða árið á rað. Stevnan verður hildin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 21. oktober og leygardagin 22. oktober. GLS er vorðin ein altjóða leiðararørsla, sum sameinir leiðarar frá ymiskum kirkjum, fyritøkum, stovnum og mentanum og gevur íblástur til visiónir og leiðslu. Væntandi fara 300-400 leiðarar og leiðaraáhugað úr øllum landinum at luttaka.