mikudagur 21. september 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. september 2011 · Nr. 109
16
Sosialurin
Eydna Skaale
Myndatøka: Katrin Svabo Bech
Tær hava í fleiri ár støðugt ment
teirra sermerktu filmslist, og eft
irhondini eru tær vorðnar viður
kendir filmsskaparar úti í heimi.
Tær hava verið við á óteljandi
filmsfestivalum og hava vunnið
hópin av heiðurslønum fyri teirra
eksperimenterandi og abstraktu
stuttfilmar.
Seinastu árini hava tær arbeitt
við eini filmsrøð, sum er upptikin í
Føroyum, og sum síðani hevur verið
sýnd úti í heimi. Og tað hevur nú
latið fleiri hurðar upp.
Bretskt samstarv
Marianna og Rannvá hava seinastu
mánaðirnar samstarvað við North
umberland County Council, sum er
býráðið fyri eitt økið í landnyrðings-
Onglandi.
– Filmurin skuldi taka støði
í veðurlagsbroytingunum. Har
umframt skuldi hann varpa ljós á
fylgjurnar av teimum veðurlags
broytingunum,
sum
væntandi
fara at oyðileggja strandarøkið í
Northumberland í 2050.
Marianna sigur, at tær gjørd
ust sera fegnar, tá tær fingu fyri
spurningin um samstarv.
– Vit tóku av beinanvegin. Vit
gjørdu research um økið og fingu
eisini
nógvar
upplýsingar
frá
einum, sum granskar í veðurlags
broytingunum í Northumberland.
– Umframt hetta fóru vit til Ber
wick nakrar ferðir, har vit millum
annað gjørdu »location hunting« og
høvdu upptøkuroynd fyri leikarum,
greiðir Marianna frá.
Rannvá leggur afturat, at tað var
sera spennandi at sleppa at arbeiða
við eini bílagdari uppgávu.
– Sjálvt um vit ikki kendu
nakað til økið frammanundan, so
vistu vit, at landslagið í norður-
Onglandi líkist nógv tí føroyska.
Vit fingu eisini góða hjálp frá fólki
frá kommununi, sum vístu okkum
tey ymsu økini og settu okkum í
samband við røttu fólkini, sigur
Rannvá.
Spennandi við
umbidnum arbeiði
Marianna greiðir frá, at tað vóru
eitt sindur av samráðingum, áðrenn
komið var á mál við ítøkiligu ætl
anunum, men báðir partar vóru
sannførdir um, at verkætlanin
skuldi fremjast og semja skuldi
finnast.
– Vit fingu eina sera góða sam
starvsavtalu í lag, slær Marianna
fast og heldur fram - Northum
berland County Council ynskti
at síggja evnið »Climate Change«
í einum nýskandandi høpi, og vit
høvdu fullkomið listarligt frælsi til
at loysa uppgávuna.
– Climate Change er vorðið eitt
stórt evni og ein global hóttan, sum
er viðkomandi fyri øll. Og tað, at
evnið hevur fingið ein listarligan
tilgang, bendir á, at hetta er nakað,
sum vit øll skulu hugsa um. Vit eiga
Føroyskur filmur um
Filmslist Nøvnini Marianna og Rannvá, alias Rammatik, breiða seg sum ringar í vatni innan
filmsheimin. Fyri nøkrum mánaðum síðani heitti ein bretsk kommuna á tær um at gera ein film um
veðurlagsbroytingar. Tær játtaðu, og úrslitið er filmurin »Mare«, sum verður frumsýndur fríggjadagin