mikudagur 21. september 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 21. september 2011 · Nr. 109
Sosialurin
veðurlagsbroytingar
ikki at gloyma, at náttúran, veðrið
og landslagið fara at broytast fyri
okkum og okkara eftirkomarar.
Rannvá tekur undir við Mari
onnu.
– Vit vóru beinanvegin sann
førdar um, at hetta var rætta
verkætlanin fyri okkum. Vit hava
brúkt landslagið í Føroyum til teir
flestu av okkara filmum, og vit eru
bergtiknar av tí ráða, vakra og reina
í nattúruni.
– Nátturan er stórur partur av
okkara úttrykki, og tað eru óenda
ligir møguleikar at nýta landslagið
í listini.
Rannvá
leggur
afturat,
at
bæði rørslur, búnar, tónleikur og
landslagið hava ein týðandi leiklut
í nýggja filminum.
– Tað, sum er í fokus, skiftir
sum filminum líðir. Onkuntíð eru
tað rørslurnar, aðrar tíðir eru tað
búnarnir og so víðari. Viðvíkjandi
sjálvum rørslumynstrunum hjá
leikarunum, so eru tey bæði human
isk og animalsk.
Rannvá greiðir frá, at rørslurnar
hava íblástur frá livandi verunum,
sum liva í økinum, har upptøkurnar
eru gjørdar, og endurspegla so
statt lívið, sum er hótt av veður
lagsbroytingum.
– Rørslumynstrið spælir ein
visuellan leiklut, tá tað verður sett
saman við tí statiska landslagnum,
sigur hon.
Eyðkendi stílurin
Hóast hetta er ein umbiðin filmur,
so er hann gjørdur í tráð við eyð
kenda stílin hjá Marionnu og Rann
vá.
– Tað hevur verið sera spenn
andi at arbeitt við støðið í veður
lagsbroytingum, og vit vóna, at
vit kunnu samantvinna okkara
filmslist við onnur tílík viðkomandi
evni, sum vanliga ikki verða sett í
samband við filmslist, slær Mari
anna fast.
Rannvá er samd.
– Tað er bæði spennandi og
mennandi at arbeiða á hendan
hátt, og vit hava lært nógv av hesi
verkætlanini. Tað er gevandi at fáa
ymiskar uppgávur og at sleppa
at royna seg í nýggjum arbeiðs
umhvørvi.
– Nú gleða vit okkum nógv at
møta øllum teimum aftur, sum
hava verið við í arbeiðnum, og vísa
teimum endaliga úrslitið.
Eisini til Føroya
Nýggi filmurin »Mare« verður frum
sýndur sunnudagin 25. september í
The Maltings Theathre & Cinema,
men harumframt verður hann
sýndur fram sum installatiónsverk
í The Town Hall Prison Cells, og
har verður hann sýndur fram
longu fríggadagin 23.september, og
sýningin heldur á allan festivalin.
Marianna vissar tó um, at før
oyingar eisini fáa høvið at síggja
úrslitið av nýggja samstarvinum.
– Filmurin verður sjálvandi
vístur í Føroyum eisini, men enn
duga vit tó ikki at siga, júst nær tað
verður.
eydnaskaale@hotmail.com
Fakta:
• Mare eitur nýggi stuttfilmurin hjá filmslistaduoini Rammatik við
Rannvá Káradóttir & Mariannu Mørkøre.
• Filmurin er eitt nýskapandi listarligt samstarv við Northumberland
County Council, sum vil varpa ljós á veðurlagsbroytingarnar í økinum.
• Allir leikarnir í filminum eru frá Youth Dance and Drama Company í
Berwick upon Tweed.
• Upptøkurnar eru gjørdar við Super8, ið er eitt serligt eyðkenni við
filmunum hjá Rammatik.
• Mare hevur heimsfrumsýning sunnudagin 25.september á stóra enska
filmsfestivalinum Berwick Film & Media Arts Festival.
• Frumsýningin er gjørd í samstarv við Berwick Film & Media
Arts Festival og The Malting Theatre & Cinema, sum húsar
filmsfestivalinum.
• Verkætlanin er stuðlað av Arts Council England
• Lesið meira um festivalin her: www.berwickfilm-artsfest.com
• Lesið meira um verkætlanina her: www.rammatik-mare.blogspot.com