mikudagur 21. september 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. september 2011 · Nr. 109
18
Sosialurin
Ein perla inni
í fjallinum
Randi Jacobsen
Tá borð verður inn í berg,
er púra vanligt at koma
fram á tinnur og rivur,
men herfyri komu teir í ar
beiðinum við Eiði 2 Suður
hjá SEV langt inni í fjall
inum fram á nakað heilt
óvanligt. Har var ein stór
riva. Rivulagið var umleið
tríggjar metrar breitt og
sett saman av fleiri smærri
rivum av kalsitti. Sjálv
høvuðs kalsitt-æðrin ella
rivan var umleið hálvan
metur breið.
Tað serliga við hesum
rivulagnum er, at tað
partvís er opið, ein lummi
í annars tætta fjallinum.
Helst hevur rivan verið
fylt við vatni og leiri, og
krystallirnar hava vaksið
butur úr hesum.
Kanningarnar hjá Jarð
feingi
frammanundan
vístu, at har var ein riva,
men eingin kundi framm
anundan vita, hvussu hon
sá út.
Jarðfrøðingurin
Uni
Árting, sum hevur verið
inni í fjallinum sigur seg
ongantíð hava sæð nakað
so vakurt og sjáldsamt í
nøkrum føroyskum fjalli.
Hann hevur verið í fleiri
londum og sæð eitt nú
dryppholur og rivur, men
onga aðrastaðni hevur
hann sæð slíkt.
Kalsitt
krystallirnar
eru sera torførar at ald
ursmeta, men helst eru
tær gjørdar stutt eftir,
at gosvirksemið, ið bygdi
upp Føroyar, helt uppat
fyri umleið 55 milliónum
árum síðan.
Fólk kunnu ikki fara
á staðið at síggja kalsitt
irnar, tí Eiði Suður 2 er
arbeiðsøki.
Men tað ber til at síggja
myndir tiknar inni í tunli
num á Vísindavøkuni í
Norðurlandahúsinum
fríggjadagin. Básurin hjá
Jarðfeingi fer eisini at
hava eina montru við ym
iskum vøkrum steinum,
eisini steinum tiknum úr
rivuni.
Jarðfeingi arbeiðir eis
ini víðari við at skjalfesta
hesa rivu, og meira verður
at hoyra og síggja frá hes
um arbeiði millum annað á
hewimasíðuni hjá stovn
inum, www.jardfeingi.fo
Tá ið arbeiðið við Eiði
2 Suður er av, fer SEV
at
leiða
vatn
gjøgum
tunnilin, og eingin fer
tá nakrantíð at koma at
sjáldsomu rivuni.
Undir arbeiðinum við Eiði 2 Suður hjá SEV
í Eysturoynni er komið fram á ótrúliga
sjáldsamt og vakurt rivulag fylt við kalsitti
Hesa vøkru mynd tók
Finnur Justinussen
inni í tunlinum
Pláturnar eru stórar. Kalsitt
hevur tann eginleika, at hyggur tú
gjøgnum tað, tvífaldast myndin
Mynd: Álvur Haraldsen