mikudagur 21. september 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 21. september 2011 · Nr. 109
Sosialurin
Lagt til rættis: Árni Joensen
Veiðan er burðardygg
Í
einari
lýsing
av
hvalastovnunum
í
íslendskum sjógvi kemur
íslendski havrannsókn
arstovnurin
til
ta
niðurstøðu, at stovnarnir
tola væl ta veiði, sum nú
er. Veiðan er væl innan
fyri markið, og tí er
veiðan burðardygg.
Metingin
hjá
hav-
rannsóknarstovninum
kemur
íslendsku
stjórnini væl við, tí í
seinastuni hava serliga
amerikanarar funnist at
íslendsku
hvalaveiðini.
Fleiri
amerikanskir
politikarar hava mælt
stjórnini í Washington
til at seta handilstiltøk
í verk ímóti Íslandi, og
sjálvt
Barack
Obama,
forseti, hevur verið uppi
í kjakinum.
Fe l a g s s k a p u r i n
NAMMCO hevur mett,
at sildrekastovnurin við
Ísland er næstan líka
stórur, sum hann var,
áðrenn íslendingar aftur
fóru at veiða burtur av
Ætla at bjarga svartfuglinum
Íslendski
umhvørvis
málaráðharrin, Svandís
Svavarsdóttir, hevur sett
eina nevnd at gera upp
skot um, hvørji stig skulu
takast fyri at endurreisa
svartfuglastovnarnar, og
hvussu teir skulu verjast,
tá teir eru komnir fyri seg
aftur. Nevndin skal handa
ráðharranum
uppskot
tann 31. oktober.
Íslendsku
sjófugla
stovnarnir eru minkaðir
nógv tey seinastu árini,
og serliga lundin er mink
aður og er nú bara ein
viðfáningur av tí, sum
hann var. Tey seinastu
fýra - fimm árini er at
kalla einki komið undan
sunnantil á landinum.
Lomvigin og álkan eru
minkað sunnanfyri og
vestanfyri, men ikki so
nógv norðanfyri.
Fuglafrøðingar
eru
á einum máli um, at
fuglurin hevur ov lítið at
eta, og at tað er høvuðs
orsøkin til, at stovnarnir
eru minkaðir. Haraftur
ímóti
hevur
royndin
eftir fuglinum ikki so
stóra ávirkan.
Fyrst kom kongakrabbin,
sum hevur gjørt stóðan
skaða, og nú hevur eitt
norskt havrannsóknarskip
fingið ein kavakrabba við
Svalbard. Og hann er eingin
gestur at fáa.
Tað hevur vakt ans í Noregi,
at eitt havrannsóknarskip
hevur fingið ein sokallaðan
kavakrabba í einari rúsu
norðuri á 78 stigum eystan
fyri Svalbard. Krabbin varð
fingin á 150 favna dýpi, og
hetta er aðru ferð, at menn
hava fingið kavakrabba á
Svalbard-leiðini.
Teir størstu kavakrabb
arnir viga millum eitt og
hálvtannað kilo, og hann er
sostatt minni enn tann betur,
men illa kendi kongakrabbin.
Men norska havrannsóknar
stovan sigur, at kavakrabbin
er eingin gestur at fáa, og
at hann kann elva til somu
trupulleikar við Svalbard,
sum kongakrabbin hevur elvt
til fram við norsku strond
ini. Eins og kongakrabbin
livir kavakrabbin av smáum
botndjórum, og tað kann fáa
stóra ávirkan á vistfrøðina.
Kavakrabbin er vanligur
har norðuri í Kyrrahavinum
og í útnyrðingspartinum av
Atlantshavinum.
Norska
havrannsóknarstovan dugir
ikki at siga, hvussu krabbin
er komin til Svalbard, men
tveir møguleikar eru. Annað
hvørt er hann komin úr Kyra
havinum ígjøgnum Berings
undið,
ella
hevur
hann
verið í einum barlasttanga,
sum eitt skip hevur tømt í
Barentshavinum.
Samráðingarnar eru á einum
loyniligum staði einastaðni í
Keypmannahavn, og bara
tey allarovastu í leiðsluni hjá
flokkunum vita, hvat umboð
ini hava liggjandi á borðinum.
Tí eru tað eisini bara tey, sum
vita, hvussu landið liggur.
Fjølmiðlarnir fáa einki at
vita, men tað er kortini greitt,
at fýra mál liggja ella koma
í øllum førum at liggja á
samráðingarborðinum.
Undir valstríðnum boðaðu
teir borgarligu og Radikali
Vinstri frá, at flokkarnir vóru
samdir um at seta eftirlønina
úr gildi. Sosialdemokratarnir,
SF og Eindarlistin søgdu
greitt, at teir vildu varðveita
skipanina. Aftan á valið
er
framvegis
meiriluti
í
Fólkatinginum fyri at broyta
skipanina. Tey radikalu hava
sagt, at tey standa við avtal
una um at broyta eftirlønina,
og spurningurin er so, hvat
Sosialdemokratarnir
og
SF gera, nú tað er komið til
skarpskeringar.
Eitt
annað
mál,
sum
uttan iva elvir til stríð í
samgongusamráðingunum,
er avgerðin hjá undanfarnu
stjórn og teimum radikalu
at stytta dagpengatíðina úr
fýra í tvey ár. Eisini her vóru
vinstraflokkarnir ímóti. Her
hava sosialdemokratarnir og
SF skotið eina aðra skipan
upp, Eindarlistin vil hava ta
gomlu skipanina aftur, men
tey radikalu halda fast um, at
broytingin skal standa við.
Skattapolitikkur er eitt
av evnunum, sum uttan iva
liggur á samráðingarborð
inum, og sum ivaleyst er
lagt í bunkan við truplum,
málum. Stutt undan valinum
komu sosialdemokratarnir
og SF við einum uppskoti
um at hjálpa teimum, sum
hava egnan bústað við at
skarva av ymsum gjøldum.
Men tað vilja tey radikalu og
Eindarlistin ikki.
Eitt málsøki, sum altíð
er við í donskum samgongu
samráðingum, er útlendinga
málini. So er eisini hesaferð,
og heldur ikki her er semja
millum tey radikalu og hinar
flokkarnar.
Politiskir eygleiðarar í
Keypmannahavn
vænta,
at tann nýggja samgongan
verður neyvan skipað fyrr
enn kanska seint í næstu
viku. Men teir eru ikki samdir
um, at hon fer at halda alt
valskeiðið.
Samgonguskjalið
verður tungur burður
Í Danmark roynir Helle Thorning-Schmidt nú at orða eitt samgonguskjal,
men tað fer at taka sína tíð og at krevja nógv av øllum flokkunum
Aftur ein óboðin gestur
í Barentshavinum
Teir stóru kavakrabbarnir viga hálvtannað kilo
Mynd: Norska havrannsóknarstovan
Arkitektar mynda Grønland
Danskir og grønlendskir
arkitektar
skulu
nú
koma við einum hug
skoti um, hvussu Grøn
land eftir teirra tykki
eigur at síggja út í fram
tíðini.
Úrslitið,
sum
longu
frammanundan
hevur
fingið
altjóða
heitið Future Greenland,
skal legjast fram sum tað
almenna danska ískoyt
ið á 13. altjóða arkitekta
ráðstevnuni, sum verður
í Venedig næsta ár.
Uppgávan hjá arki
tektunum er at koma við
einum hugskoti um eina
búskaparliga, samfelags
liga
og
burðardygga
menning í Grønlandi.
Jarðfrøðingurin Mini
Rosing, sum er knýttur
at verkætlanini, sigur
við grønlendska kring
varpið, at hansara mál
er at vísa Grønland um
eina nútímans tjóð við
einari langari og ríkari
mentanarsøgu, og sum
hevur so ómetaliga nógv
at bjóða alheiminum.