mikudagur 21. september 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. september 2011 · Nr. 109
20
Sosialurin
Miðvikan
3. partur
Í seinasta parti varð greitt frá John
Effersøe og hansara børnum. Hesa
ferð verður greitt frá dóttrini Karen
Marie (1888-1972), vanliga kallað
Kamma. Hennara søga var heilt
serlig og eisini syrgilig.
Hon giftist í 1921 við Christian
Peder Kryssing f. 1891, sum fekk ein
serligan leiklut undir seinna heims
bardaga.
Danmark varð jú hersett av
týskarum í 1940. Tann 22. juni 1941
legði Hitler á Sovjetsamveldið. Hetta
álop varð útrópt sum tann stóru
krossferðin móti kommunismu og
gudloysi. Tí fekk álopið eisini stuðul
frá mongum dønum, sum annars
ikki vóru nasistar, men sum rædd
ust kommunismuna sum pestin.
Kryssing var ein av teimum. Hann
var yvirmaður í danska herinum
av tí avgjørt gamla skúlanum
fyri »Gud, Kongi og Fedralandi«.
Hann var ein av teimum mongu
heryvirmonnunum, sum var sera
vónbrotin um, at Danmark skuldi
geva seg yvir uttan mótstøðu, tá ið
Danmark varð hersett av Týsklandi
9. apríl 1940. Annars var hann uttan
politiskan áhuga. Var meira at kalla
idealistur og varð roknaður fyri at
vera antinasistur.
Danir móti kommunismuni
Aftaná týska álopið á Sovjet fáa
danir møguleikan at sleppa við í
hesum stríði. Sett verður á stovn
Frikorps Danmark, sum skuldi
berjast saman við týskarum á
eysturhermótum. Danska stjórnin,
sum tá hevði eitt neyvt samstarv
við týska hersetingarvaldið, bjóðar
donskum heryvirmonnum farloyvi
úr danska herinum, um teir hava
hug til at fara við í fríkorpsið.
Nú fekk Kryssing rættiliga
møguleika fyri at nýta sína hernað
arligu útbúgving og sínar royndir.
Hetta var ein serligur møguleiki, tí
hann ræddist tann reyða vandan
frá Sovjetsamveldinum meira enn
nakað annað.
Sostatt verður Kryssing tann 4.
juli 1941 fyrsti leiðari av Frikorps
Danmark, og hann kom at standa
á odda fyri virkseminum at eggja
danir at melda seg til fríkorpsið.
Hann setti tó sum treyt, at her
deildin skuldi vera ópolitisk, skuldi
leiðast av donskum heryvirmonnum
undir Dannebrog, og boð skuldu
gevast hermonnunum á donskum.
Hetta var játtað í fyrsta umfari,
men hetta sigur eisini nakað um,
hvussu góðtrúgvin Kryssing var.
Sum frá leið varð lopið frá øllum
hesum lyftum.
Kryssing
slapp
heldur
ikki
undan sum tann fyrsti í herliðinum
at skula svørja trúskapseið til Hitler
20 dagar eftir, at deildin kom til
Týskland í venjingarlegu. Hvussu
góðtrúgvur, og kanska eisini væl
meinandi, hann var, sást eisini av, at
hann á fundi í Berlin við Himmler,
einum av næstu monnum Hitlers,
royndi at fáa hann at stuðla sínum
sjónarmiði, at bardagin bert skuldi
vera móti kommunismuni og ikki
móti jødum.
Tað vísti seg, at nógvir av teimum
í fríkorpsinum vóru nasistar, og
teir vildu hava ein nasistiskan
leiðara heldur enn tann meira
ópolitiska Kryssing. Tað bøtti ikki
um støðu hansara, at hann fekk
donsku nasistarnir í øðini, tí hann
noktaði danska nasistaleiðaranum
Frits Clausen at vitja Fríkorpsið í
Týsklandi.
Kryssing varð settur frá sum
leiðari á Frikorps Danmark tann
8. februar 1942, áðrenn korpsið
rættuliga kemur í bardaga. Fyrsta
tíðin varð nevniliga nýtt til eina
hernaðarliga venjing av sjálvbodnu
hermonnunum.
Fyri Kryssing verður settur
tann eirindaleysi nasisturin Schal
burg, sum tó fall tríggjar mánaðir
seinni. Hann varð avloystur av
K.B.Martinsen, sum varð deyða
dømdur og avrættaður eftir kríggið
fyri brotsverk í Danmark. Nógvir av
teimum í fríkorpsinum blivu seinni
eirindaleysir týskir handlangarar.
Føldi seg illa viðfarnan,
men kortini..
Kryssing føldi seg ikki væl viðfarnan
av týskarum. Hann skrivaði til eldra
sonin: »Paa uværdig og ugermansk
vis kasserede man mig ubeset og
uhørt.«
Men kortini fór Kryssing í
aðra týska krígstænastu, og hann
gjørdist tann útlendingur, sum
fekk hægstu tign í Waffen-SS. Tað
vóru fleiri sum undraðu seg um, at
Kryssing gjørdi hetta, men tað var
kanska fyri at kunna prógva, hvat
hann dugdi til.
Men hann kom kortini als ikki
í bardaga, og kom tí heldur ikki at
fremja nakað krígsbrotsverk. Hann
gjørdist ósamdur við nógvar av
sínum heryvirmonnum, sum fingu
hann settan á eina skrivstovu
meginpartin av tíðini, kríggið vardi.
Eisini varð hann sendur á nógv
ymisk skeið.
Kryssing skuldi eftir øllum at
døma bert nýtast at vísa umheimi
num, at útlendingar saktans kundu
koma framat í týska herinum.
Sjálvur segði hann seg vera »en
frivillig politisk krigsfange.«
Mistu báðar synirnar
Konan, Kamma Effersøe, var eisini
bergtikin av hesum rákinum, og hon
fór somuleiðis í týska krígstænastu
sum »frontsøster« fyri týska Reyða
Kross í solidariteti við mannin
og synirnar. Hon varð illa skadd
undir einum bumbuálopi í Narva
í Estlandi. Sagt verður í donskum
keldum, at hon fekk varandi mein,
men Lise sigur, at hon kom fyri
seg aftur. Men hetta saman við
tapi av synunum gjørdi sítt til, at
Kryssing fekk depressión. Sjálvur
mátti hann eisini innleggjast við
hjartatrupulleikum í 1943.
Størsta prísin komu tey nevniliga
at gjalda við, at báðir synirnir vórðu
dripnir í týskari hertænastu.
Jens Effersøe Kryssing varð
føddur 28. juni 1924 í Holbæk. Hann
fór í týska hertænastu samstundis
sum pápin, og hevur tá verið
blaðungur. Hann var illa særdur í
bardaga við Ilmenvatnið í Ruslandi
tann 22. mai 1942. Hann hevur tískil
hildið fram í fríkorpsinum, eftir at
pápin varð avsettur. Tað frættist
einki meira frá Jens.
Tann eldri sonurin Niels John
Effersøe Kryssing varð føddur 17.
desember 1921. Hann fór í Frikorps
Danmark aftaná at beiggin fór.
Niels fór til Klagenfurt í Eysturríki
at fáa sær eina hernaðarliga útbúgv
ing. Hann hevði eisini eina sera
órealistiska vón um at finna beiggja
sín á hermótinum. Men Niels varð
dripin í bardaga tann 16. januar 1944
í einum álopi hjá Reyða Herinum.
Hann var tá komin rættuliga fitt
upp í hernaðarliga tign.
Hildið verður í ættini, at eitt
var tað, at tann fyrri sonurin fór í
bardaga, men so at hin eisini skuldi
fara, tað var ov nógv av tí góða. Lise
heldur frá mammu síni, at Kamma
kundi helst havt forðað tí seinna
soninum at fara eisini.
Lise kendi væl hesar dreingir
eins og foreldrini, og hon sigur, at
teir vóru nakrir »dejlige drenge.«
Í fongsul fyri at
akta stjórnina
Aftaná kríggið gloymdi danska
stjórnin, at hon í veruleikanum
góðtók luttøku hjá donskum her
yvirmonnum í týska herinum. Nú
vórðu teir, sum komu heim, settir
fyri rættin fyri landasvik.
Kryssing gav seg yvir til bretar
eftir krígslok í 1945, og tann 22 . juni
1946 kom hann til Danmarkar sum
sameindur krígsfangi.
Í 1947 varð hann dømdur átta ára
fongsul. Hetta var av landsrættinum
broytt til fýra ára fongsul. Hann
kom út aftur úr fongslinum longu
í 1948.
Tey fluttu eina tíð til Spania eftir,
at Kryssing var komin úr fongsli
num. Her gjørdist hann katolikkur.
Men tað gjørdist Kamma ikki. Hon
var als ikki religiøs.
Restina av lívinum livdu hjúnini
í Haderslev í beiskleika um ta
órættvísu viðferð, tey hildu seg
hava fingið frá danska statinum.
Tey hildu seg eisini fyri seg sjálvi,
men vórðu tó stuðlað av týska
minnilutanum í økinum.
Kamma doyði í 1972 og hann
í 1976. Tey vórðu jarðað uttan
hátíðarhald ella luttøku av presti.
Tey ynsktu bæði at verða brend
og eru jarðað í Aabenraa, tætt við
markið til Týskland.
Hetta er eitt syrgiligt kapitul í
teirri annars glæsiligu Effersøe-
søguni.
John Effersøe:
Abbasynirnir doyðu fyri Hitler
Ein serligur sorgarleikur hendi í donsku Effersøeættini. Dóttir Jón, Kamma, maður hennara og
báðir synirnir fóru í týska hertænastu undir seinna heimsbardaga. Synirnir fullu báðir
Plakat, sum skuldi eggja
ungum dønum at berjast
móti kommunistum
Christian Peter Kryssing, versonur
John Effersøe, gjørdist fyrsti
leiðari í Frikorps Danmark. Tað
kom honum dýrt at standa
Agnes, kona John Effersøe