mikudagur 21. september 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 21. september 2011 · Nr. 109
Sosialurin
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Hetta var nú ikki einasta krígs
luttøkan hjá Effersø-unum. Pápa
beiggi John, Oliver Petræus Effer
søe, luttók í danska herinum í
krígnum móti Týsklandi í 1864. Ì
minningarorðum í Dimmalætting
9. Januar 1897 verður sagt, at »han
gjorde sig bemærket som en rask
og uforfærdet Soldat.«
Hann kom heim í øllum góðum
og kom at gera seg galdandi í Føroy
um eftir heimkomuna bæði sum
løgtingsmaður, limur í ríkisdegnum,
sum blaðstjóri á Dimmalætting og
sum lærari á Realskúlanum í Havn.
Í Effersøe ættini í Føroyum eru
tveir Oliver. Tann yngri Oliver var
beiggi Rasmus og John, sum henda
søgan snýr seg um.
Sum ofta er, tá ið byrjað verður
við einum evni, so kemur meira
fram. Tí verður eisini tikið við ein
umrøða av tí yngra Oliver Effersøe.
Lise Effersøe Edwards hevði
við sær til Føroya eina áhugaverda
ferðafrásøgn í Føroyum hjá Sigrid,
sum var dóttir Oliver. Brot verða tikin
burtur úr henni í komandi pørtum.
Men hetta gevur høvið til eisini
at lýsa Oliver, sum ta tíð tað var
spældi ein týðandi leiklut í politikki
í Føroyum. Men hetta er meira enn
80 ár síðani, tí vita fólk í dag ikki so
nógv um hann.
Oliver var umrøddur í greina
røðini um Kristian Djurhuus. Ann
ars er tað serliga Hans J. Debes,
sum hevur skrivað um Oliver.
Eisini er hann umrøddur í bókini
um Sambandsflokkin. Men okkurt
er funnið í bløðum og skjølum, sum
kann gera søguna hjá Oliver meira
fullfíggjaða.
Hevði góðar gávur
Tað er einki at ivast í, at Oliver
hevur verið ein gávuríkur maður.
Hetta vísir øll tey álitisstørv, hann
hevur havt, sum tey eru lýst í Dansk
Biografisk Leksikon
Oliver Effersøe var føddur 20.3
1863.
Hann gjørdist »Exam juris«, eitt
slag av løgfrøðingi í 1882, bert um 19
ára gamal.
Oliver arbeiddi sum fulltrúi hjá
pápanum, Gudmund Effersøe, árni
1883-94.
Hann tekur við eftir pápanum
í 1894, og er sýslumaður fram til
1920, tá ið hann verður avloystur av
Kristian Djurhuus.
Umframt at vera sýslumaður
hevði Oliver onnur størv. Hann var
postavgreiðslumaður í Trongisvági
1883-1905, og hann var formaður
fyri Froðbiar sóknar kommuna
1889-1905.
Tað var tó sum politikari, at
Oliver gjørdi mest um seg.
Hann var løgtingsmaður 1889-
92, 1900-1901 og 1905-31. Hann var
við til at stovna sambandsflokkin
og
gjørdist
formaður
fyri
Sambandsflokkin 1917-24.
Oliver gjørdist fyrsti fólkavaldi
løgtingsformaður 1924-28, eftir at
amtmaðurin hevði verið føddur
formaður.
Oliver var valdur til fólkatings
mann í 1906 og sat til 1913. Í fólka
tinginum var hann 2. næstfor
maður í Fólkatinginum 1906-12 og 1.
varaformaður 1913.
Hann kom eisini at gera seg
galdandi sum løgtingsvaldur lands
tingsmaður 1914-15 og 1921-33.
Í landstinginum var hann limur
í uttanríkispolitisku nevndini 1923-
28.
Hann var limur í Ríkisrættinum
1923-28 og næstformaður frá 1925
Oliver var stjórnarlimur í Færø
Amts Sparekasse 1918-23
Hann var eisini formaður í Suður
oy Præstegælds Forligskommision.
Koppaði bóndan í 1906
Fyrsta rættiliga politiska orrust
an Oliver Effersøe var í, var í 1906.
Tá var tað, at Jóannes Patursson
sum fólkatingsmaður var komin
til Føroya við nógv umrødda »til
boðnum«, sum skuldi geva Føroy
um eitt vet av meira sjálvræði móti
at gjalda eitt sindur av skatti.
Hetta tilboð fekk sín argasta
mótstøðumann í Oliver Effersøe,
sum helt hetta var byrjanin til loys
ing frá Danmark. Hetta var eisini
høvuðsevnið á fólkatingsvalinum í
1906, sum Oliver Effersøe vann við
stórum meiriluta.
Tað er løgið, at júst abbasonur
tann Effersøe, sum av dønum varð
roknaður sum landasvíkjari móti
teimum í samband við Hunda
dagakongin, skuldi gerast tann
mest dansktsinnaði politikarin í
Føroyum. Oliver tosaði konsekvent
danskt í løgtinginum. Tað er tiltik
ið, at hann í síni fyrstu røðu á fólka
tingi segði: »Vi færinger føler os
fuldstændigt som danske.«
Men hann segði so nógv annað í
hesi røðu, sum fyllir meira enn eina
tættskrivaða síðu í Dimmalætting.
Tað sæst, at hann hevur dugað væl
at orða seg.
Fremsta málið hjá Oliver er
at verja danska málið í Føroyum,
sum hann metir sum ein treyt
fyri menning í Føroyum. Hann
heldur eisini, at danska málið sum
»kultursprog« er lykilin til sam
bandið út eftir. Fá »seperatisterne«
vald, so er vandi fyri, at beint verður
fyri hesum.
Hann hevur onkra áhugaverda
upplýsing um, hvussu nógv danskt
verður lisið í Føroyum. M.a. at í
fíggjarárinum 1900/1901 komu 1830
donsk bløð til Føroya í 42.150 ein
tøkum. Longu fimm ár seinni vóru
hesi tøl tvífaldað.
Men hann tykist eisini at fegn
ast um, at føroyska málið hevur
framgongd, eisini við nýggja skrift
málinum.
Hann sigur eisini: »Det færøske
sprog tvivler jeg ikke om, at man
vil give Frihed, man vil give det den
Frihed, som Færingerne og Fær
øernes Lagting ønske, at det skal
have.«
Eisini heldur hann, at tað er
gott at liva í Føroyum. Hetta sást í
økingini av fólkatalinum, sum var
størri enn í Danmark.
Oliver Effersøe – basti Jóannes Patursson í 1906
Her er omman Agnes, kona John Effersøe, við seks ommubørnum. Tey eru f.v. Jon, sonur Gudmund, Poul, sonur
Kjartan, Bergitte, dóttir Hjørdis, Niels, sonur Kammu, Troels, sonur Thurid, og Ingrid, dóttir Gudmund.
Agnes slapp undan at uppliva ommusynirnar doyggja fyri Hitler
Thurid, dóttir Agnes og John
Effersøe. Mamma Lise
Í komandi parti kemur
umrøðan av hesi røðu og
fyrsti partur av frásøgnini
hjá Sigrid, dóttir Oliver
Effersøe, skrivaði frá teirra
Føroyavitjan í 1921. Seinni
aftur verður ein frásøgn við
eftirmælið hjá pápa hennara