Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-21, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 21. september 2011 · Nr. 109 Sosialurin Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Chevrolet 100 ár Tann 3. november eru 100 ár síðan Louis Chevrolet stovn­aði Chevrolet bilverk­smiðjuna í USA í 1911. Síðan 1918 hevur Chevrolet verið partur av General Motors konsernini. Chevrolet er eitt av elstu bil­merkj­ unum í Føroyum. Tað var fyritøkan P/F Vil­helm Nielsen sum seldi Che­ vro­let í mong ár. Fyrstu bilarnir komu higar til lands í 1920-unum. Í dag er tað Auto Service, sum selur Chevrolet í Før­oyum. Vinnu- & Bilradio á Rás2 Hósdagin kl. 16.10 Í sendingini verður vitjað á bilasøluni Auto Service. Vitjað verður á teimum ymisku deildunum, og samrøður eru m.a. við sølumenninar Otto Andreasen og Páll Danielsen, Heðin Weihe, verkstaðsleiðara, Anfinn Hansen goymsluleiðara og Pól Jákup Poulsen fíggjarstjóra. Chevrolet Classic Six 1911 Otto Andreasen Páll Danielsen Heðin Weihe Chervrolet Cruze 2011