mikudagur 21. september 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. september 2011 · Nr. 109
24
Sosialurin
Ítróttur
Jóannes Hansen
Mánakvøldið var undirhaldandi,
intens og spennandi oyggjauppgerð
við Løkin í Runavík, har ÍF vann 2-1
á NSÍ. Hetta var annar sigurin á
rað hjá fuglfirðingum, sum harvið
rættuliga hava meldað seg upp í
aftur kappingina um at sleppa und
an niðurflyting.
NSÍ legði seg á odda beinanvegin
við framúr máli, sum Mamuka skor
aði úr 22 metra fjarstøðu. Burtur
sæð frá fyrstu løtuni, tá ið NSÍ var
greitt omaná, so var ÍF væl upplagt,
og sum 2. hálvleikur leið var luturin
hjá heimaliðnum at verja og dúva
upp á snarálop.
Tá ið tað restaðu tjúgu minuttir
skoraði ÍF tvey mál, og so sást tað
heil væl, at fuglfirðingar stríddust
fyri lívinum, og at NSÍ ikki hevur so
nógv at spæla fyri.
Alt árið hevur ÍF havt trupul
leikar at skjóta mál, og millum
orsøkirnar til tað hevur aftur og
aftur verið víst á, at tað er komið
sera illa við, at Chris Muomaife hev
ur verið so skaðaplágaður. Hann
varð keyptur til at skjóta mál, og
tá ið hann hevur verið skaddur,
so hevur tað víst seg at vera risa
trupulleiki fyri ÍF.
Mánakvøldið
var
Chris
Muomaife í ÍF álopinum. Tað sást
væl, at hann er ikki í dystarvenjing,
men samstundis var tað sjón fyri
søgn, at hann hevur dygdirnar, sum
ÍF so ofta fyrr í ár hevur restað:
hann er sterkur, bóltførleikin er
góður, máltevið er gott, og hann
hevur gott skot.
Fyrra málið skoraði Chris eftir
uppspæl í vinstru og innlegg.
Bólturin brast í tvørtræið, niður
í svøðrin og út aftur í spæl. Væl
staddi linjuverjin markeraði, at
bólturin hevði verið innanfyri, og
dómarin, sum stóð seg sera væl,
peikaði á miðjuna.
Lítla løtu seinni rann Chris frá
NSÍ liðnum, sum hevði verið í álopi,
og tá ið hann kom ímóti Andras
Gango, lyfti hann bóltin upp um
hann og í málið.
Bæði á og kring vøllin setti
leiðslumálið rættuliga eld í fuglfirð
ingarnar, og ÍF avrikið bar boð um,
at fuglfirðingar eru førir fyri bæði
at spæla og stríða seg til rættin at
halda fram í bestu deildini.
Fimm finalur
B71 er ivaleyst fokið, og nú er spurn
ingurin, um tað verður 07 Vestur,
KÍ, ÍF, HB ella B68, sum skal tungu
leiðina niður í næstbestu deildina
saman við sandoyingum. Tað eru
bara tvey stig frá B68 á fimta plássi
og niður til 07 Vestur á 9. plássi. Tí
ber tað væl til, at alt verður vent á
høvdið eftir einum degi.
Tá ið tað er so tætt, kann tað fara
at vísa seg, at málmunurin fer at
hava avgerandi týdning. Í tí kapp
ingini er 07 Vestur ringast stillað,
meðan B68 og HB eru betri fyri enn
ÍF og KÍ.
Sunnudagin vísti HB, at tað
ber til at fáa stig frá teimum, sum
kappast um FM og heiðursmerkini,
og ÍF sigurin mánakvøldið ber boð
um, at NSÍ er til at tosa við.
Men tað verður fyrst og fremst
í innanhýsis uppgerðunum mill
um hesi fimm – B68, HB, ÍF, KÍ og
07 Vestur – at tað verður avgjørt,
hvør fer at sleppa undan niður
flytingini, og hvør fer at sita eftir
við svarta peri. Higartil hevur
kanska verið roknað við, at stigini
ímóti sandoyingum fóru at verða
lætt vunnin. Í Sørvági vísti B71
sunnudagin, at sandoyingar ikki
eru farnir í vetrarfrí. So leingi tað
er lív, er tað vón, plagar at verða
tikið til, og tað hava teir í B71 tikið
til sín.
Í toppinum royna Víkingur og
EB/Streymur at geva B36 kapping
um FM heitið, og í botninum verður
talan um fimm finaluumfør við
níggju dystum. Tveir teir fyrstu eru
á skránni longu sunnudagin, tá ið
HB skal til Fuglafirðar, og tá ið B68
skal til Sands.
Gongdin higartil hevur ikki givið
nakra avgjørda ábending um, at
nakað av hesum fimm liðunum er
favorittur at sleppa undan niður
flytingini. Tískil er tað framvegis
møguleiki fyri, at HB og KÍ sunnu
dagin 16. oktober í næstsíðsta um
fari í Gundadali fara at stríðast um
at sleppa undan niðurflyting.
Tað var ikki gamalt í føroyskum
fótbólti, at dystirnir fram ímóti
kappingarenda millum hesi bæði
sigursvandu feløgini skuldi hava
hesa dagsskránna, men tað er so
nógv, sum er øðrvísi í føroyskum
fótbólti nú, enn tað áður var. Bæði í
toppinum og í botninum og tí bíða
fimm finalur fyri framman!
NSÍ - ÍF 1-2 (1-0)
Bóltar:
Fimm finalur fyri framman
Vodafonedeildin ÍF avrikið og sigurin í Runavík bera boð um, at stríðið um at sleppa undan seinna
niðurflytingarplássinum eisini fimm tey seinastu umførini fer at standa millum fimm feløg
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 B36
22
17
4
1
52
20
32
55
2 Víkingur
22
15
4
3
45
24
21
49
3 EB/Streymur
21
15
2
4
55
26
29
47
4 NSÍ
22
8
8
6
49
37
12
32
5 B68
22
6
5
11
34
36
-2
23
6 HB
22
6
5
11
37
40
-3
23
7 ÍF
21
6
4
11
27
34
-7
22
8 KÍ
22
6
4
12
33
41
-8
22
9 07 Vestur
22
5
6
11
24
51
-27
21
10 B71
22
3
2
17
23
70
-47
11
Vodafonedeildin
23. umfar
ÍF - HB
B71 - B68
24. umfar
KÍ - B68
HB - 07 Vestur
25. umfar
B68 - ÍF
B71 - KÍ
26. umfar
HB - KÍ
07 Vestur - B68
27. umfar
ÍF - 07 Vestur
Innanhýsis uppgerðir millum botnliðini:
tætt í botninum
Chris Muomaife (9) skjeyt bæði málini hjá fuglfirðingum, og er botnstríðið nú tættari enn nakrantíð
Savnsmynd: Álvur Haraldsen