Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 21. september 2011 · Nr. 109 Sosialurin Nøvn Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Poul Arne Joensen ættaður úr Sørvági búsitandi í Tórshavn andaðist á Lágargarði mánadagin 19. september, 91 ára gamal. Kistan fer av Lágargarði mikukvøldið 21. september kl. 18:00. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni hósdagin 22. september kl. 14:00. Sálmabókin verður nýtt. Familjunnar vegna Mourits og Páll Árni Tey, ið vilja minnast Poul Arna við blómum ella kransi, kunnu lata Lágargarði eina gávu, konta í peningastovnunum. Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, ið vóru við til at gera 80 ára føðingardagin hjá mær so hugnaligan. Tøkk øll tit, ið hjálptu til við at stíla fyri veitsluni. Takk fyri gávur, blómur og fyri uppringingar. Vinarlig heilsan Marita Joensen Argir Petur Martin Rasmussen er føddur á Skála tann 24. sept 1931. Foreldrini vóru Olaf Rasmussen og Súsanna Maria, vanliga nevnd Jústi. Petur Martin vaks upp á Skála øll barnaárini. Hann fór til Havnar í 1948 og tók præliminerprógv í 1950. Síðani fór hann í stu­denta­ skúla og tók studentsprógv í Havn í 1952. Sama ár fór hann til Keypmannahavnar at lesa guðfrøði, har hann búði á Regensini ella Garði nærum øll lestrarárini. Eftir loknan guðfrøðiligan lesnað í 1960, gjørdist Petur Martin hjálparprestur hjá Jóhan Nielsen sum var fólka­ tingsmaður. Í 1962 gjørd­ ist hann prestur í Havn og adjunktur á Studenta­skúl­ anum. Í 1971 fekk hann presta­ embæti á Eiði, har hann var til 1983, tá ið hann fór aftur til Havnar at gerast lektari á Setrinum. Petur Martin stovnaði guðfrøðideildina á Setrinum, og í 1987 gjørdist hann doktari í guðfrøði á uni­ versitetinum í Lund í Svøríki. Doktararitgerðin snúði seg um politisku søguna hjá før­oyska kirkjumálinum, ein ritgerð, sum navnframi kirkju­søgumaðurin P. G. Lind­ hardt gav besta skoðsmál. P. G. Lindhardt dró samanum við hesum stuttligu og heldur spísku orðum: »Færøsk var godt nok i daglig tale, men i kirken var det en synd bðde mod Gud og mennesker.« Í 1990 fekk Petur Martin em­bæti sum dómpróstur Før­oya, og røkti hann hetta starv, til hann gjørdist prest­ ur á Tvøroyri, har hann var til hann fór frá fyri aldur í 2001. Petur Martin Rasmussen hevur altíð havt livandi áhuga fyri føroyskari søgu, móður­málinum og ættarsøgu. Ansin fyri móðurmálinum fekk hann frá pápa sínum, sum hevði gingið á háskúla í sínum ungu døgum og hevði lært at skriva føroyskt hjá Símuni av Skarði. Petur Martin hevur skriv­ að eina ørgrynnu av bók­lig­ um tilfari, og í løtuni arbeiðir hann, saman við systkina­ barninum Peturi Poul­sen, við eini bók um heim­bygdina Skála. Petur Martin er giftur Ingi­bjørg, fødd Jakobsen, sum er ættað úr Hvalvík. Í gjár, 20. september, fylti Annfinnur í Skála, søgu­ frøð­ingur, málfrøðingur og rit­høvundur í Havn 70 ár. Foreldrini Annfinni vóru Jóhanna M. Skaale (f. 1906), fødd Joensen úr Innistovu á Trøllanesi og Sigfried Skaale (f. 1906 + 1977) úr Havn. Kona Annfins var Súsanna á Brús­ oyri (f. 1947 + 2004), Msc í sjúkrarøkt. Tey hava synirnar: Ragnar (f. 1976) og Gilli (f. 1982). Annfinnur hevur verið lærari í søgu, enskum og forn­aldarfrøði á Føroya Stu­denta­skúla og HF-skeiði síðan 1975. Annfinnur hevur skrivað hesar bøkur saman við øðr­ um ella einsamallur • Føroyskt mál og støða tess í hf- og studentaskúlanum. (Álit skrivað saman við Jonhardi Mikkelsen, Ann Ellefsen, Jógvani Mørkøre og Póli Jespersen). Føroya Skúlabókagrunnur. Tórs­ havn 1990. • Ensk-føroysk orðabók (sam­an við Jonhardi Mikk­ el­sen og Zakariasi Wang). Stið­in Tórshavn 1992. • Stjórnarskipanarmálið 1946. Keldur til Føroya søgu. 1994. Føroya Skúla­ bóka­grunnur. Tórshavn 1994. • Frá stórkríggi til heims­ kríggj 1918-1939. Føroya Skúla­bókagrunnur. Tórs­ havn 1994. • Søga Týsklands 1918-1939. Lýst við keldum. Føroya Skúla­bókagrunnur. Tórs­ havn 1994. • Donsk-føroysk orðabók (sam­an við Jonhardi Mikk­ el­sen, Honnu Jacobsen og Zakariasi Wang. Stiðin. Tórshavn 1998. • Heimurin forni 1. Hjá dvørgum í Niðafjøllum. Sprotin. Tórshavn 2000. • Heimurin forni 2. Ferðin til Zambora. Sprotin. Tórs­ havn 2000. • Føroysk-ensk orðabók (sam­an við Jonhardi Mikk­ el­sen). Sprotin. Tórshavn 2008. • Ensk-føroysk orðabók (end­ urskoðað og nógv víðk­ að) (saman við Jonhardi Mikkelsen). Sprotin. Tórs­ havn 2008. • 2001 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar­ bókmentir. Petur Martin Rasmussen prestur áttati Annfinnur í Skála sjeyti 80 ára føðingardagur Leygardagin, 24. september, verður Petur Martin Rasmussen, prestur, 80 ár. Dagurin verður hildin við eini máltíð í HB húsinum frá klokkan 13 til 17. Tey, sum hava hug til at heilsa uppá familjuna, eru væl komin. 90 ára føðingardagur Fríggjadagin, 23. sepbember, fyllir Henny Mikkelsen, Klakksvík, 90 ár.