Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. september 2011 · Nr. 110 8 Sosialurin Snorri Brend Endamálið við Skótahjálpini er, at frískir og ferðugir føroyskir skótar hjálpa sjúkum ella illa støddum børnum burtur og heima. Hetta gera tey við at hjálpa fólki, við at veita teimum eina hjálpandi hond. Í ár er tað 28. árið á rað, at før­ oysku skótarnir skipa fyri Skóta­ hjálpini. Reglugerðin hjá Skóta­hjálp­ ini ásetur, at árligi stuðulin skal fara til eina heimliga verkætlan og eina verkætlan í menningarlondum. Ein partur fer í Neyðhjálpar­ grunn­in hjá Skótahjálpini. Hesin hevur gjøgnum árini latið hjálp í sambandi við brádliga íkomna neyð bæði burturi og heima. Føroyska stuðulsverkætlanin í ár er barna- og ungdómsarbeiðið hjá Diabetesfelagnum. Her verð­ ur skipað fyri legum og øðrum til­ tøkum, ið kunnu hjálpa diabetes­ raktum ungum betur at liva við sínum trupulleika. Menningarverkætlanin í ár er barnaheim og skúli í Indiu, nevnt Santibari. Í fjør vórðu 50.000 krónur lætnar hesi verkætlanini. – Av royndum vita vit, at børnini á Santibari hava tað trygt og gott, og at heimið hevur dugnaliga leiðslu, verður sagt frá føroysku skót­unum. snorri@sosialurin Frískir skótar hjálpa sjúkum børnum Skótahjálpin er felags tiltak hjá øllum teimum fýra skótasamskipanunum í Føroyum Leygardagin fara skótar kring landið at ganga í húsini at bjóða sær til at gera einahvørja tænastu fyri fólk. Hildið verður á alla komandi viku, fram til leygardagin 1. oktober . Innkomni peningur verður millum annað sendur einum barnaskúla í India. Hesi børnini á Santibari-skúlanum í Norðurindia fáa gleði av tí arbeiðinum, sum føroysku skótarnir fara at gera teir næstu dagarnar. Skúlaflokkar áttu at ferðast ókeypis Ein heilur dagur við Bíbliuni Tórshavnar kommuna/Eysturkommuna: – Eg heiti á myndugleikarnar um at taka hesar kommunur sum fyrimyndir, í tí at bjóða fram ókeypis busskoyring, sigur Jónleif Johannesen (myndin), næstformaður í Føroya Lærarafelag. Í dag er støðan tann, at fleiri skúlar orsakað av ferðakostnaði niðurtóna læruríkar undirvísingartúrar. Fyri at eggja til góða og fjøltáttaða undirvísing áttu Oyggjaleiðir og Bygdaleiðir at bjóða skúlaflokkum at ferðast ókeypis. - Við verandi skipan missa vit henda góða møguleikan, vísir hann á. Tað verða ov fáir flokstúrar gjørdir, eins og næmingarnir missa góðar undirvísingarmøguleikar. Kollafjørður: Í morgin, leygardagin skipar missiónshúsið í Kollafirði fyri einum sonevndum Bíbliudegi. Her er talan um ein dag við fleiri bíbliutímum, sum Jákup Joensen í Sandavági fer at halda um tíðartekin í Bíbliuni. Hetta er aðru ferð at tey í missiónshúsinum royna eitt slíkt tiltak. Ta fyrru ferðina eydnaðist tað so mikið væl, at tað nú verður endurtikið. Í ár verður byrjað við morgunmati klokkan 9, og síðani verður hildið á til út á seinnapartin. Tiltakið endar klokkan 16. GLEÐI Skótahjálpin 2010 savnaði inn pening, millum annað til átakið "Í menniskjum góður tokki". 50.000 krónur vórðu lætnar Anlis Bjarkhamar, samskipara av tí tiltakinum GOTT ENDAMÁL Nevndin í nýstovnaða "Suðuroyar Kappróðrarfelag" skrivar nú út kapping um nýtt búmerkið og litir til Suðuroyar Kappróðrarfelag. Einasta treytin er, at bú­merk­ ið og litir hóska til eitt kapp­ róðrarfelag. Annars er bert hug­ flogið, sum setur markið. Afturat heiðrinum fyri at hava gjørt nýggja búmerkið, verður eisini latið heiðursbræv og pen­ inga­upphædd á 1.500 krónur. Freistin at lata inn uppskot er 30. okt. 2011. Tá freistin er úti, verður ein bólkur settur, sum skal taka støðu til hvat búmerkið og hvørjir litir vera valdir til nýggja felags kappróðrarfelagið, sigur nevndin í Suðuroyar Kapp­ róðrarfelag. snorri@sosialurin.fo Búmerki til nýtt kappróðrarfelag Vit mega hugsa nýtt, frískt og liv­ andi. Kirkj­an er til fyri fólk­ið, íroknað fólk við breki, ið eru van­lig fólk Jógvan Fríðriksson, bispur Fyrra hálvár í ár vóru bara 18 børn fødd í Vág­um - seks í hvørj­ ari av teimum stóru bygdunum: Sørvági, Miðvági og Sandavági TIL BROTS Nýggja kappróðrarfelagið í Suðuroy hevur av álvara lagt til brots. Nú skal búmerki útvegast felagnum