fríggjadagur 23. september 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 23. september 2011 · Nr. 110
Sosialurin
Leo Poulsen
Fyri aðru ferð innan góðan
mánað hevur Tjóðveldi mist
ein av sínum mest markantu
politikarum. Hesaferð er tað
Bogi Andreasen, varaborgar
stjóri í Tórshavnar kommunu,
sum hevur boðað frá, at hann
tekur seg úr flokkinum.
– Tað eru nógvar politiskar
útmeldingar komnar fram
í miðlunum í seinastuni,
eisini frá mær sjálvum, og
eftir drúgvar umhugsingar
eri eg komin fram til, at
mín
politiska
sannføring
sampakkar best við ta hjá
Fólkaflokkinum, sigur Bogi
Andreasen.
Hann sigur, at hann hevur
tikið hetta stigið eftir at hava
hugsað seg gjølla um í einar
tríggjar, fýra mánaðar.
– Tað er altíð eitt stórt
lop at skifta flokk, og tað er
ikki nakað, man ger uttan
víðari. Men eg klamsi ikki
við hurðunum, nú eg royni
nýggjar avbjóðingar, og tað
er langt frá ein fornermaður
tjóðveldismaður, ið nú fer
upp í Fólkaflokkin, sigur Bogi
Andreasen.
Hann var við á uppstilling
arfundi hjá Fólkaflokkinum í
gjárkvøldið, so tað hevur lgið
í luftini í eina tíð, at hann
skuldi skifta flokk, men Bogi
hevur hildið kortini tætt inn
av sær.
– Tað verður upp til veljar
an at gera av, um hann tekur
undir við mær ella ikki. Eg
velji bara at vera erligur, og
so má tað røkka ella støkka.
Eg kann ikki gera annað enn
at bera sjónarmiðini fram
eftir mínari egnu sannføring,
sigur Bogi Andreasen.
Varaborgarstjóri
Skiftið úr Tjóðveldi yvir
í Fólkaflokkin fer at hava
politiskar broytingar við sær.
Fyrst og fremst fer hann úr
samgonguni í Tórshavnar
býráð yvir í andstøðuna.
– Tað kemur so at føra
nakrar tillagingar í nevnd
arbýtinum við sær, nú sam
gongan missir ein lim og
andstøðan fær ein aftrat. Tað
kann koma at ávirka onkran
formanssess hjá Tjóðveldi,
sum er tødnað við einum
manni, sigur Bogi Andrea
sen.
Hinvegin ávirkar hansara
skifti frá samgongu til and
støðu ikki hansara støðu
sum varaborgarstjóri.
– Varaborgarstjórin verð
ur – eins og borgarstjórin
– valdur fyri alt valskeiðið,
og tí hevur tað ongan prakt
iskan týdning, um hann
er í samgongu, andstøðu
ella uttanflokka, sigur Bogi
Andreasen.
Hvussu tað fer at ganga
til komandi løgtingsval er
sjálvandi ilt at spáa um, men
skiftið kann fáa týdning í
býráðnum, eisini tá tað kemur
til komandi fíggjarlóg.
– Nú mugu vit bara síggja,
hvat veljarin heldur, sigur
Bogi Andreasen, sum fekk
felstar atkvøður á listanum
hjá Tjóðveldi til býráðsvalið
seinast, men altso nú verður
at finna á listanum hjá Fólka
flokkinum.
Altíð stórt stig at skifta flokk
- Tað er eftir gjølla umhugsan at eg havi gjørt av at skifta flokk, men tað er ikki tí at eg havi kent meg
illa í Tjóðveldi, at eg havi valt at fara úr flokkinum og upp í Fólkaflokkin, sigur Bogi Andreasen
Man har et standpunkt...
Bogi Andreasen skifti í gjár
Tjóðveldi út við Fólkaflokkin
HR-løgfrøði
- fyri allar leiðarar
10,17
fekk útbúgv-
ingin í miðal eftir
13'skalainum á
holdinum 2010/2011
Eg vil avgjørt mæla øllum leiðarum
at luttaka á hesari útbúgvingini...
“
“
Fyrrverandi luttakari:
S
i
T
t
13
100 Tó
h
i f
i@
i f
T l 32BELL (322 355)
Ein neyðug útbúgving fyri teg, sum er leiðari og hevur starvsfólkaábyrgd
ella er í einum HR-starvi.
Trý modul sum gera teg føran at taka avgerandi og røttu avgerðirnar í starvs-
fólkamálum.
Løgfrøðilig vitan og kunnleiki til galdandi krøv, lógir og reglur er
avgerandi fyri eina fyritøku ella stovn. Hevur tú ikki neyðugu vitanina, kann
tað lættliga ganga galið – og við stórum avleiðingum. HR-løgfrøði er týðandi og
viðkomandi fyri allar leiðarar. Hevur tú tí starvsfólkaábyrgd so er hetta júst ein
útbúgving fyri teg. Her fært tú alt tað relevanta serverað, soleiðis at tú aftaná
hevur eitt nógv størri yvirblik yvir løgfrøðina í starvsfólkamálum.
Les um útbúgvingina á heimasíðu okkara og síggj eisini
viðmerkingar frá fyrrverandi luttakarunum.
Dagar
9. oktober 2011 - 9. november 2011 - 30. november 2011
Úr skránni
Setanarsáttmálar, eisini stjórasáttmálar og tíðaravmarkaðar sáttmálar
•
Lønar- og eftirlønarviðurskifti
•
Setanarklausular
•
Immateriell rættindi, tagnarskyldu og vinnuloynidómar
•
Yvirvaking og eftiransing av starvsfólki og um KT-reglur
•
Arbeiðsumhvørvi, sjúkrafráveru, diskriminatión, barnsburð og frítíð
•
Uppsøgn, fráfaring og endurgjald
•
Tilmelding
Tilmelding og les meira um skeiðið á heimasíðu okkara, www.synergi.fo, ella ring
32BELL (322355).