Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. september 2011 · Nr. 110 10 Sosialurin Leo Poulsen Tað er komið eitt sindur óvart á hjá føroyska flogfelagnum, at eftirspurningurin hevur verið so stórur, at allar frá­ ferðir bæði í dag og í morgin eru fult bookaðar. - Tað hendir ymiskt í Føroy­ um í løtuni, og tað er komið eitt sindur bak upp á okkum, at eftirspurningurin hevur verið so stórur, sjálvt um vit eru komin fram móti endan­ um at september, sigur Jákup Sverri Kass, sølu- og markn­ aðar­stjóri hjá Atlantsflog. Flogfelagið hevði tríggjar fráferðir í gjár, harav tann eina var frá Billund. - Talan er um fult bookað flogfør eisini úr Billund og tað merkir, at einki pláss er umborð fyrr enn leygardagin, sigur Jákup Sverri Kass. Hetta merkir so, at nøkur ferðafólk í Danmark við opn­um ferðaseðli til Føroya mugu bíða til leygardagin at sleppa heimaftur. - Vit hava øll tey flogfør inni á rutuni, sum vit kunnu, so talan er snøgt sagt um ein so stóran eftirspurning, at tað er komið óvart á, sigur Jákup Sverri Kass. Leo Poulsen 13. og 14. september var ferða­ vinnu­stevnan Vest Norden Travel Mart hildin í Føroy­­um við luttøku av um­­leið hundrað keyparum frá ymsum herða­ shornum í heiminum. Vest Norden Travel Mart verður fyriskipað av NATA, ið stendur fyri North Atlantic Tour­ist Assossiation, og hesa­ ferð var tað Greengate Incom­ ing, ið stóð fyri praktiska partinum. NATA er felagsskapur við Íslandi, Grønlandi og Føroy­ um sum limi, og Ísland er nógv størsti fyriskiparin og rind­ar eisini mest til felags­ skap­in. VNTM verður tí fyr­i­skip­að annað­hvørt ár í Íslandi og síð­ani fjórða hvørt ár í ávika­­vist Føroyum og Grønlandi. Tað er eisini Ísland, ið hevur nógv størstan áhuga mill­­um keypar­ar­nar, men áhug­­­in fyri Føroy­um er vaksandi. - Stórur partur av keypar­ un­um eru gamlir kenningar hjá Atlantic Airways, men nakrir nýggir vóru við hesa­ ferð í Føroyum. Áhug­in fyri Føroyum er størstur í Dan­ mark og Norður­­lond­um, men eisini onnur lond í Europa so sum Bret­land, Holland, Týsk­land og Italia eru farin at sýna okkum áhuga, sigur Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlants­ flog, sum eisini er for­maður í Ferðavinnu­felagnum. Atlantic Airways tosar við flestu av keyparunum, ið eru við á hesum stevnunum. - Hesaferð hittu vit áhug­ aðar túroperatørar úr so fjarskotnum londum sum Kina, Japan og Australia, sigur Jákup Sverri Kass. Ferðalag Tað er ikki vanligt, at nakað úrslit stendst av einari slíkar stevnu beinanvegin, men heldur verður hetta roknað sum ein tilgongd, ið kann føra til økt virksemi seinni. - Hesaferð hava vit tó longu sæð heilt ítøkilig úrslit. Vit hava longu nú fingið eina bílegging frá einum australsk­ um túroperatøri sum hevur boðað frá, at hann kemur við einum ferðalagi upp á 20 fólk hendan vegin í august komandi ár ávegis til Ísland, sigur Jákup Sverri Kass. Tað er eingin loyna, at tað fyrst og fremst er Ísland, sum dregur, men sum ein bein­­­leiðis avleiðing av Vest Norden Travel Mart í Føroy­um hevur ferða­lagið valt at steðga í Føroy­um í tríggjar dagar. - Og hetta er ein steðgur, sum ikki var íkomin, høvdu vit ikki bjóðað okkum fram á slíkum stevnum sum VNTM, sigur Jákup Sverri Kass. Sum formaður í Ferða­ vinnufelagnum er hann innar­liga í føroyskari ferða­ vinnu, og hann sigur, at slíkar stevnur hava sera stóran týdning fyri Føroyar. - Eg havi víst á áður, at Føroyar finnast ikki á nøkrum korti, og tí er tað so sera týdningarmikið, at vit fáa víst okkum fram á henda hátt. Føroysku fyrireikararnir vóru væl fyrireikaðir og stevnan var væl fyriskipað, og slíkt er nakað, ið ger inntrykk hjá luttakarunum, sigur Jákup Sverri Kass. Betri umstøður Formaðurin í Ferávinnu­ felagn­um sigur, at tað er stór­ ur munur á Føroyum nú og fyri einum 20 árum síðani. - Samferðslukervið er vorð­ in so ómetaliga nógv betri. Vit hava fingið tunlar, nýggj­ ar ferjur og ikki minst tveir undir­­­sjó­var­tunlar, so tað er so ógvuliga nógv lætt­ari hjá ferða­­­fólki at koma fram, sigur Jákup Sverri Kass. Men eisini gistingarum­ støður og annað, ið hevur við ferðafólk at gera so sum bussar er vorðið munandi betri, og tí er munandi lættari at selja Føroyar nú. - Og við at skipa fyri slíkum stevnum sum Vest Norden Travel Mart verða peng­ar­nir nógv betri brúktir, enn við at keypa lýsingar í út­lend­skum bløðum ella sjónvarp­um, sigur Jákup Sverri Kass. Og stevnan í Føroyum í síðstu viku var eitt gott dømi um tað. - Alt hepnaðist sera væl. Luttakararnir komu mána­ dag, stevnan var týsdag og mikudag, og so fóru teir avstað aftur hósdag og tað merkir, at teir eisini høvdu møgu­leika at gera útferðir. Eisini veðrið var til vildar, so vit kundu illa fingið eina meiri vælhepnaða stevnu enn tað sama, sigur Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðar­ leiðari hjá Atlantic Airways. leo@sosialurin.fo Travel Mart gevur úrslit FERÐAVINNA Vanliga gongur rúm tíð frá tí at ein ferðamannasstevna hevur verið, inntil úrslitini byrja at vísa seg, men longu nú hevur ein ferðafyriskipari boðað frá, at ein bólkur av australiumonnum kemur til Føroya komandi ár – bert góða viku eftir at Vest Norden Travel Mart var í Føroyum Tað er komið eitt sindur óvart á hjá Atlantsflog, at eftirspurningurin hevur verið so stórur nú september fer at halla Atlantsflog fult bookað Jákup Sverri Kass tosaði við hópin av keyparum – gamlir kenningar eins væl og spildurnýggjar kundar – á VNTM. - Tá tú ert vanur við hetta arbeiðið kennir tú beinanvegin, um nakað kann spyrjast burtur úr, og tað kann tað Mynd: Álvur Haraldsen GÓÐ KENSLA