Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 23. september 2011 · Nr. 110 Sosialurin Leo Poulsen Tað vórðu í ár handaðar tríggj­ar heiðurslønir í Müllers Pakkhúsi. Nevndin metti ikki í ár, at nøkur bók var til heiðurin Fagrar bókmentir, og tað kemur fyri, at ikki allar fýra heiðurslønirnar verða givnar. Tað var Nicolina Jensen Beder, ið fekk Virðirløn M. A. Jacobsens fyri yrkis­ bók­mentir 2011 fyri bókina SEYÐUR ULL og TØTING. Í grundgeving síni sigur nevndin soleiðis: »Nicolina hevur við nær­ lagni, persónligum innliti og hollari rannsakan lýst til­virking úr skinni og ull úr søgu­ligum og siðsøguligum sjónarhorni. Hennara eldhugi og hegni at seta sín dám á hetta megn­ arverk. Eitt verk av alstórum týdningi, tí tað sigur frá einari tilverutýðandi og sið­ vandnari framleiðslu, sum er um at fara í søguna. SEYÐUR ULL OG TØTING gevur samtíðini og eftirtíðini møguleika at kunna seg við siðbundna stovnsrøkt og tilvirking úr skinnni og ull«. Jógvan Isaksen fær Virð­ is­løn M. A. Jacobsens fyri mentanarlig avrik 2011 fyri virki hansara til frama fyri før­oyska bókaútgávu. Nevndin sigur: »Jógvan hevur seinastu mongu árini staðið á odda í Mentanargrunni Stu­denta­ felagsins, sum er vorðið rætti­ligt forlag í tann mun tað ber til í Føroyum. Mentanargrunnur Stu­ denta­felagsins gevur bóka­ mark­naði okkara breidd og dýpd, sum høvir fólka­ræðis­ ligum hugsunar-, talu- og prent­frælsi. Und­ir leiðslu Jógv­ ans hev­ur føroyska almennið fing­ið ein hóp av týðandi sam­ tíðar­bókmentum«. Symfoniorkestur Barnamentanar­heiðursløn Tórshavnar býráðs 2011 verð­ur latin Føroya Sym­foni­ orkestri. Grundgevingin er henda: »Í eini aldargamlari kvæða­ mentan og eini liv­andi sang­ mentan hevur Før­oya Sym­ foni­orkestur við ný­hugs­an savnað føroysk børn til tón­ leikaligar heildar­upp­livingar. Føroya Symfoniorkestur er ein fongur og hevur prógvað sín alstóra týdning fyri ta tónleikaligu meningina. Okkara symfoniorkestur hevur við konsertum fyri barna­gørðum og skúlum og sínum beinrakna tónleika­ úr­vali loftað teimum yngstu áhoyr­arunum kring alt land­ið. Jóla- og familju­kon­sert­ irnar við evnaríkum tón­ leikarum og spentum, syngj­ andi børnum geva afturljóð í jólahugnanum«. Tað var Jógvan Arge, for­ maður í mentamála­nevndini, sum bjóðaði vælkomin, áðr­ enn Tórshavnar Kamarkór sang. Síðani handaði Heðin Mortensen heiðurslønirnar, ein strúkikvartett hjá Føroya Symfoniorkestri spældi eitt lag, áðrenn fullsetta Müllers Pakkhús var karmur um ábit. Symfoniorkestrið, Jógvan og Nicolina heiðrað Virðislønir M. A. Jacobsens vórðu handaðar í Müllers Pakkhúsi í gjárkvøldið, og tað vórðu Føroya Symfoniorkestur, Nicolina Jensen Beder og Jógvan Isaksen, ið fingu heiðurslønirnar Poul Jákup Thomsen tók vegna Føroya Symfoniorkestur ímóti Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs Mynd: Óla J. Rólantsson ÚTBÚGVING fyri samskiparar, skrivarar og hjálparfólk ... Fyrsti undirvísingardagur er 4. november 2011, men tú fært fyrsta modul at lesa í vikuni tann 6. oktober 2011, so tú kanst náa tað enn;-) Útbúgvingin er gjørd í samstarvi millum Synergi & Confex og er frá oktober 2011 til mars 2012 Byrjar 6. oktober 2011 Ein intensiv og spennandi útbúgving uppá ½ ár og tú fært prógv uppá tínar førleikar. Útbúgvingin er fyri skrivarar, samskiparar, móttøku- fólk, advokatskrivarar, leiðslu- skrivarar, læknaskrivarar, hjálpar- fólk, skrivstovufulltrúar, verk- ætlanarskrivarar og onnur í líknandi størvum. Fá eina serliga og persónliga útbúgvingartilgongd, har brenni- depilin er settur á teg og tína persónligu og fakligu menning. Tú verður betur búgvin og víðariment/-ur innan mest við- komandi økini í tínum starvi. Tú fert at trívast uppaftur betur í starvinum og verður styrkt/-ur sum sparringspartnari hjá bæði leiðara og starvsfeløgum. Útbúgvingin er løgd til rættis sum ein samanrenning av undirvísing, coaching og sjálvlesnaði, so tú kanst fáa lærutilgondina at passa inn í ein gerandisdag, har nógv er at gera. Afturmeldingarnar siga, at hetta er tann besta lærutilgongdin. Á heimasíðuni kanst tú lesa alt, umframt at tú kanst síggja sam- røður við luttakarar frá holdinum 2010/2011. Gleð teg til Ein fyltan amboðskassa, • soleiðis, at tú betur kanst stýra í einum rokutum gerandisdegi Styrktar førleikar í samskifti, • samstarvi og ósemjuhand- faring, sum tilsamans geva tær størri slagmegi Størri motivatión og • arbeiðsgleði Fokus á styrkir og avbjóðingar • Eina ætlan fyri framtíðar mál • Fá prógv uppá tínar førleikar Les meira og tekna teg á www.synergi.fo. Tú ert eisini vælkomin at ringja á 322 355 ella at senda okkum ein teldupost á synergi@synergi.fo 6 modul yvir 6 mánaðar Sera vælumtókt, bæði í FØ og DK. Fekk heili 10,2 í miðal eftir 13’skalainum í 2010/2011