fríggjadagur 23. september 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. september 2011 · Nr. 110
12
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað eru nøkur mál, ið skulu
avgreiðast, áðrenn val verður
útskrivað.
- Og nøkur teirra eru
longu
avgreidd,
eitt
nú
sjúklingahotellið
í
Keyp
mannahavn, Smyril Line og
eykajáttanarlógin. Sumt av
hesum er nakað, ið neyðugt
er at avgreiða, fyri at halda
samfelagshjólunum
mal
andi. Til dømis ber ikki til,
at strandfaraskipini liggja,
sigur Kaj Leo Holm Johanne
sen, løgmaður.
Av
øðrum
málum,
ið
somuleiðis skulu avgreiðast,
áðrenn val verður útskrivað,
nevnir
løgmaður
brúks
skylduna og Húsalánsgrunn
in. Hinvegin er meira ivasamt
við tveimum øðrum stórum
og umfatandi málum.
- Tað er nógv sum bendir
á, at vit ikki fáa avgreitt
kommunureformin í hesum
valskeiðinum, og sama er
við
pensjónsreforminum.
Hetta eru tvey mál, ið eitt
nýtt landsstýri – uttan mun
til, hvør tað verður – má taka
sær av sum eitt av tí fyrsta,
sigur Kaj Leo Johannesen.
Hann væntar, at teir vita
nærri um kommunureformin
um nakrar dagar.
Eingin sjálvdráttur
Fólkatingsvalið
hevur
á
mangan hátt vent eitt sindur
upp og niður upp á støðuna,
og so hvørt tað nærkast
einum løgtingsvali, hava ting
limir í alsamt størri mun hug
at ganga egnar leiðir.
- Vit síggja tað alt meira í
tingarbeiðinum, at fólk hava
hug at vera í sjálvdrátti. Eisini
innan mín egna flokk. Men
tað fari eg ikki at góðtaka,
sigur Kaj Leo Johannesen.
Hann
sigur,
at
fólk,
sum bara draga sína egnu
línu, seta seg sjálvi út á eitt
síðuspor.
- Tey byrgja seg inni, og
eingin vil hava nakað við tey
at gera. At koyra eitt sololøb
loysir ongar trupulleikar, tí
eingin lyftir nakað einsamall
ur, sigur Kaj Leo Johannesen.
Løgmaður sigur, at hann
ikki fer at góðtaka, at fólk
einsæris leggja fram uppskot,
sum í fyrsta lagi kosta landi
num millióna upphæddir, og
í øðrum lagi framman undan
eru dømdar at falla, tí meiri
luti ikki er fyri teimum.
- Slíkt skal á ongan
hátt bera til, sigur Kaj Leo
Johannesen.
Nervøsitetur
Eisini á annan hátt hevur
fólkatingsvalið havt eina
ávirkan á tingarbeiðið.
- Tað er klárt, at tá tað
gekk Sambandinum so væl,
meðan Tjóðveldi fór so nógv
aftur, so skapar tað ein ávísan
nervøsitet. Hinvegin havi
eg ongantíð havt ein fingur
at sett á samstarvið, sum eg
havi havt við Tjóðveldi, og
teir hava altíð hildi orð, sigur
Kaj Leo Johannesen.
Tað er greitt, at tað eru
ikki øll mál, ið flokkarnir eru
samdir um.
- Ríkisrættarligu støðuna
kunnu vit ongantíð semjast
um, og tað eru viðurskifti í
fiskivinnupolitikkinum, sum
vit ikki eru samdir um. Men
tað eru eisini partar av sama
fiskivinnupolitikki, har vit
draga somu línu, sigur Kaj
Leo Johannesen.
Høgni
Hoydal
hevur
úttalað seg um, at samstarvið
við Sambandsflokkin kost
aði Tjóðveldi dýrt til fólka
tingsvalið, og tí kann roknast
við, at flokkurin verður meira
varin at stuðla samgonguni
alt ov nógv fram til valið.
- Tað dugi eg ikki at siga.
Tjóðveldi hevur verið ógvu
liga gott at samstarva við,
men tað merkist sum nevnt
ein ávísur nervøsitetur nú
eftir valið, sigur Kaj Leo
Johannesen.
Áðrenn jól
Stóri
spurningurin,
sum
øll seta sær sjálvum og løg
manni við, er nær valið
verður útskrivað.
Í síðstu viku helt Kári á
Rógvi seg vita, at løgmaður
fór at skriva út val farna
týsdag, men tað helt ikki
stikk. Og løgmaður hevur
ikki so ógvuliga nógvar
viðmerkingar
til
hendan
spurningin enn.
Spurningurin er so hví
løgmaður himprast við at
skriva út væl, serliga tá
hugsað verður um ta stóru
framgongd, flokkurin hevði
til fólkatingsvalið.
- Eg eri ikki taktikkari og
tað havi eg ongantíð verið,
heldur Kaj Leo Johannesen
skemtandi fyri, men leggur
aftrat:
- Tað kundi verið freistandi
at riðið á teirri bylgjuni, sum
fólkatingsvalið førdi við sær,
men tað eru nøkur mál, ið
eg fegin vil hava avgreitt,
áðrenn val verður útskrivað.
Á eykafíggjarlógini, sum
varð samtykt í vikuni, stóð
millum annað 1,1 millión til
løgtingsval, og tá pengarnir
verða játtaðir nú merkir tað,
at løgtingsvalið verður í 2011
heldur enn í næsta ár.
- Ja, tað ger tað, og eg kann
siga so mikið, at valið verður
hildið áðrenn jól, sigur Kaj
Leo Johannesen, løgmaður.
Enn óvist nær valið verður
Løgtingsval - Eg kann siga so mikið, at valið verður áðrenn jól. Nærri vil eg ikki koma tí í løtuni,
sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, nú dúgliga verður gitt um nær valdagurin verður
Vit síggja tað alt
meira í tingarbeiðinum,
at fólk hava hug at vera
í sjálvdrátti. Eisini innan
mín egna flokk. Men tað
fari eg ikki at góðtaka
Tað einasta Kaj Leo Johannesen,
løgmaður, kann staðfesta viðvíkjandi
komandi løgtingsvali er, at tað
verður hildið áðrenn jól
Óvist