fríggjadagur 23. september 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 23. september 2011 · Nr. 110
Sosialurin
Kjak
Níggjundi partur
Paulus og Barnabas fóru
nú, eftir at teir vóru kall
aðir at fara at prædika,
út at ferðast, vit lesa, at
teir fara til Kýpern fyrst,
og síðani fara teir til
Antokia í Pisidia, síðani
til Ikonium, Lystra og
Derbe, mong komu til
trúgv,
men
Jødarnir
stóðu ímóti, og í Lystra
fóru teir so illa við Saul,
sum nú verður kallaður
Paulus, at teir hildu,
hann vera deyðan, men
Paulus reistist upp, tá ið
fíggindarnir vóru farnir,
og fór dagin eftir til
Derbe.
Kanska
upplivdi
hann her, tað, sum hann
skrivar um seinni í 2.
Korintbrævi. Har sigur
hann, at hann visti um
mann, sum var ryktur
inn í triðja Himmal og
hoyrdi ósigilig orð, sum
ikki er menniskja loyvt
at tala. Mundi tað ikki
vera hann sjálvur. Úr
Derbe fóru teir aftur
til lystra, Ikonium og
Antiokia. Teir styrktu
lærisveinarnar og valdu
teimum elstar í hvørji
samkomu,
bóðu
og
fastaðu og fingu síðani
Harranum tey. Teir vóru
síðani í Pisidia, Pamfýlia,
Perge og Attalia. Haðani
fóru teir við skipi til
Antiokia, og kap. 14
endar soleiðis:
Táið teir komu hagar,
kallaðu
teir
saman
samkomuna og søgdu
teimum frá stórverk
unum, ið Gud hevði
gjørt við teimum, og
at Hann hevði latið
heidningunum upp dyr
trúarinnar. Og so vórðu
teir hjá lærisveinunum
har ikki so stutta tíð.
Hetta, at teir valdu
elstar í samkomuni, er
vert at nevna. Hetta
er skipanin, vit síggja
verður lærd í Ápostla
søguni og brøvunum.
Hvør
samkoma
sær
hevði fleiri elstar. Paulus
lærir í 1. Timoteusar
brævi og brævinum til
Titus um umsjónarmenn
og
samkomutænarar.
Hesir skuldu ikki veljast
av samkomuni við valið,
har fleirtalið vann. Nei
hesum monnum vóru
sett strong krøv, um
hvussu teir skuldu vera,
teir skuldu hava góðan
vitnisburð.
Í
Nýggja
Testamenti síggja vit
einki til, at ein maður
varð settur upp um alt,
soleiðis sum katólska
kirkjan lærir. Heldur
ikki
var
nakrastaðni
ein maður, Biskupur,
ella hvat man vil kalla
hann, sum var yvirhøvd
yvir fleiri samkomum,
soleiðis sum luterska
kirkjan lærir. Hetta eru
skeivleikar,
sum
eru
komnir inn við tíðini, við
tað at ikki hevur verið
fylgt neyvt eftir læru
ápostlana. Tá ið ein setur
eina kós, so leggur man
ikki til merkis beinanveg,
um hon verður hildin.
Men tíðin vil altíð vísa,
at tú ert farin skeivur,
um tú so bert hevur ligið
eina grad við síðuna av,
og tess longri tíð tess
størri
verður
skaðin.
Paulus lærir soleiðis í 1.
Korintbr, 4,6:
Hetta, brøður, havi
eg fyri tykkara skuld
heimført til mín sjálvs og
Apollos, so tit á okkum
kunnu læra hetta: "Ikki
út um tað, sum skrivað
stendur!" - fyri at eingin
av tykkum skal blásast
upp, fyri einum og móti
øðrum.
Og í 1. Timotusbrævi
4,16:
Akta
eftir
tær
sjálvum og eftir læruni,
ger støðugt tað! Tí táið
tú tað gert, skalt tú
frelsa bæði teg sjálvan
og tey, sum hoyra teg.
Framhald
Richard Danielsen
Hugleiðingar úr
Ápostlasøguni
Miðflokkurin
skjýtur
nú
upp at seta í verk skipan, har
Taks skal geva skattaborgara
ella –fyritøku bindandi svar,
tá spurt verður. Skipanin
skal tryggja øllum eitt betri
grundarlag at taka støðu á,
tá ætlanir eru um broytingar,
ið kunnu hava skattligar
avleiðingar.
Tey eru ikki so fá, sum
eru komin í ta støðu, at tey
hava vent sær til Taks við
fyrispurningi um eitthvørt
og fingið munnligt svar – ofta
umvegis telefon. Tá borgarin
so hevur bygt sínar avgerðir
á svarið frá Taks, kann hann
vera komin í ta støðu, at
skattliga avleiðingin gjørdist
ein onnur enn tann, sum
upprunaliga hildið. Orsøkin
er sum oftast, at tá svarað
verður, er málið ikki nóg væl
lýst ella at partarnir ikki hava
tosað sama mál. Fyri at geva
borgaranum betri grundarlag
– og fyri at geva Taks eitt betri
grundarlag at byggja svarið á
– verður skotið upp ein skipan
við bindandi svari.
Verður uppskotið samtykt,
kann borgari framyvir fáa
eitt skrivligt svar um ein
hvørja dispositión við møgu
ligari skattligari avleiðing,
sum er løgfrøðiliga bindandi.
Tað merkir, at skattaborg
arin ikki kann fáa aðra
skattseting enn hana, sum
hann frammanundan skriv
liga hevur fingið frá Taks.
Uppskotið
eigur
ikki
at økja um umsitingina, tí
nú kunnu fólk kenna seg
tryggari – sjálvandi treytað av,
at uppskotið verður samtykt
– og harvið byggja sínar
avgerðir á betri grundarlag.
Avleiðingin verður, at nøkur
sleppa sínum ætlanum um
ávísar dispositiónir, meðan
onnur ikki nýtast at kæra,
fyri at fáa sín rætt.
Bill Justinussen
Bindandi svar, takk!
Nógv er skrivað um Bústaðar
pakkan, sum ikki kom, um
einstáttað
sethúsaútboð,
um ov dýra fígging og um
tørvandi heimildir hjá Húsa
lánsgrunninum.
Tað
tykist
sum
flest
øll, og eisini allir politiskir
flokkar, eru samd um, at vit
hava eina stóra avbjóðing
fyri framman, og at soleiðis
hevur verið í eina rúma tíð.
Týdningurin kann neyvan
undirmetast.
Prát um fólkavøkstur er
eisini prát um, at tey ungu
skulu støðast ella flyta heim
aftur, um at tey eldru kunnu
flyta úr størri í minni og lætt
ari, at støk kunnu hava ráð at
verða verandi í landinum, og
at hóskandi møguleikar eru
til fólk við serligum tørvi – alt
hetta eru mál, sum eisini knýta
seg at einum fjøltáttaðum og
kappingarførum
bústaðar
marknaði.
Hvat merkir so tað
Ein fjøltáttaður bústaðar
marknaður merkir, at ymiskir
bústaðir og bústaðarsløg eru
í útboði. Tað eru ikki fólk
ella familjur, ið skulu laga
seg til tey sethúsini, ið dýrt
eru til sølu, men heldur skal
tað verða eitt breitt úrval av
leigu-, luta- og eigaraíbúðum
ymsastaðni í landinum, av
ymiskari dygd og í ymiskari
príslegu. Hetta kann eisini
lata upp fyri, at eldri kunnu
flyta úr stórum húsum í
hóskandi íbúðir, soleiðis at
húsini kunnu gagna barna
familjum í staðin.
Ein kappingarførur bú
staðarmarknaður merkir, at
tað ikki má verða nógv dýrari
at seta búgv í Føroyum enn
í londunum, sum vit saman
bera okkum við. Búskap
arliga grundarlagið er heilt
einfalt ikki til staðar og er
tú ikki kappingarførur, so
tapir tú – eisini hvat fólkatali
viðvíkur.
Inntøkustøðið hjá okkum
er í meðal lægri enn í t.d.
Danmark og við einum hægri
livikostnaði á nógvum økjum,
gerst bústaðarkostnaðurin
dropin, ið fær bikarið at flóta
yvir.
Rentustuðulin er lækk
aður, og vit hava ikki íbúðar
trygging til tess at lækka
leigukostnaðin í Føroyum hjá
teimum við lægri inntøkunum.
Hesi viðurskifti eru tað tjóðar
búskaparligar orsøkir til – og
er tað ein onnur søga. MEN
kunnu vit so einki gera ?
Jú – tað ber væl til at
fáa eitt størri og meira fjøl
táttað útboð av ódýrum
bústaðareindum í Føroyum.
Lógaruppskot um øktar
heimildir til Húsalánsgrunnin
og lógaruppskot um luta
íbúðafeløg eru til viðgerðar í
Løgtinginum. Við hesum upp
skotum er einki til hindurs
fyri, at Húsalánsgrunnurin
beinanvegin kann fara undir
at fyrireika leigu-, luta- og
eigaraíbúðir í tann mun
marknaðurin talar fyri tí.
Latið okkum ikki steðga
við hesum:
Vit hava tørv á betri
realkreditt fígging í Føroy
um. Antin sum eina føroy
ska realkreditt loysn ella
sum eitt væl betri tilboð
til føroyingar í samstarvi
við útlendskan realkreditt
veitara, enn tað sum vit í
dag síggja frá føroyskum
peningastovnum.
Vit kunnu miðvíst arbeiða
fyri at geva Húsalánsgrunni
num tann týðandi leiklut á
bústaðarpolitiska
økinum
sum tørvur er á, og sum vit
m.a. kenna frá “Husbanken” í
Noreg og “Ìbúðalánasjóður” í
Íslandi.
Min vón er, at málini bæði
: lógin um Húsalánsgrunnin
og lógin um Lutaíbúðir fáa ta
viðgerð tær hava uppiborið
og verða atkvøddar igjøgnum
i løgtinginum vid greiðum
meiriluta.
Vinnarin er brúkarin .
Pakkin ið bleiv burtur
- um bústaðar- og
fíggingarviðurskifti
Johan Dahl
landsstyrismaður