fríggjadagur 23. september 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. september 2011 · Nr. 110
14
Sosialurin
Allarbesta omma.
Nøkur menniskju fáa so nógv rúm í hjartanum, at tá tey eru
farin, so leggja tey eitt so stórt tómrúm eftir sær, sum ein bert
fellur niður í og hvirlar har ørkymlaður runt og kann ikki
rættiliga finna fótafestið aftur. Eitt tílíkt saknað menniskja
ert tú.
Tú vilt altíð fylla mítt hjarta við tínari veran. Tú ert mín
fyrimynd, mín sálarvinur og mín gleði. Hvussu ofta hava vit
ikki havt »to sjæle og en tanke«. Tú hevur altíð havt nøkur
fantastisk evni til at fáa øll at føla seg serstøk, avhildin
og umráðandi. Eg kenni fá onnur, sum altíð hava verið so
lívsglað, lívsklók og lívgevandi sum tú. tá eg var saman við
tær kendi eg kærleika, umsorgan og stóra gleði – hvørt eitt
minutt saman við tær var ein fagnaður, sum eg í djúpari sorg
sagni ósigandi nógv nú og eri í sjokk yvir, at tað skuldi verða
ein so skjótur og brattur endi á okkara deiligu samveru. Bert
fyri 2 1/2 mánaða síðan sótu vit øll í Nyhavnini og fingu ein
góðan bita og hugnaðu okkum, sum altíð. Og á ólavsøku var
tú við og sang.
Tú segði altíð, at tú hevði fingið meg í føðingardagsgávu
– og tað var eisini á tínum føðingardegi, at vit fyrstu ferð
møttust – eg tveir mánaðar gomul – tú eitt sindur meira enn
taå. Men hetta fekk meg altíð til at føla meg sum eina serliga
gávu og soleiðis vart tú allan vegin ígjøgnum. Tú hevur altíð
verið og vilt altíð vera mín lívsgáva. Fyri míni børn ert tú
ommulang, sum vit øll altíð gleddust at vera saman við og
tosaðu um við gleði – fyri okkum var tú »one of a kind« –
eingin annar vil nakrantíð vera ein so fantastiskur persónur,
sum tú altíð hevur verið.
Tað er ein gamal sangur, sum eitur nakað soleiðis »So nógv
av øllum, minnir meg um teg«, og soleiðis er tað við tær. Hvar
eg enn hyggi, vil okkurt minna meg um teg. Tú hevur sett tíni
fingramerki so djúpt í mítt hjarta, at eg vil føla tað og virða
tað til allar tíðir.
So nógvar ríkar løtur havi eg havt saman við tær og
abba. Tú og abbi – saman sum eitt – ein fantastisk kjarna av
eldhuga, gleði og nærveru – hjá tykkum var altíð gott, hugna
ligt og trygt at vera.
Eg havi ein fjákutan ævintýrdreym um, at tá eg einaferð
skal hinumegin, so stendur tú óivað har, smílandi sum altíð,
og tekur ímóti mær sum so mangar ferðir áður og so spáka
vit arm í arm og tosa um leyst og fast og bara njóta at vera
saman. Vit høvdu ongan dag saman uttan látur og lívsgleði.
Og tó lívið altíð gongur upp og niður, so var alt bara so nógv
lættari saman við tær og so hugnaligt, og eg gleddi meg altíð
til okkara næstu samveru, tá vit fóru hvør til okkara. Og tað
var altíð teg, eg vildi deila alt við, bæði stórt og smátt.
Tað er ein ensk yrking, sum var skrivað tá tú var umleið
trý ár, og uppruna navnið á yrkingini er »Do not Stand by my
Grave and Weep« og er umleið soleiðis á føroyskum:
Statt ei við mína grøv og grát.
Har eri eg ei; eg sovi ei.
Eg eri túsund vindar, sum blása,
Eg eri gimsteinarnir, sum glitra á kavanum
Eg eri sólin, sum fær kornið at búnast,
Eg eri tað blíða regnið um heystið.
Tá tú vaknar í morguntøgnini,
tá komi eg og lyfti teg upp
eins og friðarligir fuglar, ið flúgva í ring.
Eg eri tær bjørtu stjørnurnar á náttarhimlinum.
Statt ei við mína grøv og grát.
Har eri eg ei – eg doyði ei.
Títt ljós vil altíð brenna í mínum hjarta. Takk fyri alt, mín
kæra, deiliga omma.
Annita
Minningarorð um Nancy Bjørklund
Nøvn
14. september bleiv Óðin Jákupsson, Hvalba, stóri
beiggi at einum drongi. Hann var 54 cm langur og
vigaði 4.000 gr.
Tann 13. september bleiv Áki Eliassen stóribeiggi hjá
einum drong, ið vigaði 3835 gr. og var 54 cm langur.
Foreldrini eru Lillie og Dan Eliassen, Tórshavn
Føðingar
5. september fingu Olina Berg Høj og Poul N. Poulsen,
Vági, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3500 gr.
8. september fingu Kári Karbech Mouritsen, Tórs
havn, og Caroline Wairimu Lauridsen, Frederiksberg,
eina dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði 3344 gr.
10. september fingu Maiken Johannesen og Símun
Skaalum Petersen, Keypmannahavn, eina dóttur.
Hon var 51 cm long og vigaði 3600 gr.
15. september fingu Eva og Hákun hesa fittu lítlu
systrina. Hon vigaði 3125 gr og var 53 cm lang. For
eldrini eru Guðrið og Leivur Jarnfoss, Tórshavn
23. september verður Páll
Horn í Havn 80 ár.
Páll var borin í heim í Hal
dórsvík í 1931. Foreldur hans-
ara vóru Óli og Johanna
Horn. Tá Páll var 6 ár gjørdu
foreldrini av at flyta til Vágs,
mamman Johanna var ættað
úr Vági.
Páll vaks upp í Vági.
Páll var bert 15 ár, tá hann
fór fyrsta túrin til skips. Tað
var við ST. Jacques, sum pápi
hansara átti. Her byrjaði
hansara lívsleið á havinum.
Hann hevur siglt so gott
sum alt sítt lív. Hevur verið
við báðum skúlaskipunum,
»Georg Stage« og »Skole
skib Danmark«. Hann hevur
gingið á sjómansskúla í
Danmark, í Svendborg, og á
Skiparaskúla í Føroyum.
Í 1952 andaðist pápi hansara,
bert 42 ára gamal, og Páll
tók tá róðrið á St. Jacques.
Hann førdi skipið sum 21 ára
gamal. Hetta gjørdi hann til
1960, tá línubátarnir byrjaðu
at koma til landið. Og eisini
Páll keypti saman við øðrum
línubátin Grace, sum hann
førdi á ídnaðarfiskiskap í
Norðsjónum til 1976.
Eftir nógv ár – nærum eitt
heilt lív – á sjónum valdi
Páll at »koma í land«. Hann
hevði tænt fyri seg á sjónum
og lívið burtur frá konu og
børnum hevur ikki altíð
verið lætt. Ofta var stutt
millum túrnar, sum mangan
vóru langir.
Páll er giftur við Elsu Horn,
fyrrverandi
sjúkrasystur,
og saman eiga tey 4 børn,
Guðrun, Olga, Óli og Turið.
Børnini búgva øll í Havn og
tað er Páll sera fegin um, tí
hann fylgir sera væl við í
lívinum hjá okkum øllum.
Páll eigur 11 abbabørn og nú
eru 4 langabbabørn eisini við
í hópinum.
Hóast Páll í dag er 80 ár, tora
vit at siga, at hetta als ikki
sæst á honum. Hann er sera
aktivur, svimur hvønn dag
og gongur túr. Hann er ofta
at síggja í Gundadali, tá B36
spælir, og fylgir eisini væl við,
tá Neistin spælir sínar dystir.
Hann er eisini sera áhugaður
í útlendskum fótbólti.
Páll hevur altíð lisið nógv og
hevur eina sera stóra vita um
alt millum himmal og jørð.
Hann lesur nærum alt, hann
fær hendur á, og saman við
síni lívsleið ger hetta hann
til ein sera vitugan og tolnan
mann.
Vit hoyra aldri pápa okkara
tosa negativt ella fordøm
andi um nakað ella nakran
og tað ger hann til nakað
heilt serligt.
Hann er sera hjálpsamur og
nærverandi maður. Hann
livir í nú'inum og hóast hann
hevur fleiri námsfrøðingar
um seg dagliga, so eru vit
samd um, at hann er størsti
og besti »pedagogurin«, vit
kenna.
Vit vilja ynskja tær, góði
pabba, hjartaliga tillukku
við 80 ára degnum. Vit vóna
og vænta vit fáa nóg góð ár
saman við tær framyvir.
Guðrun, Olga, Óli og Turið
Páll Horn 80 ár
6. september fingu Erla á Torkilsheyggi Djurhuus og
John Dávur Sumberg Djurhuus, Tórshavn, ein son.
Hann var 53 cm langur og vigaði 3950 gr.