Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 23. september 2011 · Nr. 110 Sosialurin Hervið verður kunngjørt, at okkara kæra dóttir, systir, svigarinna, fastir og abbasystir Borghild Fríða Køtlum andaðist 21. september á Landssjúkrahúsinum, 63 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Funnings kirkju sunnudagin 25. september kl. 14.00 Vegna familjuna Johannes Tøkk   Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara Jákup Sune Jacobsen Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Takk til starvsfólkið í heimarøktini og á Lágargarði, ið vóru um hann. Takk fyri blómur, kransar og heilsanir. Takk til tykkum, ið á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini og við ervinum. Takk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara síðsta hvíldarstað. Familjunnar vegna Birgit, Martin Pauli, Edel Maria og Bogi Tøkk   Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæra systir, svigarinna, mostir og fastir okkara Malan Hansen ættað úr Funningsfirði andaðist og varð jarðað. Tøkk til starvsfólkið á sambýlinum á Skála, sum vóru um hana og fyri vælvild, ið víst var okkum. Tøkk til Emil Olsen, prest, fyri vøkur orð á sambýlinum og í kirkjuni. Eina stóra tøkk til Funnings, til kirkjutænarar, sangarar, og orgulspæl, og til tykkum, sum hjálptu so væl við ervinum. Tøkk fyri blómur,  kransar og gávu til sambýlið. Tøkk til øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Katrina og Ásmundur Margit, Erling, Svend og Leivur Kjak Jacob Vestergaard Tí mugu danir fáa somu greiðu boð sum ES, at føroy­ ingar fegnir vilja gera av­ talu um makrelin, tá vit fáa okkara rættvísa kvotapart. Fyrst vil eg ynskja Ed­ mund Joensen og Sjúrða Skaale tillukku við fólka­ tings­sessunum. Sjúrður er farin til verka beinanvegin, og um viku­ skift­ið hoyrdist, at Sjúrður hevði gjørt avtalu við dan­ ska Javnaðarflokkin um at loysa “makrelmálið”, áðrenn Dan­mark yvirtekur formans­ skapin í ES á nýggjárinum. Hetta eru nærum somu orð sum danski uttan­ríkis­ ráðharrin, Lene Espersen, nýtti, tá hon var í Føroyum fyri kortum, og segði seg hava gjørt avtalu um, hvussu “Dan­mark skuldi hjálpa Føroy­um at koma burtur úr makrel­ósemjuni”. Hin fólkatingsmaðurin, Ed­mund Joensen, hevði somu hugsan, og vildi hava danska uttanríkisráðharran til arbeiðis, ongantíð ov skjótt, um hon “kann gera eitt arbeiði, ið gagnar før­ oysk­um áhugamálum”. Fyri mær var tað ongin ivi um, at danski uttanríkis­ ráðharrin gekk ørindir fyri uppsjóarvinnuna í Dan­mark og ES, og vildi trýsta Føroy­ ingar til at gera eina avtalu í heyst. Tað er tí sera órógvandi, um Sjúrður vil brúka dan­ ska Javn­aðarflokkin at “hjálpa” okkum at samráð­ast um makrel­in, og at Edmund held­ur, at danska uttan­ríkis­ ráð­harrin kann gera eitt arbeiði sum gagnar okkum. Sjúrður hevur avsann­að, at hann og danski Javnaðar­ flokk­urin vilja blanda seg í sjálvar sam­ráð­ingarnar, men tað er eitt sindur ógreitt, hvat tað er, tey hava í kvitt­anum. Danir hava, eins og onn­ ur ES-lond, síni ser­ligu áhugamál at røkja, áhuga­ mál, sum á ongan hátt sam­ svarað við føroy­ska krav­ ið um størri kvota­part. Tí mugu danir fáa somu greiðu boð sum ES, at føroy­ingar fegnir vilja gera avtalu um makrelin, tá vit fáa okkara rættvísa kvotapart. Vit eru miðskeiðis í ein­ari tilgongd, har vit við fiski­ skapi og vísindaligum kann­ ingum, skulu undir­byggja okkara krav, og tí hava vit ikki størri skund enn nakar annar, at gera eina nýggja stranda­landa­avtalu um makrel. ES, herundir Danmark, hevur tikið tað óvanliga stig­ið, at blanda fiskiveiði­ avtaluna uppí “makrel­mál­ ið”, og vil ikki gera fiski­ veiði­avtalu við Føroyar, tí ósemja er um makrel­in. Slíkt er óhoyrt og ágangur ímóti Føroyum. Hetta eigur at verða átal­ að, og her kunnu Sjúrður og Edmund gera mun. Sama er við hótt­anum um handils­ til­tøk ímóti Føroyum. Hótt­ an­ir, sum altíð verða nýttar sum vápn til at trýsta føroy­ ingar við. Undir tilgongdini at vinna okkum størri rætt­ ind­ir, hava bæði Javnaðar­ flokkurin og Edmund Joen­ sen givið til kennar, at tey óttast tiltøk frá ES, men hetta má ikki forða teimum at átala ágangin frá ES. Sjúrður, oyðilegg ikki makrelmálið Heini Magnussen valevni Fólkafloksins Danir hava, eins og onn­ur ES-lond, síni ser­ligu áhugamál at røkja, áhuga­mál, sum á ongan hátt samsvarað við føroy­ska krav­ið um størri kvota­part Tað er ongin loyna, at tað ikki loysir seg at arbeiða nógv í Føroyum í verandi støðu, tí skattatrýstið er ALT ov høgt. Um vit skulu hava okkara borgarar at verða verandi í Føroyum, so mugu vit syrgja fyri at borgarin hevur okkurt at vera verðandi til! Um man arbeiðir nógv, serliga um arbeitt verður yvir, so kemur TAKS við sínum longu fingrum og tekur nær­ um alla yvirtíðina til sín, og hettar resulterar í, at ong­in arbeiðir yvir. Reint og slætt, tí tað loysir seg ikki – skatt­ messiga. Um tað skal loysa seg at arbeiða í Føroyum, mugu skatta­lættar til - her er ongin vegur uttanum; men hvussu ber man seg at frá løg­ting­sins síðu, at geva skatta­lættar – uttan at tað rakar lands­kassan? Svarið er einfalt ! Vit skulu avtaka skattin av teimum tímum, har arbeitt veður yvir.  Sum nú er, eru tað sera fá, sum arbeiða yvir. Tvs, at lands­ kassin hevur lítla og onga inntøku av yvirtíð, sum fólk arbeiðir. Men um man frá landsins síðu avtók skattin av yvirtíðini, so høvdu fleiri arbeitt yvir, so hevði landið fingið meir pening í landskassan – yvir forbrúk! Meiri pening fólk hevur, tess meira verður brúkt, og landið fær í ríkiligt mát av peningi inn av avgjøldum, MVG, brúkaragjøldum v.m. Hettar hevði tænt øllum borgarum í samfelagnum, arbeiðstakaranum, arbeiðs­ gev­aranum, og lands­kass­ anum. Tá hevði tað loyst seg at arbeitt nógv, og og tá hevði ein og hvør kunna arbeitt seg upp, um man hevur hug. Undirritaði veit fleiri dømir um, at fólk heldur vilja verða í ALS, tí tað loysir seg betur at verða innlimaður í ALS, enn at verða úti á arbeiðs­ marknaðinum! Hettar kann ikki verða rætt, og her MÀ broyting í. Eitt samfelag, har tað ikki loysir seg at arbeiða, hevur ikki langa livitíð. Tað nýtist man ikki at hava nakra Ph.d í samfelagsfrøði, til at síggja. Tí er tað so ógvuliga umráð­ andi, at vit taka annað skinn um bak, og koyra skattin av yvirtíð burtur! Ongin missir nakað uppá hettar, tí ongin arbeiðir yvir. Hinvegin, hevði hesin skattalættin tænt øllum Føroyingum, og gjørt tað so, at tað hevði loyst seg at fara til abeiðis, og nýggj vinnulig átøk høvdu sæð dagsins ljós, vegna broyttu umstøðurnar! Arbeiðs­hug­ urin hevði blom­stra, og vinn­an hevði koyrt eftir skinnarum. Skattafría yvirtíð – takk!