Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. september 2011 · Nr. 110 16 Sosialurin Kjak Sjúrður Skaale Sjúrður Jacobsen Vesturgrønland tann 22. september Svar til Kjartan Hoydal Kjartan Hoydal skrivar mánadagin um makrel­ málið og spyr um tað er rætt "at hetta týdn­ ing­armikla mál verður latið upp í hend­ur­nar á fólkatings­um­boðum uttan fyri stýris­skipan­ arlógina og uttan ábyrgd fyri Løgtinginum." Nei. Tað er sjálvsagt ikki rætt. Og tað er heldur ikki hent. Hvørki eg ella Edmund Joensen ætla á nakran hátt at koyra solo í hes­um máli. Tað er lands­stýrið, við Johan Dahl á odda, sum varðar av hes­um, og tað virða vit fult og heilt. Men í teimum ting­ ingum, sum eg og Aksel Johannesen hava havt við komandi danska stjórn­arflokkin, hava vit kortini tikið málið fram og víst á, at her er ein ósemja, sum kann gerast rætti­liga álvarsom, tá Dan­mark situr við ES-for­­mans­skapinum komandi ár. Eg havi eisini havt fund við tey grønlendsku umboðini á fólkatingi og greitt teimum frá støðuni. Tilsamans eru tað vit trý, sum lyfta parlamentariska grund­ arlagið undir stjórn­­ini upp um teir 90 mandatar­ nar. Tað fara vit ikki at misnýta - men einhvør sær, at tað kann hava týdning. Men eg havi gjørt øllum púra greitt, at tað er landsstýrið, sum varðar av málinum og skal føra orðið. Fólka­tings­ umboðini eru einans ein forlongdur armur hjá landsstýrinum. Vit kunnu vera við til at fram­leiða tilfar. Vit kunnu fáa í lag fundir við danskar leiðarar, har okkara sjónarmið verða løgd fram. Og vit kunnu gera greitt, at hetta hevur týdning fyri okkara samstarv á fólkatingi. Men landsstýrið er og verður sjálvsagt kunn­að um alt og einki verður gjørt, sum ikki er í samsvari við lands­ stýrisins vilja. Tung uppgáva Um tað eydnast at fáa Dan­mark at broyta støðu er sjálvsagt als ikki vist. Danmark hevur, sum Kjartan Hoydal vísir á, stór áhuga­mál í makrel­vinnuni. Og eydnast tað at fáa Danmark at broyta støðu, er heldur als ikki vist, at tað er nóg mikið. Danmark er jú bara eitt av mongum ES-londum, sum hava áhuga í hesum. Men hetta hevur altso kolossalan búskap­ arligan týdning fyri Føroyar, og tí eiga øll, sum kunnu, sjálvsagt at gera tað, sum stendur í teirra makt. Eisini vit, sum sita í fólkatinginum. Einki makrel- solospæl á fólkatingi Eitt og hvørt samfelag hevur tørv á vinnulívsfólki við hugflogi, dirvi, dugnaskapi og ikki minst áliti á sær sjálvum. Hettar hevur myndað hesar mennirnar aftan fyri Supply Service í Leirvík. Størstu skipaíløgur í Føroya søgu, har rættiliga er brotið upp úr nýggjum. Sagt var um Napoléon Bona­parte, at tað fyrsta hann spurdi um, tá hann setti generalar var, um teir vóru »heldigir«. Hann hevur sjálvandi vitað av royndum, at eydnan her í lívinum sjáld­ an kemur av sær sjálv­um. Soleiðis er eisini í vinnu­ lívinum. Sagt verður oftani, at tíðin og eitt ávíst held skal til, tá ein ger íløgur í framtíðina. Men eingin ivi er í, at »heldið« verður væl størri við góðum fyrireikingar­ arbeiði og nærlagni. Og tað hava hesir menn gjørt við hesu skipaíløguni. Við góðum hegni hava teir bygt/keypt og selt skip o. a. hesi seinastu árini, soleiðis at hesar, í føroyskum høpi, kolosalu íløgur kundu verða gjørligar. Samstundis hava skip teirra fiskað væl. Hans Pauli hjá Mortani plagdi at siga nakað soleiðis: »Pengar vóru sum tøð. Teir gjørdu onga verðins nyttu í rúgvu. Teir skuldu breiðast út«. Soleiðis hevur hugburðurin verið hjá hesum monnum. Til stóra gagns fyri land og fólk. Tann tíðin var eisini, har teir, sum teir flestu aðrir, høvdu tað øgiliga turbolent. Tað breyt í bæði borð. Men til alla lukku kláraðu teir skerini.  Eitt sum serliga verður lagt til merkis er, at øll skipini verða mannaði við føroyingum. 24 vælløntir menn við hvørjum skipi. Hettar vísir í verki teirra tjóðskaparliga og sosiala alsk til Føroyaland og fólk. Takk fyri tað. Rættir vinnu­ lívsmenn.  Hervið vil eg ynskja tykkum tillukku við skip­ unum og góðan byrð. Guð signi manning, skip og reiðarí. Ein stutt heilsan til Sæborg og Sjóborg saman við eitt sindur av hugarensli Svenning av Lofti Tá ið ein í fjølmiðlum hoyrir viðmerkingar frá “serfrøð­ ingum” um støðuna í Mið­ eystri og hini sonevndu palestinsku økini, verður ofta nevnt orðið tey “hersettu økini”. Vit mugu ikki gloyma, at hesi økini, tók Jordan í krígnum í 1948, og síðani tók Ísrael tey frá Jordan í miðeyst­ u­rkrígnum í 1967, eftir at verða álopnir av arabiskum grannum teirra, Egyptalandi og Sýria – og Jordan. Størsta mistak Hussein kongs í Jordan Eftir at Egyptaland og Sýria vóru lopin á Ísrael, heitti ísrael­ska stjórnin inniliga á Hussein kong í Jordan um at halda seg uttan fyri krígg­ið, men hann vildi ikki lurta eftir, men legði eisini á Ísrael. Hann ráddi tá yvir øllum sonevnda “vestara áar­­bakka”, sum í veruleika­num eitur Judea og Samaria, ið eisini fevndi um eystur-Jerusalem. Úrslitið fyri Hussein kong var ræðuligt. Herlið og herútbúnaður hansara lá í skeljasori tá avtornaði, hann misti Judea og Samaria – alt økið eystur til ánna Jordan. Hví fekk Ísrael ikki frið? Tá ið Ísrael verður gjørt til syndabukk í friðartil­ gongdini í Miðeystri, so er hetta ein rangsnúgvan av veruleikanum. Áðrenn 6-daga kríggið høvdu arabarar helmingin av Jerusalem, alt Samaria og megin­­partin av Judea, hend­an sonevnda “vestara áarbakka”, sum var mark frá 1948. Hví lótu Egyptaland, Sýria og Jordan ikki Ísrael hava frið at liva innan fyri mark teirra? Nei, teir vildu hava alt Ísrael, teir ætlaðu at strika Ísrael av landkortinum og reka allar jødar út í Miðjarðarhavið. Hvørki Fatah ella Hamas vilja viðurkenna Ísrael sum ein jødiskan stat ella tjóð. Arabarar áttu allan “vestara áarbakka” 1948-67 Nú hava teir í mong ár givið Ísrael skuldina fyri ófriðin í Miðeystri og úrslitaleysar samráð­ingar, tí at Ísrael tók Samaria og Judea – alt sum tað var – í 6-daga krígnum. Hóast teir áðrenn 6-daga kríggið høvdu alt hetta økið, løgdu teir kortini á Ísrael, sum livdi í friði og lat tíggju­ túsundtals verkafólk úr Jordan sleppa at arbeiða á ísraelsk­um verksmiðjum, byggifyritøkum, stovnum, sjúkra­húsum. So at siga, at tey sonevndu “hersettu” økini eru orsøkin til trupulleik­ arnar í Miðeystri, er ein rang­ snúgvan av veruleik­anum. Orsøkin til trupulleikarnar var har frammanundan: Øvund og hatur móti jødunum. Gaza-sorgar­leik­ urin skal ikki verða umrøddur á hesum sinni, men Gaza er enn eitt dømi um, at Ísrael fær ikki frið, um teir so geva land frá sær. Glopraregnið av Hamas-rakettum yvir suður- Ísrael talar sína egnu døpru ófriðarsøgu. Jødahatarin Amin el-Husseini Tað var ikki fyri einki, at muslimski “Stórmuftiin” í Jerusalem Amin el-Husseini, hevði tøtt vinabond til Himler, Ribbentrop og Adolf Hitler og vitjaði hann 28. november 1941 undir seinna heims­ bardaga. Hesin sami maðurin hevði avgerandi ávirkan á Endløsung-ætlanina, sum fekk ræðuligar avleiðingar fyri jødiska fólkið, bæði í Miðeystri og í Europa. Ein av eftirkomarum Amin el- Husseini var Hussein kongur í Jordan, sum leyp á Ísrael í juni 1967. Yassir Arafat, hvør veru­liga navn var Abd el- Rahman abd el-Rauf arafat el- Qudwa el-Husseini var eis­ini skyld­maður vinmann Hitlers, nevnda Amin el-Husseini. So seint sum seinasta sunnudag sat hin sonevnda ”Miðeysturkvartettin” á fundi við umboð fyri Ísrael og Palestina, fyri at koma til eina felags støðu viðvíkjandi nýggjum samráðingum. “Miðeysturkvartettin” legði fram uppskot um, at samráðingarnar skuldu nýta 1967-markið sum sam­ráð­ ingarstøði og at palestinar aftur­fyri skuldu viðurkenna Ísrael sum ein jødiskan stat og sostatt boða frá, at ósemjan við Ísrael var at enda komin. Nakrar tímar seinni endaði fundurin tí leiðarin hjá palestinum Mahmoud Abbas, noktaði at viðurkenna Ísrael sum ein jødiskan stat. Ísrael og palestinar: Hin gloymdi veruleikin