fríggjadagur 23. september 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 23. september 2011 · Nr. 110
Sosialurin
he
n
d
u
r
ið
sl
ep
t
u
E
in av teimum fyrstu steinunum,
ein kemur framá í gamla kirkju
garði er tann hjá Johonnu og Bjørn
Finnsson. Hetta er onnur grøvin
til høgru, tá farið verður inn í
kirkjugarðin í Dr. Jacobsensgøtu.
Tað er so heppið, at eftirkomarar
hjá teimum hava kannað ættarsøg
una eisini í Íslandi, og er hetta sera
áhugavert. Tískil kunnu vit hava
tveir partar við søguni um hesa
grøv. Heimildarmaðurin er Berg
mann Finnsson, ættaður úr Lamba,
sum er langabbasonur Bjørn.
Søgan í Íslandi
Bjørn Finnsson var føddur 28.
august 1859 í Tverá í Hallárdali, í
Eystur-Húnavatnssýslu í Norður
íslandi. Hann doyði 18. juli 1931 í
Tórshavn.
Bjørn búði øll barnaárini við
Skagastrond. Pápin, Finnur Jónsson,
gekk burtur á hákallaveiðu í 1862, tá
ið Bjørn var 3 ára gamal.
Saman við foreldrunum búði
Bjørn fyrst í Tverá í Hallárdali, síð
ani á gørðunum Spákonufell og
Bergstaðir.
Mamman, Sigriður Bjørnsdóttir,
giftist uppaftur í 1863. Tá flutti
familjan fyrst til Neðstibær í Laxár
dali og síðan til Kjalarland, niðast í
Hallárdali.
Bjørn varð fermdur í kirkjuni á
Høskuldstøðum 2. hvítusunnudag
í 1874. Presturin skrivar millum
annað í kirkjubókina, at hann lesur
væl, dugur væl og skikkar sær væl.
Manndómsár í Íslandi
Í Íslendingabók sæst at Bjørn er
í Blønduós við Húnaflóan í 1880. Í
1884 fer hann frá Hjaltabakka við
Húnaflóan, suður á ferð.
Abbasoninum Bjørn J. Finnsson
er fortalt, at Bjørn hevði familju
í Reykjavík, sum hann búði hjá.
Hetta var reiðarafamilja.
Hann sigldi hesa tíðina við fiski
skipum út frá Reykjavík. Sagt er
um Bjørn, at hann førdi skip, eisini
áðrenn hann fekk navigatións
papírir. Seinni tók hann skipara
prógv á Ærø í Danmark.
Síðan var hann í langfarasigling.
Millum annað hevði hann rundað
Kap Horn fleiri ferðir og hála vatn í
Falklandsoyggjunum.
Annars vita vit enn lítið um
Bjørn hesi árini, áðrenn hann kom
til Føroyar.
Bjørn kemur til Føroyar
Bjørn kom til Føroyar í 1891, 32 ára
gamal. Søgan er hon, at hann hevði
verið í uttanlandasigling og var á
veg úr Keypmannahavn til Íslands
við rutubáti. Á ferðini gjørdist Bjørn
sjúkur av giktfepri, og tá skipið legði
inn í Tórshavn, var hann innlagdur
á sjúkrahúsið har. Skipið fór víðari,
og Bjørn var liggjandi á »gamla
hospitali« í Havn.
Á
sjúkrahúsinum
arbeiddi
Johanne Petrine Christiansen (1863-
1930), vanliga nevnd Stubb-Hanna,
úr Tórshavn. Tað rann saman í
millum tey bæði, og Bjørn fór ikki
víðari til Íslands. Hann var verandi
í Føroyum, og tey bæði giftust og
búsettust í Bringsnagøtu.
Vit vita enn onki um, hvar Bjørn
var og hvat hann gjørdi í Føroyum í
tíðarskeiðnum 1891-1898.
Máttu bíða eftir váttanum
úr Íslandi fyri at giftast
Bjørn og Johanne vóru gift 30. mai
1899. Sambært kirkjubókini høvdu
tey biðið um at lýst var fyri teimum
9. september 1898. Ætlanin var
nokk at giftast skjótast møguligt
eftir tað.
Tá fólk giftust, skuldi presturin
fyrst kanna, um alt tað formella var
í lagi, um tey longu vóru gift øðrum,
og um tey móttóku fátækrahjálp.
Í hesum førinum tók tað langa
tíð, at fáa formellu skjølini frá
Íslandi. M.a. »Fattig-attestina«, sum
var prógv fyri, at brúðgommurin
ikki fekk fátækrahjálp. Tann 29.
mai 1899 komu skjølini tó, og Bjørn
og Johanne vóru gift heima longu
dagin eftir. Forlovarar vóru Jens
Guttesen, hálvbróðir Johanne, og
Joen Pauli Poulsen, vanliga kallaður
Jóan Pauli í Dandastovu.
Hann var upprunaliga skómak
ari, men gjørdist ein av teimum
gitnu fergumonnunum í Havn í
teirri tíðini, tá ið skip við ferðafólki
ikki kundi leggja at í Havn.
Jóan Pauli druknaði í hesum
starvi í 1903. Tað var eitt illveðurs
kvøld, at Jóan Pauli var saman við
Svein Arnason, pápa Herluf Arnason
og Otto Brimheim, var farin umborð
á bretska herskipið Bellona. Á veg
aftur til hús rendu teir á ein flúr
í Álakeri. Tað eydnaðist Sveini
at bjarga sær til hús, men Jóan
Pauli varð seinni funnin lívleysur
inni á Vestaru Vág. Hetta var ein
sorgardagur í Havn, tí Jóan Pauli
var sera væl umtóktur millum fólk.
Hann varð jarðaður 12. oktober 1901.
Eftir sótu tey bæði, kona hansara
Nikolina í Dandastovu, ættað úr
Króki, og sonurin Pól, sum tá var á
15. ári. Pól tók við eftir pápa sín sum
fergumaður til henda vinnan fór í
søguna. Seinni fór hann út í heim
at sigla.
Bjørn og Johanna búðu í Tumm
asarstovu í Bringsnagøtu. Um ár
1900 var Bjørn politistur. Annars var
hann arbeiðsmaður og arbeiddi í
Havnini, millum annað sum arbeiðs
formaður í fiskaarbeiði. Hann fór
ongantíð út aftur at sigla.
At Bjørn ikki fór út aftur at sigla
hevur sína frágreiðing. Áðrenn
Johanne møtti Bjørn, var hon trú
lovað einum havnardrongi, sum
sló út av deksbáti og druknaði. Av
hesum vildi Johanne ikki at Bjørn
skuldi sigla, men vildi hava hann
heima. Hesa søguna hevur ommu
dóttirin Connie Søager sagt frá.
Til Íslands aftur við
»Dronning Alexandrine«
Eftir at konan, Johanne, var deyð
í 1930 bar dóttirin, Christiane, so
leiðis í bandi, at Bjørn fór ein túr til
Íslands við »Drotningini« at vitja
familjuna har. Hann hevði annars
ikki verið í Íslandi aftur, eftir hann
var komin til Føroyar.
Bjørn skuldi vera í Reykjavík,
meðan »Drotningin« var í Danmark,
og síðan koma heim við aftur næsta
túr. Hetta bleiv tó ikki so. Bjørn fór
avstað, men kom heim aftur sama
túr. Hann bar ótta fyri at doyggja
í Íslandi og ikki verða jarðaður við
síðuna av konu síni.
Bjørn doyði 71 ára gamal í 1931 og
er jarðaður undir liðini av konu síni
í Gamla Kirkjugarði í Havn.
Rætting til myndatekst í seinasta
parti: Pálina sat einkja eftir Hans
Mohr í 31 ár.
Bjørn Finnsson:
Gjørdist føroyingur av giktfepri
Í gamla kirkjugarði er heilt fitt av søgu um íslendingar, sum eru
komnir til Føroyar, og sum hava givið sítt íkast til okkara samfelag.
Ein av teimum er Bjørn Finnsson, sum fekk føroyska konu
HER HVILER VORE
KÆRE FORÆLDRE
JOHANNE FINNSSON
F. CHRISTIANSEN
FØDT I THORSHAVN
F. 31.10 1863
D. 11.5 1930
BJØRN FINNSSON
FØDT PAA ISLAND
F. 28.8 1859
D. 18.7 1931
HVIL I FRED
Bjørn og Johanna við soninum Christian Finnur í 1901.
Bjørn er í politiuniformi og hevur korðu við lið
Tummasarstova, sum hon sær út í dag Her búðu Bjørn og Johanne
Tey turka fisk yviri á Trøð í Havn. Bjørn Finnsson er fremstur á myndini
undir hatti. Svenski fotografurin Gunnar Kjallquist tók myndina í 1925
Í komandi parti
verður greitt frá børnunum
hjá teimum báðum