fríggjadagur 23. september 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. september 2011 · Nr. 110
18
Sosialurin
Ítróttur
Sjey sigrar á rað boða frá, at EB/
Streymur er á aldukambinum, men
soltna úrtøkan undan summar
steðginum ger, at tað framvegis
eru átta stig upp á toppin. Um tað
eydnast at vinna fulla úrtøku í
Gundadali og at vinna øll stigini
mikukvøldið, tá ið EB/Streymur
skal spæla útsetta dystin ímóti ÍF,
so verður FM stríðið víðopið.
– Hvør dystur er finala fyri okk
um, og vit vita, hvat skal til, tá ið vit
fara í Gundadal, segði EB/Streyma
venjarin, Heðin Askham, fyrr í
vikuni.
Sorin Anghel sá gult ímóti KÍ, og
hann er leikbannaður sunnudagin.
Hjá B36 eru allir spælararnir
tøkir, eisini Atli Danielsen sum
orsaka av trælæri sat uttanfyri á
Toftum.
B36 venjarin, Mikkjal Thomassen,
vil ikki hoyra talan um, at hansara
lið skal dúva upp á javnleik:
– Konseptið hjá okkum er at
spæla fyri at vinna, og tað fara vit
ikki at broyta. Vit halda okkum at
hava møguleika at vinna ímóti øll
um, og vit fara eftir sigrinum ímóti
EB/Streymi.
EB/Streymur er einasta liðið,
sum í 22 teimum fyrstu umførunum
hevur megnað at vunnið á B36. 17.
august var úrslitið við Margáir 2-1.
B36 vann fyrra heimadystin ímóti
EB/Streymi 1-0.
Nú tað resta fimm umfør er
B36 seks stig frammanfyri Víking,
og ártalsfelagið hevur væl betri
málmun. Tí er einki at siga til tað,
um gulldeymurin kennist ramur í
Gundadali. Skráin seinastu umfør
ini er B71 (h), 07 Vestur (ú), NSÍ (ú)
og HB (h)!
post@sosialurin.fo
Gulldeymur
í Gundadali
Fótbóltur EB/Streyma venjarin ásannar, at hansara lið er til
FM próvtøku hvørt vikuskifti, og um gestirnir hesa ferð fara úr
Gundadali við ongum, so verður gullvegurin hjá B36 sera breiður
Vodafonedeildin upptakt
Tað var ikki at undrast á, at
hýrurin á fuglfirðingum var
góður, tá ið teir fóru úr Runavík
mánakvøldið. 2-1 sigurin á NSÍ
kann fara at vísa seg at verða
ógvuliga
týdningarmikil.
Seks stig í tveimum teimum
seinastu
umførunum
hava
lyft ÍF upp um strikuna, og ikki
minni týdningarmikið er tað, at
Chris Muomaife nú er so mikið
komin fyri seg, at hann er førur
fyri at spæla – og skjóta mál!
Síðani mánakvøldið hevur
tvífaldi málskjúttin tikið sær
av løttum í venjingunum, men
tað er heilt greitt, at hann verð
ur við ímóti HB.
– Endiliga eru allir tøkir, og
lagið er gott, verður sagt úr
Fuglafirði.
Í HB spælir skaðaklaverið
ikki so væl. Liðformaðurin og
týdningarmiklasti
spælarin,
Fróði Benjaminsen, varð skadd
ur í fótinum undir venjing
síðsta fríggjakvøld. Tí var hann
ikki við ímóti Víkingi. Fróði
hevur ikki vant í vikuni, men
teir í meistaraliðnum vóna,
at tað fer at bera til at pjøssa
hann so mikið, at Fróði verður
við í Fuglafirði.
Undir venjing í gjárkvøldið
breyt Jógvan Skeel Nolsøe
nøsina. Andrew av Fløtum
hevur verið plágaður av vødda
skaða, men hann er komin fyri
seg aftur. Tað verður roknað
við, at Jón K. Krosslá verður
fremsti maður, og at Andrew
verður á beinkinum.
– Vit hava avgjørt ikki brúk
fyri skaðum og leikbannum, nú
tað stendur so nógv upp á spæl,
verður sagt í HB leguni.
Eftir vitjanina í Fuglafirði
skal HB spæla ímóti 07 Vestur
(h), NSÍ (ú), KÍ (h) og B36!
post@sosialurin.fo
Lagnuløta
í Fuglafirði
Fótbóltur Botngysarin yvir
allar hesa ferð verður í Fuglafirði,
har illa sperdu meistararnir vitja
ÍF, sum við sigrinum í Runavík
fekk mót av nýggjum
Fyrr í summar vann B68 5-0 á
Sandi. Men B68 venjarin, Bill
Jacobsen, ivast ikki í, at tað er
alneyðugt at taka uppgávuna í
risa stórum álvara, tá ið hans
ara menn sunnudagin fara um
Skopunarfjørð:
– Bæði B71 og vit spæla betri
nú, enn vit gjørdu, tá ið vit fyrr
í summar vóru har suðuri.
Støðan hjá sandoyingum er
soleiðis, at teir hava einki at
missa. Teir kunnu spæla púra
frítt, og tí kunnu teir verða
vandamiklir.
Miðverjin Bojan Zivic er
leikbannaður hjá heimaliðnum,
og miðvallarin André Olsen er
leikbannaður hjá B68.
Toftamenn hava síðstu trý
umførini, sum vórðu avgreidd
í eina viku, dystast ímóti HB,
Víkingi og B36. Næstu fýra
ferðirnar eru mótstøðuliðini
B71, KÍ, ÍF og 07 Vestur.
– Avbjóðingarnar eru stórar,
tí hesi liðini stríðast øll fyri at
varðveita plássið í deildini. Tað
er neyðugt hjá okkum at vinna
í hvussu so er tveir av hesum
dystunum. Um vit ikki megna
tað, og um vit so koma í óføri,
so verður tað tí vit ikki eru nóg
góðir til bestu deildina, men
tað haldi eg, at vit eru, og tað
vóni eg fer at síggjast, sigur
B68 venjarin.
post@sosialurin.fo
Nú er tað upp til B68
Fótbóltur Hóast næstu uppgávur
nar á pappírinum tykjast lættari, so
tekur B68 venjarin einki fyri givið
Konseptið hjá okkum er at spæla fyri
at vinna, og tað fara vit ikki at broyta
Mikkjal Thomasen, B36 venjari
Seinast sundalagsmenn vitjaðu í Gundadali, vunnu Jákup á Borg og B36 1-0
Mynd: Álvur Haraldsen
Lagt til rættis: Jóanes Hansen og Jonhard Hammer