Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 23. september 2011 · Nr. 110 Sosialurin Ítróttur Fyrsti dysturin í 23. umfari verður í Sarpugerði í kvøld. Fyrsta bríkslið verður klokkan 17.30, og setningurin er greiður hjá báðum pørtum: 07 Vestur er á niðurflytingar­ plássi, og tá ið sannlíkið er stórt fyri, at fleiri av teimum, sum vágamenn kappast við, fara at vinna stig, ræð­ ur um at fáa í hvussu so er eitt stig við sær úr Gøtu. Hagtølini siga, at tað ikki er ómøgu­ligt. Víkingur og 07 Vestur hava fyrr í ár dystast bæði í Sarpu­ gerði og í Sørvági, og báðu ferðirnar var úrslitið 1-1. Tað kemur væl við hjá 07 Vestur, at miðverjin Tehé Aristidé verður við aftur, eftir at hann var leik­ bann­aður ímóti B71. Hjá Víkingi eru allir spælararnir tøkir. Eftir vónbrotið í Gundadali sunnu­dagin, helt venjarin, Jógvan Martin Olsen, at nú kundi hann næstan ynskja B36 tillukku við sigr­inum. Øll vón er ikki heilt burtur um at vinna FM, men í fyrstu atløgu snýr tað seg um at halda tørn um silvurplássið. Finnur Justinussen er suveranur toppskjútti við seytjan málum. Onkra ferðina hevur hann ikki verið so neyvur, sum hann oftast plagar at vera. Hóast hann skoraði eitt mál í Gundadali, so misnýtti hann fleiri møguleikar. Tí skuldi tað ikki undrað, um hann í kvøld rættuliga verður hóttan ímóti málinum 07 Vestur. Mynd: Álvur Haraldsen Silvurið skal ikki søplast burtur Fótbóltur Hagtølini siga, at tað kann gerast truplari hjá Víkingi, enn støðutalvan kundi bent á, at tað verður Tað eru tvey lið, sum seinastu um­ førini hava havt soltna úrtøku, sum hittast í Klaksvík sunnudagin. Eftir javnleik ímóti HB og sigur á ÍF hevur KÍ tapt tvær ferðir 3-0, og nú brennur rættuliga undir upp­ flytarunum. Stinni miðverjin, Sørmundur Kalsø, varð útvístur í Streymnesi. Hann er leikbannaður, og avloysari í miðverjuni er Jógvan Isaksen. Týdningarmiklasti KÍ spælarin í ár hevur verið liðformaðurin Hjalgrím Elttør. Hann var ikki millum teir fyrstu ellivu ímóti EB/ Streymi. Fyrst í vikuni vandi hann fyri seg sjálvan, men í gjárkvøldið vandi Hjalgrím við fullari ferð. Hjá NSÍ er miðverjin Jens Joensen tøkur aftur, eftir at hann hev­ur verið leikbannaður tvær tær seinastu ferðirnar. Vongverjin Einar T. Hansen sá mánakvøldið gult fyri 8. ferð, og tískil er hann leikbannaður hesa ferð. Topp­ skjúttin Klæmint A. Olsen fór av vøllinum longu í 1. hálvleiki ímóti ÍF. Tað verður roknað við, at hann verður førur fyri at spæla sunnu­ dagin. NSÍ er í ongamannalandið, og mánakvøldið sást tað væl, at teir gulu og svørtu ikki høvdu so nógv at spæla fyri sum teir reyðu og hvítu. Nú er mótstøðuliðið aftur eitt, sum spælir fyri lívinum, og spurn­ingurin er, hvussu tað fer at eydn­ast monnunum hjá Paula Poulsen at manna seg upp. Fyrr í summar vann NSÍ 2-1 í Klaksvík. Tá ið KÍ vitjaði við Løkin eftir summarfrítíðina var úrslitið 3-3. Tað dregur saman um KÍ Fótbóltur NSÍ skal reisa seg eftir dovið avrik ímóti ÍF, og hjá KÍ kemur tað væl við, at Hjalgrím Elttør er komin fyri seg aftur, eftir at hann ikki var millum teir fyrstu ellivu í Streymnesi Hondbólturin í gongd Hondbóltur Sunnudagin fáast fyrstu ábendingarnar um, hvussu sterk tey ymsu liðini eru í Sunset- og Atlantic Airways-kappingini, tí nú byrjar landskappingin í hondbólti Hilmar Jan Hansen Hjá summum hevur steðgurin verið drúgvur og hjá øðrum stuttur, og summi hava so ella so hingið í alla tíðina, síðani hond­bóltskappingin síðsta vetur endaði við FM-finalum og øll­um hugsandi festivitas í vár. Men nú byrjar so alt tað heila aftur við tómari stigatalvu og spennandi dystarskrá fyri framman. Fyrstu dystirnir í lands­ kappingini í hondbólti eru á skránni sunnudagin, tá tríggir kvinnudystir og tveir mans­ dystir verða spældir. Av tí at ikki so nógv er til av dómarum, er avrátt, at tað ongantíð skulu vera meira enn trý dómarapør, sum eru í gongd í senn, og tí verður ikki spælt á meira enn trimum støðum hvørt umfar. – Tað fer tíverri at ávirka kappingina í vetur, at tað verð­ur neyðugt at flyta dyst­ir eftir, nær dómarar eru tøkir. Øðrvísi fær tað bara ikki ver­ ið, sum støðan er í løt­uni, segði formaðurin í hond­bólts­ dómara­felagnum, Karstin Joensen, í hondbóltsupptaktini í Viku­blaðnum mánadagin. Fyrstu dystirnir Fyri at hyggja at, hvussu kapp­ingin byrjar, so verður í Sunset-kappingini spennandi at vita, hvussu VB og Stjørnan roynast, tá hesi bæði liðini møt­ast í Vági, tí bæði vóru væl við síðsta vetur. Eisini kundi dysturin í Vestmanna mill­ um VÍF og Kyndil sæð javnur og spennandi út, tí hesi bæði royna hvørt í sínum lagi at sleppa longur upp. Triði dyst­ urin er í Havn millum føroya­ meistararnar hjá Neist­anum og StÍF, sum endaði aftast síðsta vetur. Hjá monnunum í Atlantic Airways-kappingini verður lagt bragdliga fyri við einum av gomlu klassikarunum, tá VÍF og Kyndil hittast í Vest­manna, og nú sleppur at standa sína roynd, hvussu sterkt VÍF-liðið í veruleikanum er og hvat kann væntast av Kyndli. Føroya­ meist­ararnir hjá Neist­anum mugu roknast sum favo­rittar ímóti StÍF. Triði dysturin, sum skuldi vera millum KÍF og H71, út­ settur til mikukvøldið, so dóm­ arar kunnu vera tøkir. hilmarjan@sosialurin.fo nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 22 17 4 1 52 20 32 55 2 Víkingur 22 15 4 3 45 24 21 49 3 EB/Streymur 21 15 2 4 55 26 29 47 4 NSÍ 22 8 8 6 49 37 12 32 5 B68 22 6 5 11 34 36 -2 23 6 HB 22 6 5 11 37 40 -3 23 7 ÍF 21 6 4 11 27 34 -7 22 8 KÍ 22 6 4 12 33 41 -8 22 9 07 Vestur 22 5 6 11 24 51 -27 21 10 B71 22 3 2 17 23 70 -47 11 Vodafonedeildin Vodafonedeildin 23/09 17.30 Víkingur - 07V 25/09 15.00 B36 - EB/Str. 25/09 15.00 KÍ - NSÍ 25/09 15.00 ÍF - HB 25/09 15.00 B71 - B68 1. deild kvinnur 25/09 12.30 KÍ - AB 25/09 16.00 Skála - B36 25/09 16.30 HB - Víkingur Sunset-kappingin 25/09 15.00 VB - Stjørnan 25/09 17.30 VÍF - Kyndil 25/09 19.00 Neistin - StÍF Atlantic Airways-kappingin 25/09 16.00 VÍF - Kyndil 25/09 16.00 Neistin - StÍF Mynd: Álvur Haraldsen