mikudagur 11. februar 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 28 - 11. februar 2004
Nr. 28 - 11. februar 2004
29
www.sosialurin.fo
Tíðindi
Viðmerkingar
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
C
M
Y
K
29
28
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
HEILSANIR
Góði, fitti Abbi
Hjartaliga tillukku við føðingardegnum. Takk fyri, at tú
ert so góður við okkum. Eisini ein heilsan til ommu.
Heilsan Tóra, Durita og Jákup-Martin
Hendan fitta
prinsessan á
Velbastað fyllir 1
ár í dag.
Hjartaliga
tillukku. Vit elska
teg.
Gubbi og omma
Hey fitti Hendrik
Hjartaliga tillukku við 1
ára degnum í dag 10. febr.
Heilsan omma og abbi á
Velbastaðvegnum 60
Góði Rógvi
Tillukku nú tú fyllir 11 ár
11. febr. Vit gleða okkum
at síggja teg í HB-drakt í
summar.
Heilsan omma og abbi
í Vági
Góði Hjalmar
Hjartaliga tillukku við 20
ára degnum. Alt tað besta í
framtíðini.
Ynskja svongu genturnar
FLIPPER SPÆLIMASKINA
Pinball spælimaskina til sølu fyri
4.000,- kr. Í góðum standi.
Tlf. 219383
SOLARIUM TIL SØLU
Ein sól við 28 rørum (dupult) og
andlitsól on/off. Er til sølu vegna
plásstrot. Myntbox fylgir við. Prísur
5000,-. Um tit vilja vita meira, so
ring til
Rutt 448600/748600
FLUTNING TIL DANMARKAR
Møguleiki er fyri flutningi til
Danmarkar á leiðini Hanstholm-
Århus. Úr Føroyum 19. febr., tó max
12 kubikk. Um hetta hevur áhuga,
so ringið
tlf. 210466, kl. 18–22.00
KETIL TIL SØLU
Ketil í góðum standi og ljóðleysur til
sølu fyri 5.000 kr.
Tlf. 217799
TIL SØLU
Sól (yvirpartur) at hanga undir lofti,
til sølu fyri 500 kr. Sera lítið brúkt.
Tlf. 217799
CYPERN-FØROYAR 9.
OKTOBER
Kom við 12. manni til Cypern 4.-11.
oktober. Vit flúgva til Cypern via
Danmark, búgva á hotelli á Cypern í
7 nætur, síggja Cypern-Føroyar
leygardagin 9. oktober. Ring til MB-
Tours á 322121 og hoyr nærri.
Tekningin til túrin er byrjað!
12. Maður
POWER RIDER
til sølu vegna plásstrot, er lítið
brúktur, prísur 1.500,- Nýprísur
2.500,-
Tlf. 224642 kl. 13-19
I'M COLLECTING
stamped post cards from all
countries so that I'd also be very
interested in getting any from the
Faroe Islands – do you think there
ever could be someone on the
Faroe Islands who'd b interested in
corresponding + exchanging post
cards with me? Best greetings from
Germany.
Juergen Reuther
Schillerstr. 59
D-09427 Ehrenfriedersdorf
Germany
juergen.reuther@web.de
ÚTHURÐ/KJALLARAHURÐ
Ynskist. Umleið 90 cm. breið.
Tlf. 211225
VIDEOKAMERA TIL SØLU
Eitt nýtt videokamera, merki JVC
bíliga til sølu.
Tlf. 266338
FYRILESTRAR
Tíðindaskriv
Fróðskaparsetur Føroya og
Føroya
Fróðskaparfelag
skipa í vár fyri eini fyri-
lestrarrøð við heitinum
‘Modernaðir teoretikarar.’
Tilsamans 7 fyrilestrar vera
á skránni og evnini eru fjøl-
broytt.
Edward
Said,
Michel Foucault, Gerard
Genette, Ernest Gellner og
Max Weber eru Fyrsti
fyrilesturin verður miku-
kvøldið 11. februar kl. 20 í
Ovastovu í Nóatúni, tá fer
Turið Sigurðardóttir, lektari
á
Føroyamálsdeildin
á
Fróðskaparsetrinum,
at
halda fyrilestur, ið hon
kallar: Vitan og vald -
mentanarkritikkur Edward
Saids.
Í høvuðsverki sínum Ori-
entalism, 1978, gevur Ed-
ward Said (1935-2003)
lemjandi kritikk av vestur-
lendskari gransking av
Eysturheiminum. Hugsanir
hansara hava verið um-
stríddar og hava havt stóra
ávirkan.
Turið Sigurðardóttir er
útbúgvin
bókmentafrøð-
ingur frá Háskóla Íslands
og Lærda Háskúlanum í
Keypmannahavn. Hon er
lektari í bókmentum á Før-
oyamálsdeildini og hevur
skrivað undirvísingartilfar
og greinir um bókmenta-
frøðilig og bókmentasøgu-
lig evni.
Skráin fyri fyrilestrar-
røðina er hendan:
11. februar
Turið
Sigurðardóttir: "Vitan og
vald - mentanarkritikkur
Edward Saids.
18. februar: Guðrun
Gaard "Í tøgnini ert tú" -
Um dialogspeki í bók-
mentafrøðini.
25. februar: Malan Marn-
ersdóttir: "Tú skrivar sum
tú lesur - lýsing av mill-
umtekstleika."
24. mars: Firouz Gaini:
"Ernest Gellner. Størsti
forsprákarin fyri rational-
ismuni í nýggjari tíð"
31. mars: Erika Hayfield:
"Børn og brúk"
14. apríl: Hans Andrias
Sølvará: "Michel Foucault
25. mai: Jonathan
Schwartz: "Max Weber"
Allir fyrilestrarnir vera
klokkan 20 í Ovastovu í
Nóatúni.
Fyrilestrarrøð á Fróðskaparsetrinum
Bygdarstevna í Fámjin
BYGDARSTEVNA
Tíðindaskriv frá Vesturhøll
í Fámjin.
Vetrartíð hevur frá gomlum
døgum verið veitslutíð, og
helst eru mong, ið halda, at
eitt gott og stuttligt veitsu-
kvøld er við til at gera vet-
urin lættari, og at tað styttir
um tað myrku tíðina.
Í Fámjin var tað í nógv ár
vanligt at halda bygda-
veitslur fyri bygdafólki-
num, uttanbýggjafámmin-
ingum og ørvingum. Hettar
vóru sera góðar og væl-
umtóktar veitslur, og tí eru
vit nøkur, ið halda, at tað er
uppá tíðina at vekja tær til
lívs aftur.
Bygdaveitslurnar byrjaðu
í sjeytiárunum og vórðu
hildnar hvørt ár, til komið
var inn í nítiárini, tá ið tær
duttu niðurfyri.
Luttakarnir vóru fámm-
iningar úti og heima, og
eisini
vóru
nærmastu
grannanir ørvingar við.
Veitslurnar vóru eitt sera
gott høvi til at fólk kundu
hittast aftur og minnast
aftur á gamlar dagar, og í
hesum
sambandi
blivu
nógvar góðar søgur sagdar
og røður hildnar.
Onkrir sangir eru eisini
yrktir til veitslurnar, og
Fámjinssangurin hjá Tor-
bjørn Lisberg bleiv yrktur
til eina av teimum. Hann
var fyrst yrktur til lagi
Gamla Dimma, men seinni
hava Jens og Marner, syn-
inir hjá Torbjørn, gjørt eitt
gott og vælljómandi lag til
sangin.
Eisini vóru tær eitt gott
høvi hjá ungdóminum í
bygdunum at knýta vinar-
bond og kanska er byrjanin
til okkurt hjúnarlag íkomin
har.
Havandi hetta í huga eru
vit nøkur, ið hava tikið
okkum saman til at skipa
fyri veitslu í Fámjin 6/3-
2004, har fámminingar,
uttanbýggjafámminingar
og ørvingar kunnu møtast
og hugna sær.
Fyrireikarar eru Magnus
hjá Lis, Eileen í Smiðuni,
Jeanna í Feninum, Zanlina
á Teigum og Óli hjá Malv-
inu. Prísurin verður kr.
250,00, fyri døgverða við
trimum rættum og undir-
haldi og dansi. Matin ger
Berit Johannesen og undir-
haldi hava brøðirnir Ras-
mus og Magnus hjá Lis.Til
dansin spælir Arni Strøm.
Ætlanin er eisini at Jákup
í Feninum kemur at vísa
nøkur ljósbíløt frá gomlum
døgum
og
greiða
frá
teimum.
Um áhugi er fyri at
sleppa við á veitsluna, má
luttøkugjald
gjaldast
á
kontonr. 6460-167.832.0 í
Føroya Banka ella hjá
Eyðdis Ellendersen í Fámj-
in. Síðsta freist er 1/3-
2004. Kostnaðurin er kr.
250,00 fyri hvønn. Tey,
sum gjalda í bankan kunnu
so vísa kvittanina, tá tey
koma.
Vit vóna at nógv fólk
møta upp og at Vesturhøll
verður fullsett, siga fyri-
reikararnir.