Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. september 2011 · Nr. 110 26 Sosialurin Starvslýsing Leiðari til Sambýlið á Bóndaheygi og Sambýlið við Heyggjar í Tórshavn Fyri leiðara í farloyvi søkir Stuðuls- og Trivnaðartænastan eftir leiðara til Sambýlini á Bóndaheygi 14 og Sambýlið við Heyggjar. Starvstíðin er fyribils frá 1. januar 2012 til 31. desember 2012. Umsókn Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu sendast til: Nærverkið / Stuðulstænastan og Trivnaðartænastan Stílað: Frígerð Sundsskarð, deildarleiðari Argjavegur 26 Postsmoga 3037 FO 110 Tórshavn Umsóknarfreist: 10. oktober 2011. Meginskrivstovan · Argjavegur 26 · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn Tel 360000 · Faks 360001 · naerverk@naerverk.fo · www.naerverk.fo www.naerverk.fo Leys størv í Nærverkinum Nærverkið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima, á bústovnum ella á sambýlum. Vit skapa møguleikar fyri lívsgóðsku við støði í tørvi og førleika hjá tí einstaka. Okkara eyðkenni er, at starvsfólkið leggur dent á professionalismu, dygd og nærleika. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almannamálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Børn & Ung. Umleið 1600 fólk starvast í Nærverkinum. Lesið meira á heimasíðu okkara: www.naerverk.fo / leys størv 2 Sjúkrarøktarfrøðingar til Heimatænastuna í Suðuroy 1) Farloyvisstarv Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi frá 15. oktober 2011 til 30. juni 2012. 2) Sjúkrarøktarfrøðingur Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi skjótast til ber. Talan er um eitt fulltíðarstarv. Umsókn Skrivlig umsókn við avritið av prógvum v. m. skal sendast til: Heimatænastan øki 5 att. Jeanna í Lágabø, økisleiðari Vágsvegur 45, 900 Vágur Umsóknarfreist: 7. oktober 2011 Starvsfólk til Stuðulsfólkaskipanina fyri Børn Í Tórshavn: Søkt verður eftir fysioterapeuti Uppgávan er í løtuni at starvast í toymi, sum heldur til í Skúlanum á Trøðni. Toymið er dagtilboð til børn og ung við fjølbreki. Arbeiðstíðin er 28 tímar um vikuna at byrja 1. oktober 2011. Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi Uppgávan er í løtuni at starvast í toymi, sum heldur til í Skúlanum á Trøðni. Toymið er dagtilboð til børn og ung við fjølbreki. Arbeiðstíðin er 28 tímar um vikuna at byrja 1. oktober 2011. Søkt verður eftir ergoterapeuti Uppgávan er í løtuni at stuðla ungari gentu við fyiskum breki í at gerast sjálvbjargin. Arbeitt verður seinnapartar mánadag kl 1230-1630, týsdag 1130- 1630 og hósdag kl 1230-1630 íalt 13 tímar um vikuna til 1. juli 2012 Í vági: Søkt verður eftir starvsfólki við heilsufrøðiligari útbúgving Uppgávan er í løtuni at vera náttarvakt hjá barni við fjølbreki 3. hvørt vikuskifti frá hóskvøldi til sunnumorgun í heiminum hjá barninum. á salTnesi: Umlætting fyri børn og ung við fjølbreki og menningartarni: Starv 1: Í bólki 6: uml 31 tímar dag og kvøldvaktir. Starv 2: Í bólki 7: uml 33 tímar dag- og kvøldvaktir. Starv 3: Náttarvaktir: uml 2 sunnunætur um mánaðin (8 nætur restina av árinum). Starv 4: Bólkur 8: mánamorgun 4 tímar Starv 5: Í bólki 5: uml 31 tímar dag og kvøldvaktir. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Nærverkið, Stuðulsfólkaskipanina fyri børn, tlf 360000. Umsókn Skrivlig umsókn við prógvum og viðmælum skal sendast til: Nærverkið, Børn og Ung, Stuðulsfólkaskipanin fyri børn, Argjavegur 26, Postboks 3037, 110 Tórshavn Umsóknarfreist: 7. oktober 2011.