Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-23, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 23. september 2011 · Nr. 110 Sosialurin Manntal, sum stendur fyri fólkateljingini 11. november 2011 søkir ‡2 fólk til móttøkuna av spurnabløðunum í Deplinum í Tórshavn ‡3 fólk til Snarlinjuna, sum er ókeypis telefonhjálp til øll, sum hava spurningar Starvsfólk til móttøkuna Arbeiðið er at skipa móttøkuna av spurnabløðunum, sum hvønn dag verða send til Depilin í Tórshavn. Harafturat skulu starvsfólkini ljóslesa (skanna) spurnabløðini. Hetta arbeiði er skipað eftir strongum trygdarkrøvum. Førleikar: ‡dugir við tølum og hevur lætt við at seta seg inn í nýggja tøkni ‡skipað/ur og dugir at halda tíðarætlanir ‡skilir týdningin av, at trygdin hjá tí einstaka er í hásæti Tíðarskeiðið er umleið 3 mánaðir frá 1. november 2011. Starvið er fulla tíð, og arbeiðstíðin verður skipað í vaktum. Starvsfólk til Snarlinjuna Arbeiðið er at svara borgarum, sum ringja við spurningum um mann- talið. Upplæring verður seinast í oktober. Førleikar: - høvisk/ur og fryntlig/ur og dugir væl at samskifta - dugir við tølum - skipað/ur og dugir at halda tíðarætlanir - skilir týdningin av, at trygdin hjá tí einstaka er í hásæti Tíðarskeiðið er einar 3-4 vikur. Frá 1. november til uml. 30. november 2011. Starvið er mett til 30-35 tímar um vikuna, og arbeiðið verður skipað í vaktum. Lønin í báðum størvunum er sambært sáttmála millum Starvsmanna- IHODJLèRJ)tJJMDUPiODUièLèHIWLUO¡QDUÀRNNL Útgreinaðar starvslýsingar og umsóknarbløð eru á heimasíðu okk- ara manntal.fo. Umsóknir skulu vera Manntali í hendi hósdagin 6. oktober 2011. Umsóknir skulu sendast til heini@manntal.fo Spurningar um størvini kunnu setast Heina Hátún, samskipara, á tel. 52 23 53 ella á mail heini@manntal.fo. Manntal er verkæltan undir Hagstovu Føroya. Endmálið við manntal 2011 er at gera eina neyva lýsing í hagtølum av føroyska samfelagnum. Úrslitið verður bert brúkt til almenn hagtøl, sum øll í Føroyum hava atgongd til. Løgtingslóg nr. 64/2011 tryggjar, at alt tilfar verður viðgjørt í trúnaði og bert brúkt til hagtøl. Hevur tú hug at vera við í søguligu hendingini, har øll í Føroyum verða skrivað í manntal? Fyri fyrstu ferð síðani 1977 skal ein fullfíggjað hagtalslýsing gerast av føroyska samfelagnum. Manntal, sum stendur fyri teljingini, søkir eftir 150 teljarum kring alt landið at arbeiða í 3-4 vikur. Frá 1. november til uml. 30. november 2011. Vit søkja eftir teljarum, ið verða knýttir at dømisstovunum, sum sam- skipa fólkateljingina. Arbeiðsuppgávur: Arbeiðið er at bera spurnabløð í hvørt hús í landinum og fara út aftur eftir svaraðu spurnabløðunum. Arbeiðið er eisini at vegleiða og hjálpa teimum, sum hava brúk fyri tí. Hvør teljari hevur ábyrgdina av umleið 130 býlum. Allir teljarar verða væl og virðiliga upplærdir, eitt nú um, hvussu pri- vatlívið hjá borgarunum skal verjast. Førleikar: - høvisk/ur og fryntlig/ur og dugir væl at samskifta - dugir við tølum - skipað/ur og dugir at halda tíðarætlanir - skilir týdningin av, at trygdin hjá tí einstaka er í hásæti Teljararnir verða settir frá 1. november til uml. 30. november 2011. Ar- beiðstíðin er uml. 20 tímar um vikuna. Meginparturin av arbeiðstíðini væntast at liggja seint seinnapart og tíðliga á kvøldi. Lønin er sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjar- PiODUièLèHIWLUO¡QDUÀRNNL Útgreinað starvslýsing og umsóknarblað eru at á heimasíðu okk- ara manntal.fo. Umsóknir skulu vera Manntali í hendi hósdagin 6. oktober 2011. Umsóknir skulu sendast til heini@manntal.fo Spurningar um starvið kunnu setast Heina Hátún, samskipara, á tel. 52 23 53 ella á mail heini@manntal.fo. Manntal er verkæltan undir Hagstovu Føroya. Endmálið við manntal 2011 er at gera eina neyva lýsing í hagtølum av føroyska samfelagnum. Úrslitið verður bert brúkt til almenn hagtøl, sum øll í Føroyum hava atgongd til. Løgtingslóg nr. 64/2011 tryggjar, at alt tilfar verður viðgjørt í trúnaði og bert brúkt til hagtøl.