fríggjadagur 23. september 2011síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 110 · 23. september 2011
2
VIKUSKIFTI
Upp á nógvar mátar liva vit politikarar eina
varda tilveru, og hóast eg havi mist atkvøður,
havi eg eitt lív, sum er fult av innihaldi og gleði.
Kári á Rógvi, politikari, í Sosialinum mikudagin
Matur
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Jamie Oliver hevur í fleiri ár arbeitt
fyri, at maturin í skúlunum skal gerast
soltnari, og hansara »Food Revolution«
hevur fleiri miliónir av stuðlum. Ein
av teimum kendastu er fotomodellin
Claudia Shiffer.
Í brævinum til ST skrivar Jamie
Oliver millum annað soleiðis: »Tað, sum
nógv ikki hava skilt er, at trupulleikin
ikki bara er í teimum ríku londunum.
Fiti drepur fleir, enn hungur ger.«
Orsøkin til at brævið hjá Jamie
Oliver var sent í hesum døgum er, at ST
hevur fund í New York har sjúkdómar,
ið ikki smitta, verða viðgjørdir. ST aðal
skrivarin Ban Ki-moon hevur í hesum
høpi tosa um at seta sjóneykuna á ein
sunnan lívshátt.
Kronisk sjúka, har fiti er ein týðandi
partur, drepur árliga fleiri enn 36
miliónir menniskju, og komandi 20 ár
er vandi fyri at talið fer upp á heilar
52 miliónir, skrivar World Economic
Forum.
Hvussu brævið hjá Jamie Oliver
varð móttikið, er enn ikki nakað at
frætta um.
Les alt brævið inni á www.
jamieoliver.com
Vikuskifti
er her
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Helle Thorning Schmidt / Polfoto
klumman
Eyðun
Klakstein
Jamie Oliver, eisini kendur sum Nakni kokkurin,
hevur í opnum brævi til ST heitt á tey um at seta
sjóneykuna á matin hjá heimsins børnum
Nakni kokkurin
skrivar til ST
Áðrenn tú hevur vent tær, er framtíðin her.
Seinastu vikurnar hava vit fingið
endaleysar áminningar um, at vit skjótt
verða gomul – tey, sum ikki longu eru tað –
og at vit skjótt fara at doyggja – tey, sum ikki
longu eru deyð. Tað skal eftir øllum at døma
verða eitt gott sølutrick.
Kanska eru vit við at verða har, at vit
hava hoyrt nóg mikið um tað, sum hendir
áðrenn vit hava vent okkum. Fyri nógv fólk
snýr tað seg ivaleyst um at hugsa sum minst
um tað.
Men framtíðin kemur – av sær sjálvari,
sigst. Og framtíðin er her. Og eisini
Vikuskifti. Eftir eitt summar við feriu, eitt
sindur av sól, nógvum tiltøkum kring landið,
ferðum uttanlands og øllum tí, sum hoyrir
til, er heystið fyri framman.
Her í blaðnum merkir tað, at vit nú aftur
kunnu bjóða okkara lesarum Vikuskifti
hvønn fríggjadag. Í summar hevur Vikuskifti
hvílt seg, men í dag fara vit undir eina
nýggja sesong við vikuskiftisblaðnum í
Sosialinum.
Vikuskifti bjóðar tykkum lesarum
fjølbroytt lesistoff til vikuskiftið. Vit gera
samrøður við fólk, sum eru frammi, hava
okkurt uppá hjarta og eru áhugaverd fyri
lesararnar. Vit geva eisini góð ráð um rák,
sum eru frammi í tíðini, og hava klummur
við skiftandi skribentum. Vit leita aftur um
persónar, hendingar og ymisk viðurskifti
í samfelagnum, og vit fara eisini at taka
okkum av løttum og skemta eitt sindur.
Hóast rákið innan miðlarnar er, at alt
skal ganga skjótt fyri seg, helst skjótari enn
nakar megnar at fylgja við í, so er framvegis
brúk fyri einari vikuskiftisavís, har tað ber
til at seta seg niður og lesa nakrar longri
greinar. Sosialurin vil við Vikuskifti royna at
geva sínum lesarum áhugaverdar samrøður,
spennandi greinar, góð ráð, undirhald og
bakgrund.
Vælkomin til ein nýggjan vetur við
Vikuskifti – og gott vikuskiftið!
Jamie Oliver
So segði
hann...
nr. 30 11. mars 2011 sosialurin
lívið hevur verið torturur
Victoria
Wild
sekund við
90
rósu
samuelsen
ótryggleiki
skundar
undir
átrúnað
nr. 42 8. apríl 2011 sosialurin
søgdu eg var svøk at fáa mær handil
Karin
Meyer
seKund við
90
Hera
eysturlíð
ein
stórur
trupulleiki
facerape:
Fer eFtir gullinum
BJØRK
seKund við
90
Jón Brian
Hvidtfeldt
Flótandi
hotell
størsti
vandin
nýtt í
danmark
Bakgrund:
Tips:
nr. 69 17. juni 2011 sosialurin