fríggjadagur 23. september 2011síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 110 · 23. september 2011
4
VIKUSKIFTI
BODYBUILDING
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Í 1990 luttók Gunnar Hjelm úr Vági fyri
fyrstu ferð í DM í bodybuilding, og ta
ferðina endaði hann á triðja plássi. Í
1995 endaði hann á øðrum plássi.
Nú er hann 46 ára gamal og fer at
royna eina ferð enn.
– Í 15 ár vandi eg als ikki, men
fyri tveimum árum síðan var eg í eini
persónligari kreppu, sum fekk meg at
eftirmeta mítt lív. Eg kom til tað úrslit,
at tey bestu árini í mínum lívi vóru,
tá ið eg vandi nógv. Hetta gav mær
íblástur til aftur at fara at venja, tí tá
ið tú likamliga hevur tað gott, ert tú
eisini sálarliga væl fyri, sigur Gunnar
Hjelm.
Sum hugsað so gjørt, og seinsta hálvt
annað árið hevur ahnn vant beinhart.
Fann seg sjálvan aftur
– Eg hevði ikki vant í 15 ár, vektin var
komin upp á 123 kilo, og eg hevði mist
meg sjálvan burtur. Ein dagin kom
min góða vinkona Borgnu Kjærbæk til
mín og spurdi, hvat var blivið av mær.
Hon kendi meg næstan ikki aftur, tí eg
útstrálaði ikki tað sama sum áður. Tá
klárvaknaði eg, sigur Gunnar Hjelm.
Tey 15 árini hevði hann bara hugsað
um arbeiði og familjur og hevi líkasum
gloymt seg sjálvan.
– Eg segði so við meg sjálavn, at nú
fór eg at seta mær mál. Eg fór at klænka
meg og koma í form aftur.
Gunnar Hjelm er staddur í Danmark,
har hann fyrieikar seg til at lutaka í DM
í Herning 8. oktober.
Hørð venjing
– Nu eri eg rættiliga væl fyri, og eg venji
hart hvønn dag. Eg súkkli 35 kilometrar
hvønn dag, gangi 10 kilometrar og venji
bukvddarnar 1500 ferðir hvønn seinna
part og kvøld.
Hann venur saman vi einum góðum
vini, sm var danmarsmeistari í 2009.
Kostin noyðist hann eisini at hugsa
um. Hann etur fisk hvønn dag, seið tosk
og rækjur aftur við bakaðum epum, 4-5
smaar máltíðir um dagin. Eggjahvítar
má hann eisini hava.
– Seinasu 10 vikurnar havi eg vant
og livað upp á henda mátan, og tað
hevur givið úrslit. Hálvan juli var vekt
in komin niður á 101 kilo, og mána
morgunin vigaði hann 90,5 kilo.
Ein fyrimynd
Tað er ikki bara fyri sína egnu skyld,
at Gunnar Hjelm hevur fingið vektina
niður og fer til DM.
– Eg vil eisini fegin vera ein fyri
mynd, hjá teimum, sum vilja koma í
form. Lívið er ikki liðugt, um tú vigar
ov nógv, og eg vil vísa, at tað ber til
at klænka. Tað ræður bara um at vera
motiverað og fáa skil á ovastu hædd. At
venja, seta sær mál og ikki fara av kós,
sigur Gunnar Hjelm, sum kundi hugsað
sær at skipa fyri skeiðum um slíkt.
Hann viðgongur, at tað er ikki
bara bara at seta sær so høg ál, men
tað kennist væl, og hann heldur seg
vera líka væl fyri, sum hann var í
90-árunum.
Vann á sær sjálvum
Gunnar Hjelm heldur tað vera stuttligt
at vera millum aðrar bodybuildarar
aftur, og fleiri teirra minnast hann
aftur. Teir flestu eru yngri. Hann veit
um ein, sum vigar 15 kilo meira enn
hann.
Tað verða 143 luttakarar til DM. Enn
veit Gunnar Hjelm ikki, hvussu nógvir
verða í hansara bólki.
– Sjálvandi miði eg eftir at fáa
so góð úrslit sum gjørligt, men fyri
meg hevur tað ikki størsta týdningin,
hvat nummar eg verði. Eg havi longu
vunnið – á mær sjálvum, sigur Gunnar
Hjelm.
Gunnar Hjelm, sum í 1990-árunum, stóð seg væl í bodybuilding, fer
nú sum 46 ára gamal at royna seg aftur. Hann leggur minni í, hvussu
úrslitið verður, tí hann hevur longu vunnið á sær sjálvum
Eg havi
longu
vunnið