fríggjadagur 23. september 2011síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 110 · 23. september 2011
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ eydnu
eydna@sosialurin.fo
Smyrsl:
Sminkan skal síggjast! Tað er tí heilt í tráð við
mótan júst nú, at Make up Store hevur show
og teatur sum ímynd fyri vetrarsmyrslinum.
Litríkir eygnaskuggar, reyðar, glansandi varrar og
falskar eygnavippur kunnu nú nýtast – í senn.
Tilhoyr:
Tað, sum tú pyntar teg við, skal vera
stórt, sjónligt og dominerandi.
Klæðir:
80'ini ganga aftur á ymsan hátt, og tað teatralska og ógvusliga eru gjøgnumgangandi.
Klæðini eru antin heilt víð ella heilt strømm, mynstrini eru ógvuslig, og alt kann setast saman.
Slagorðið frá 80'unum »more is more« endurspeglast
nú aftur í mótamyndini. Smyrsl, klæðir og tilhoyr
verða merkt av teatralskum yvirdrívilsi. Sum so
mangan, tá tíðirnar hava verið ringar, so gerst mótin
ekstravagantur og sjónligur. Jú ógvusligari, jú betri!
80'ini eru aftur!
Bláur glimmur
eyelinari frá
Make up Store
Reyð
varrastift
frá Make
up Store
Bláir, gulir og violettir
eygnaskuggar frá
Make up Store
Ymisk dominerandi sløg av toyi verða sett
saman, men í 80'ara rákinum er tað ongantíð
ov nógv av tí góða. Pelsur, slangumynstur
og stórar sloyfur í sama litbrigdi frá Gucci
Stórir, tjúkkir hælar eru nú aftur, eftir at stilettirnar
hava verið frammi seinastu tíðina. Sokkar, ið røkka
til økulin, innanfyri skógvin eru bara eitt pluss.
Stórar plastblómur eru smartar, antin í
hárinum, sum her, ella um hálsin, um hondliðið
ella sum brosja – jú størri, jú betri.
Oyraringarnir eru sjónligir og tær nýtist nú ikki velja,
um tú vilt hava stórar oyraringar ella eina markanta
hálsketu. Tú kanst saktans brúka bæði í senn.
Prikkarnir hoyrdu 80'unum til, men nú
eru teir aftur. Og tað er ikki ólógligt at
fara í eitt heilt sett av prikkum. Her er
ein kjóli frá Diane Von Furstenberg
Sailorstílurin, sum var nógv frammi í
80'unum er aftur at síggja nú. Kasjettar,
frynsar á akslunum og sloyfan undir
øsinum. Alt settið er hvítt, og buksurnar
koma upp á miðjuna. Frá Moschino
Violett lippgloss
frá Make up Store