fríggjadagur 23. september 2011síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 110 · 23. september 2011
7
VIKUSKIFTI
At ferðast er at liva.
Tað segði Hans Christian
Andersen.
Ella skulu vit siga, at hann var
tann fyrsti, sum segði júst hetta.
Tann fyrsti, sum vit vita um.
Síðani eru orðini endurtikin
óteljandi ferðir sum aðrar
slíkar staðfestingar, sum ikki
eru vísindaliga prógvaðar, men
kunnu setast undir yvirskriftina
religión ella pátrúgv, sum eru
tað sama, hóast orðabókin sigur
nakað annað.
Annað dømi er, at torført er at
spáa, ikki minst um framtíðina.
Tað segði Storm P.
Ella, at tað regnaði bara tvær
ferðir hjá okkum í síðstu viku.
Eina ferð í tríggjar dagar og eina
ferð í fýra dagar.
Tað segði ein maður úr
Bergen.
At ferðast er at liva, segði
Hans Christian. Tað var tað
ivaleyst eisini, áðrenn flogfarið
varð uppfunnið.
Skaldið varð ongantíð
steðgað í einum idiotiskum
pseudotrygdareftirliti og misti
pennin, tí 100,01 millilitur av
blekki vóru í honum.
Hann noyddist heldur ikki
at stinga ferðaseðilin í eina
spæliautomat og trýsta 77 tøl
fyri at sleppa av stað. Og síðani
standa í longum hala fyri at
sleppa av við kuffertið.
Tá er lagamanni at siga, at
ferðing er lív.
At ferðast er at liva er gott at
minna á, nú summarfrítíðin júst
er liðug, og heystfrítíðin kemur
um nøkur fá fríkorter.
Eg skal tó, uttan at rodna,
viðganga, at viðhvørt, tá eg
endiliga eri komin gjøgnum allar
forðingarnar í teimum stóru
fráfaringarhøllunum og sveitt
andi siti kroystur har afturi í
flogfarinum og flogfarið fer ikki
av stað, men verður standandi
og eingin sigur nakað, tá hugsi
eg, skal eg viðganga: hvat fanin
geri eg her? Hví eri eg ikki bara
heima? Hví alt hetta drepandi
stríðið fyri at liva?
Og so tey óndu hotellrúmini.
Tey stóru og marglætislíku, sum
minna um eitt kapell meira enn
nakað annað. Steindeyð, hava
onga sál. Eri eg tann fyrsti, sum
búgvi her?
Vindeygað má ikki latast
upp, tí ektað luft órógvar
luftskiftisskipanina. Inniluft
hoyrist ikki. Men tað ger
ravmagnaða luftskiftið, alla
náttina.
Hans Christian kundi lata
vindeyguni upp, har sum hann
gisti og livdi, og anda ektaða
luft í seg, áðrenn hann skrivaði
at ferðast er at liva við fulla
fyllipenninum, sum hann slapp
at hava við sær í rossavogninum
ella um borð á seglskipinum,
uttan at hava hann í serligum
plastposa, tí slíkt var ikki
uppfunnið tá.
Tá fingu fólk sálina við sær,
tá tey ferðaðust, tí ferðin var ikki
so stór. Tey, sum í dag sigla, tí tey
als ikki tora at flúgva, siga tað
sama, tí tey tora ikki at viðganga,
at tey tora ikki at flúgva. Vit hava
sálina við okkum, siga tey. Tit,
sum flúgva millum 800 og 900
km/t, fáa sálina konfiskeraða í
innskrivingini. Spæliautomatin
etur hana. Fanin tekur hana í
pant.
Tey bíligu hotellrúmini skeivu
megin høvuðsjarnbreytarstøðina
í Keypmannahavn, sum eg plagi
at gista í, eru so lítil, at eg noyðist
at seta stólin upp á skápið fyri at
kunna seta kuffertið frá mær.
Men hesi rúmini hava sál og
søgu. Skeinurnar og blettirnir á
veggjunum siga tær, at her hava
onnur búð. Vindeygað kann vera
opið, og vaskið er tipt og songin
er smøl og sjónvarpið kavar.
Tað er verri enn so altíð eitt
ævintýr at ferðast.
Tað segði Hans Christian ikki.
Eg sigi, at ferðast er ofta ein
deyðanumnæruppliving.
Deyðanumnæruppliving
Umafturafturum
høgni djurhuus
Bárður Nielsen
lagt til rættis: Leo Poulsen
Hví hevur tú valt at fara upp í politikk aftur?
– Áhugi mín fyri samfelagsviðurskiftum er stórur,
og eg meti meg kunna ávirka rætta vegin, so vit
fáa eitt betri og liviligari samfelag fyri okkum
øll. Fleiri mál liggja á láni, sum kundu bøtt um
livilíkindini í Føroyum, um tey vórðu loyst.
Hvørji eru tíni hjartamál í politikki?
– Spennið er rættiliga breitt. Men grundleggjandi
fyri meg er, at búskaparliga grundarlagið undir
samfelagnum er trygt. Annars ber lítið og onki til.
Hvat er títt yndis ferðamál?
– Mær dámar væl at ferðast suður í heitu
londini, men tað er eisini stuttligt at vitja
stórbýir og uppliva aðrar mentanir.
Ferðast tú nógv í egnum landi?
– Ja, eg havi verið nógv runt og royni eisini at
vitja tær mongu smáu og vøkru bygdirnar í
Føroyum. Av oyggjunum mangli eg bert Svínoy
og Fugloy. Av fjallatindum yvir 800 metrar
manglar mær »bert« tindarnar á Kunoynni.
Hvat er tað besta við at búgva í Føroyum?
– Frælsi. Tað at vit hava eitt trygt og friðarligt land
við hópum av møguleikum fyri hvønn einstakan.
Dugir tú at gera mat?
– Tað má eg lata onnur smakka og meta um
Hvat er tað besta tú fær at eta?
– Føroyskur matur er í serflokki, og mær
dámar mest sum allan føroyskan mat. Hvat
best er velst um árstíð og veðrið.
Er tú nakrantíð á floti?
– Ja, men alt ov sjáldan, gevi mær
tíverri ikki stundir til tað
Hevur tú seyð?
– Ja, eg havi seyð, sum aðrir røkta,
og eg eri so við til slaktið
Hvussu heldur tú teg í form?
– Eitt sindur av hondbólti, fótbólti
og so renning
Hvør bók liggur á náttborðinum?
– Gør en forskel eftir Ulrik Wilbek
Tað besta við at
búgva í Føroyum
er frælsi
Tað heldur Bárður Nielsen, ið fyri nøkrum árum
síðani kom inn í føroyskan politikk sum ein komet fyri
síðani at hvørva aftur. Honum dámar væl at ferðast
suður til hitan, men maturin í Føroyum er í serflokki