Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-23, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 2011síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 110 · 23. september 2011 8 VIKUSKIFTI Tey trý sjúkrahúsini skulu samansjóðast, segði John Johannesen, tá ið hann sendi uppskotið um at leggja sjúkrahúsini undir felags leiðslu út til hoyringar John Johannesen, landsstýrismaður í heilsu­málum ætlaði so avgjørt at leggja uppskotið fyri tingið, men hann noydd­ ist at bakka fyri nøkrum vikum síðan. – Hendan ætlan hevur eittans enda­mál, sum er at fáa eitt enn betri sjúkra­hús­verk við einum nýggjum saml­að­um sjúkrahúsi, sum er staðsett á Tvør­oyri, í Havn og í Klaksvík, segði John Johannesen millum annað. Sagt varð, at akutt móttøka skuldi vera á øllum sjúkrahúsunum. Í mars boðaði løgmaður frá ætl­anini, og í apríl varð málið lagt fyri lands­ stýrið. Eingin mótmælti Í ólavsøkurøðu síni endurtók løgmaður boð­ini um, at sjúkrahúsverkið skal leggjast undir eina leiðslu. Men tá ið uppskotið varð sent til hoyringar, kom róp í. – Eg havi tí avgjørt at fara víð­ari við málinum í einari serligari hoyr­ ings­tilgongd, har heilsustarvsfólk um­framt borgarar úr øllum landinum javnt umboðaðir fáa høvi at verða kunn­aðir og viðgera málið á jøvnum føti. Fólk í Vágum, Sandoynni, Norður­ streymoy og Eysturoynni hava júst líka stóran týdning í málinum um okkara heilsuverk, sum fólk í Havn, í Norðoyggjum og í Suðuroynni, boð­aði John Johannesen frá fyrst í mánað­ inum. Sosialurin hevur spurt seg fyri kring landið, hvørji sjónarmiðini eru til at leggja sjúkra­ hús­ini undir felags leiðslu. Skulu sjúkrahúsini Klaksvíkar Sjúkrahús kundi hóskandi verið miðstøð fyri enduruppvenjing, heldur Páll á Reynatúgvu – Eg haldi tað vera púra rætt at leggja øll sjúkrahúsini undir felags leiðslu, og tað grundgevi eg við, at í framtíðini verða vit noydd at raðfesta í heilsuverkinum, har karmarnir til tað fakliga verða sterkari, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann heldur tað frægasta fakliga umhvørvið fæst á Landssjúkrahúsinum. Tað kemur ikki upp á tal at niðurleggja nakað virksemi á Suðuroyar Sjúkrahúsi, tí Suðuroyggin er so fjarskotin, og Klaksvíkar Sjúkrahús eigur ikki at verða niðurlagt. Tað sjúkrahúsið hevur nógv verið brúkt til enduruppvenjing, og tann parturin átti at verið styrktur, so Klaksvíkar Sjúkrahús verður ein miðstøð fyri enduruppvenjing umframt at hava bráðfeingis móttøku, heldur Páll á Reynatúgvu, sum eisini úttalar seg sum fysioterapeutur. Hann heldur annars, at neyðugt verður at kjúkla meira um Lands­ sjúkrahúsið, sum er og verður álit okkara. Tað má vera við arbeiðsplássunum í huga, at norðoyingar leggja so stóran dent á at varðveita sjúkrahúsið í Klaksvík Suni Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, hevur ikki brúkt nógva orku til at seta seg inn í, hvørjar politisku ætlaninirnar eru við temum trimum sjúkrahúsunum. Tað er ikki nakað, hann hugsar mest um. – Men síggja vit Føroyar úr fugla­per­ spektivi og við tí góðu samferðslu, vit hava í dag, hevði eingin ivi verið um, at einki sjúkrahús hevði verið í Klaksvík. Tað er jú longri at koyra úr Gásadali til Havnar enn úr Klaksvík til Havnar, men eingin í Vágum hevur talað fyri, at vit skulu hava eitt sjúkrahús, sigur Suni Jacobsen. Við Suðuroynni er øðrvísi, tí av landafrøðiligum orsøkum má eitt sjúkrahús vera har, sigur hann. Hann heldur ikki, at atlitini til heilsuviðurskiftini og trygdina er ikki fremst orsøkin til, at norðoyingar sláa ring um sjúkrahúsið í Klaksvík. Tað man heldur vera arbeiðsplássini, sigur Suni Jacobsen. Men hann væntar ikki, at nøkur broyting verður gjørd viðvíkjandi sjúkrahúsunum. Annars heldur hann, at landsstýrið hevur ein forkláringstrupulleika. Tí hví skulu sjúkrahúsini hava eina felags leiðslu, tá ið økini á kommunala økinum skulu pettast sundur. – Vit fáa kanska átta kommunur, og so skal alt býtast sundur í átta, skúlar eldraøkið og annað. Eg skilji tað ikki, sigur Suni Jacobsen. Mugu kjúkla um Lands­ sjúkrahúsið Rokkað verður neyvan við sjúkrahúsini lagt til rættis: Randi Jacobsen