fríggjadagur 23. september 2011síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 110 · 23. september 2011
9
VIKUSKIFTI
hava felags leiðslu?
So leingi sjúkrarøktarfrøðingarnir
ikki hava fingið innlit í ætlanina
um at leggja sjúkrahúsini undir
felags leiðslu, vil Vár i Gong,
forkvinna í felagnum Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar ikki gera nakra
viðmerking
Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar eru
knotnir inn á landsstýrið, at hvørki
teirra felag ella onnur feløg hava fingið
neyvari kunning um ætlanina um at
leggja sjúkrahúsini saman.
– Av somu orsøk ber illa til at gera sær
neyvari hugsanir um og viðmerkingar
til, hvør loysn man vera hin frægasta.
Tað tykist vera ein sera óheppin siðvenja
at halda fakfeløgini uttanfyri, tá tílíkar
bygnaðarbroytingar verða lagdar til
rættis, sigur felagið m.a. á
heimasíðu síni.
Vár í Gong, forkvinna heldur tað vera
eitt krav, at feløgini sleppa upp i
tilgongdina, so tey kunnu tryggja sær,
at starvssetanir og arbeiðsstøð eru
sambært sáttmálunum, og at
alt gongur rætt fyri seg.
Fakfeløgini
hildin
uttanfyri
Um tað í samráð við starvsfólkini
á sjúkrahúsunum verður funnin ein
loysn, haldi eg tað vera rætt at leggja
saman, sigur Randi í Jógvanstovu í
Leirvík
Hóast Randi í Jógvanstovu er leir
víkingur, og fólkini á eystaru síða á
Eystorynni ofta fara til Klaksvíkar í
sjúkraørindum, ber hon ongan ótta
fyri, at nakar skaði hendir við at leggja
sjúkrahúsini saman. Í so máta er hon ikki
lokalpatriotur.
– Eg haldi tað vera rætt, um endamálið
at samskipa eitt vælvirkandi
sjúkrahúsverk, og arbeiðið má
gerast í samráð við starvsfólkini á
sjúkrahúsunum. Tað má bera til at
samskipa virksemið á trimum smáum
sjúkrahúsum, sigur Randi í Jógvanstovu.
Í ætlanini liggur, at øll trý sjúkrahúsini
skulu hava akutta móttøku.
Randi í Jógvanstovu sær annars fyri sær,
at Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar
fáa sergreinar so sum uppvenjing, og
nú kann heldur ikki vera leingi, til eitt
hospis, ið er ætlað fólki, sum liggja til
tað síðsta. Eitt hospis kundi eisini verið á
øðrum av teimum sjúkrahúsunum.
– Og hví í víðu verð skulu vit
hava tríggjar stjórar? spyr Randi í
Jógvanstovu.
Í lagi við
felags leiðslu
Sjúkrahúsini skulu vera, sum tey eru,
men tað átti at verið nóg mikið við
einum stjóra, heldur John Eysturoy
John Eysturoy í Havn hevur mangan
talað sak sjúklinganna, og hann hevur
greiða hugsan um ætlanina at leggja tey
trý sjúkrahúsini saman í Sjúkrahúsverk
Føroya.
– Øll trý sjúkrahúsini skulu vera, har
tey eru, og tey smærru sjúkrahúsini
mugu ikki avfólkast , tí trygdin bæði hjá
norðoyingum og suðuroyingum má ikki
versna, sigur John Eysturoy.
Hann er greiður yvir, at tað snýr seg
um sparing, men pengar høvdu verið at
spart, um bara ein leiðsla var.
– Tað er ikki neyðugt at hava tríggjar
stjórar, og pengarnir, sum har eru at
spara, skulu brúkast til at útbyggja
sjúkrahúsini og annars sjúklingunum ti
frama, sigur John Eysturoy.
Nóg mikið
við einum
stjóra
Um vit fáa meira fyri hvørja krónu,
er skilagott at leggja sjúkrahúsini
undir felags leiðslu, heldur Sonja
Jógvansdóttir
Um sjúkrahúsini skulu leggjast saman
ella ei, er ikki eitt evni, sum upptekur
Sonju Jógvansdóttir nógv.
Men hon heldur kortini, at uppskotið um
felags leiðslu ljóðar skilagott.
Tað krevur tó sterkt samskipandi lið
millum súkrahúsini.
– Tað ræður um at brúka allar
møguleikar til fulnar, og at vit fáa sum
mest fyri hvørja krónu, sum brúkt verður,
sigur Sonja Jógvansdóttir.
Ljóðar
skilagott