fríggjadagur 23. september 2011síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 110 · 23. september 2011
10
VIKUSKIFTI
PORTRETT
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Strøm. Professionel. Avgjørd. Væl
skipað og væl fyrireikað. Ein kvinnulig
útgáva av Anders Fogh Rasmussen –
næstan. Tað er myndin, mong hava av
Helle Thorning Schmidt. 44 ára gamla
kvinnan úr Ishøj, fólkatingslimurin,
andstøðuleiðarin seinastu seks árini,
forkvinnan hjá Socialdemokratunum,
stjórnmálafrøðingurin. Yrkisheitini eru
mong, sum kunnu setast á hana. Men
hvør er kvinnan og hvussu hevur hon
borið seg at?
Fødd borgarlig
Helle Thorning Schmidt er í mangar
mátar eitt barn av síni samtíð. Í henni
býr ein staðfesting av samfelagsligu
broytingunum, sum eru hendar kring
hana upp gjøgnum árini. Hetta kemur
til sjóndar persónliga eins væl og
politiskt.
Helle Thorning Schmidt er skils
missubarn og hevur tvey eldri systkin.
Beiggjan Henrik og systrina Hanne.
Foreldur teirra vórðu sundurlisin, tá
Helle var 11 ára gomul. Pápin, Holger,
var lektari og búskaparfrøðingur.
Mamman, Grete, var skrivstovustjóri.
Bæði atkvøddu borgarligt. Sostatt er
sosialdemokratiska kósin eitt tilvitað
val og ikki nakað, sum hon hevur fingið
inn við móðurmjólkini.
Í skúlanum var Helle íðin og væl lýdd,
bæði av lærarum og floksfeløgum. Hon
var miðdepilin í flokkinum og tað sæst
aftur í dag, hevur politiski starvsfelagi
hennara, Margrethe Vestager, millum
annað sagt.
– Tá eg síggi hana, hugsi eg, at hon
eisini stýrdi gentubólkinum í flokk
inum, hon gekk í. Tað lýsir av henni,
at hon er von við at vera væl umtókt og
altíð hevur verið tað, hevur Margrethe
Vestager sagt um Helle Thorning
Schmidt við Berlingske Tidende.
Fyrrverandi floksfelagin hjá Helle
Thorning Schmidt, Christina Midjord,
sigur somu søgu við Politiken. Sambært
henni var Helle tann vakra, klóka, stóra,
raska, tvøra og ídna gentan. Samstundis
orkaði Helle ikki fyri at tapa og vildi
gera alt fyri at vinna.
Eftir lokið miðnámsprógv á Ishøj
Amtsgymnasium, fór miðvísa Helle
Thorning Schmidt undir hægri lesna.
Við góða studentspróvnum, 10,7 í
miðal, vóru allar dyr opnar. Valið fall
á stjórnmálafrøði.
Tað var eisini undir lesnaðinum, at
hon møtti manninum, hon er gift við
í dag, Stephen Kinnock. Hetta var í
1992 í Brügge í Belgia, har hon – eins
og Kinnock - gjørdist partur av ein
um sosialdemokratiskum kjakbólki.
Stephen Kinnock hevur, í mun til Helle,
arbeiðarablóð í æðrunum. Hann er
sonur gamla Labour-leiðaran í Bret
landi, Neil Kinnock.
Fýra ár seinni, í 1996, giftust tey
bæði Thorning Schmidt og Kinnock
og seinni sama ár fingu tey fyrsta
barnið. Eisini varð Brügge skift út við
Keypmannahavn, og árið eftir fekk
Helle Thorning Schmidt starv sum
ráðgevi í LO, ein paraplyfelagsskapur
hjá donsku fakfeløgunum, sum eisini
hevur eitt tætt samband við Social
demokratiskaflokkin. Soleiðis gjørdist
høvdini handan Socialdemokratarnar
varug við evnini hjá Helle Thorning
Schmidt.
Vánaligur leiðari
Í 1999 heittu Socialdemokratarnir
á hana, um at stilla upp til Evropa
Parlamentið. Við stuðli frá eitt nú Ritt
Bjerregaard, sum tá var ES-kommiserur,
eydnaðist tað henni at vinna nóg mikið
av atkvøðum til ein sess har. Hetta var
fyrsta politiska fetið móti forsætis
ráðharrastovuni. Heilt stóra lopið kom
í 2005, tá hon tók stríðið upp við Frank
Jensen, sum eisini ætlaði sær at taka
yvir eftir Mogens Lykketoft, sum legði
frá sær sum formaður eftir syndarliga
valúrslitið.
– Eg kann basa Anders Fogh,
segði Helle Thorning Schmidt millum
annað í stríðnum við Frank Jensen. Tað
eydnaðist ikki, men tað eydnaðist at
basa Frank Jensen og formanssessurin
varð hennara. Síðani hevur hon leitt
flokkin gjøgnum tvey fólkatingsval.
Tvey val, har hon sum sosialdemo
kratiskur leiðari hevur dumpað so
dyggiliga. Fólkatingsvalið í 2007 og
tað, sum var hósdagin í farnu viku,
teljast millum lakastu valini hjá
Socialdemokratiet nakrantíð. Í so máta
hevur fyrsti kvinnuligi leiðarin hjá
Socialdemokratiet verið ein vánaligur
Alt bendir á, at Helle Thorning Schmidt verður næsti forsætisráðharrin
í Danmark. Fyrsti kvinnuligi leiðarin í hesum sessinum. Men hvør er
kvinnan, sum sameindi reyða blokkin og síðani stóð á odda í stríðnum
at koppa bláa valdinum í Danmark? Hvør er cafédiddan úr Ishøj, Gucci-
Helle, sum gjørdist leiðarin í arbeiðaraflokkinum? Hvør er mamman
at tveimum børnum, hvørs maður og pápi er í SVEITS stóran part av
árinum? Men mest av øllum, hvør er kvinnan handan avgjørda bráið?
Kvinnan
við
valdinum