Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-23, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 2011síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 110 · 23. september 2011 11 VIKUSKIFTI leiðari. Kortini – og tað er av sonnum merkisvert – hevur tað eydnast henni at savna flokkin og skipað eina alliansu, sum hevur koppað valdsbýtinum í donskum politikki. Reyði sigurin gjørd­ ist veruleiki í farnu viku, tað sama gjørdist persónligi sigurin hjá Helle Thorning Schmidt. Valúrslitið hósdagin 16. september 2011 er eisini krúnan á verkinum í javnstøðustríðnum, vilja nøkur vera við. Gucci-Helle Soleiðis sum vegurin til valdið er lýstur omanfyri, sær tað næstan lætt út. Sambært fyrrverandi social­demo­ kratiska fíggjar­málaráð­harr­anum, Knud Heinesen, hevur tað tó verið alt ann­að enn lætt. – Eg havi kent allar sosial­demo­ kratisku floksformenninar síðani Viggo Kampmann (Formaður 1960-1962, blðm.). Eftir mínum tykki hevur eingin teirra verið undir so ógvusligum trýsti per­sónliga, politiskt og tá tað kemur til fjølmiðlar, sum Helle Thorning Schmidt. Og eg ivist í, um nakar teirra hevði staðið betri móti trýstinum, enn hon. Helle er treisk og djørv, næstan óttaleys. Tað er ein ótrúliga styrki hjá einum politikkara, segði 78 ára gamli Knud Heinesen við Politiken herfyri. Trýstið, Knud Heinesen, sipar til stavar frá so mongum. Siðbundnir fólksligir fordómar um, at sosialdemokratar eru arbeiðarar og hoyra til fyrstu trinini á stættarstiganum, er ein. Eitt nú hevur Helle Thorning Schmidt ongantíð dult yvir, at hon gongur høgt upp í sína útsjónd og síni klæði. Floksfelagi henn­ ara, Freddy Blak, rópti hana einaferð Gucci-Helle. Tá spann øði í hana: »Du skal kraftedeme ikke gå rundt og kalde mig for Gucci! Bare fordi jeg ikke går rundt og ligner sådan en pose lort som dig«, vóru greiðu boðini til Freddy Blak. Eyknevnið hevur tó hingið við síðani. Tí kann Kristeligt Dagblad í einum portretti av Helle Thorning Schmidt bein­rakið siga: »Hun har klasse, men ikke så meget arbejderklasse«. Helle er eisini øðrvísi enn undan­ gongumenn hennara á so mongum øðrum økjum. Undir valstríðnum hevur tað ivaleyst verið politikkur á skránni alt samdøgrið, men annars dámar henni væl »Vild med dans«, »X-Factor«, »Friends« og »Matador« hon lesur »Harry Potter«, lurtar eftir »Coldplay« og »Bruce Springsteen«. Danska blaðið Politiken staðfestir somuleiðis, at tað er ein sannroynd, at Helle Thorning Schmidt hellir meira til amerikanska sjónvarpsrøðir enn franskar filosoffar. Við øðrum orðum er hon meinlík so mongum øðrum, og tann myndin stendur í beinari andsøgn við ta myndina, fjølmiðlabrúkarin ofta fær av Helle Thorning Schmidt. Helle Thorning Schmidt hevur eis­ ini havt trupulleikar á so nógvar aðrar mátar. Óskil í skattaviðurskiftum hjá manninum, óskil í egnum skatta­papp­ írum og óskil í samband við leigumál av bili, eru bara trý onnur dømi, sum fjøl­miðlarnir hava varpað ljós á, og sum á ongan hátt hevur tænt Helle Thorning Schmidt. Men hóast mótbrekku, mótvind og nakrar framman á, er Helle Thorning Schmidt kortini komin heilt niðan á tindin. Orsøkin til hetta er, sambært Kristeligt Dagblad, fyrst og fremst familjan. Saman við børnunum, mann­ inum, mammuni og teimum nærmastu løðir hon battaríini og savnar styrki. Hetta hevur hjálpt henni niðan á tindin – og hetta skal stuðla henni, nú tindurin er hennara. Navn: Helle Thorning Schmidt Fødd: 14. december 1966. Útbúgvin: Cand.scient.pol. Limur í Europa Parlamentinum 1999-2004. Formaður í Socialdemokraterne síðani 2005. Nevndarlimur í danska tjóðbankanum síðani 2005 Gift Stephen Kinnock í 1996, sum hon hevur tvær døtrar við Fakta Helle Thorning Schmidt arbeiðir í løtuni við at skipa eina reyða stjórn, eftir at tað eydnaðist Socialdemokratunum SF, Radikale Venstre og Enhedslisten at vinna valdið frá bláa blokkinum mynd: polfoto