Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-23, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 2011síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

nr. 110 · 23. september 2011 16 VIKUSKIFTI Val Jóannes Hansen post@sosialurin.fo Annan týsdag, 4. oktober, verður farið undir nýtt arbeiðsár í fólkatinginum, og harvið verður punktum sett fyri val­ inum til Fólkatingið, sum varð útskrivað 26. august og hildið 15. september. Edmund Joensen og Sjúrður Skaale fara henda dagin til arbeiðis í danska parla­mentinum. Teir hava báðir boðað frá, at teir fara at brúka alla sína tíð upp á fólkatingsarbeiðið, og at teir tískil ikki fara at stilla upp aftur til løgtingið. Sjúrður Skaale er fyrsti javnaðar­ maður, sum er valdur í fólkatingið síð­ ani á valinum í 2001, og hetta er fyrsta ferðin síðani á valinum í 1981, at Sam­ bandsflokkurin og Javnaðar­flokk­urin eiga fólkatings­umboðini. Hósdagin í síðstu viku vann Sam­ bands­flokkurin fyrra mannin við 30,8 prosentum av atkvøðunum. Hetta er besta úrslitið hjá Sambandsflokkinum síðani 1977, tá ið Pauli Ellefsen var í hædd­ini, og Sambandsflokkurin vann fyrra mannin við 31,7 prosentum av at­kvøðunum. Luttøkan Valluttøkan hesa ferð var 58,9 prosent. Talan var um lága luttøku, tá ið sam­ mett verður við trý tey undanfarnu valini – 66,8 í 2007, 72,7 í 2005 og 79,5 í 2001. Luttøkan í 2001 var tann hægsta, sum hon nakrantíð hevur verið á fólka­ tingsvali í Føroyum. Lægsta luttøkan frammanundan hós­degnum í síðstu viku var 12. desember í 1990, tá ið 54,2 prosent vóru á fólka­tingsvali. Lægsta luttøkan sein­astu hálvu øldina var í 1966, tá ið 48,8 pro­sent vóru á fólkatingsvali fimm vikur eftir, at løgtingsval hevði verið. Persónligu tølini Merkisvert var tað, at persónliga at­ kvøðutalið hjá toppskorarunum hesa ferð ikki var í nánd av tí, sum tað hev­ur verið nógvu tey seinastu árini. Hesa ferð var Edmund Joensen valdur við 1578 per­sónligum atkvøðum, og Sjúrður Skaale varð valdur við 1539 per­són­ligum atkvøðum. Tað er ongantíð komið fyri seinastu hálvu øldina, at ikki í hvussu so er annar av fólkatingsmonnunum hevur fingið fleiri enn tvey túsund atkvøður. Tann, sum er valdur við flestum per­ sónligum atkvøðum, er Óli Breckmann, sum í 1998 fekk 3.980 persón­ligar atkvøður. Hetta er tó ikki hægsta per­ sónliga atkvøðutalið á fólka­tings­vali. Finnbogi Ísakson var einsamallur á tjóð­veldis­listanum í 1988. Hann fekk 4.434 per­sónligar atkvøður, men hann varð ikki valdur. Triði hægsta persón­ liga atkvøðutalið á fólkatingsvali var tað hjá Jóannes Eidesgaard í 2001, tá ið 3.689 atkvøddu fyri formanninum í Javnaðarflokkinum. Jóannes var fólkatingsmaður 1998-2001, men hóast framúr persónliga atkvøðutalið, so eydnaðist tað ikki Javnaðarflokkinum at endurvinna sessin í 2001. Fjórði hægsta talið av persónligum atkvøðum er 3.681. Við hesum talinum vórðu Pauli Ellefsen og Óli Breckmann valdir í ávikavíst 1979 og 1987. Sammetingin Síðsta fríggjakvøld hevði Sosial­urin yvirlit, sum vísti, hvussu ting­manna­ býtið hevði verið, um valið í síðstu viku var løgtingsval og ikki fólka­tings­ val. Sambandsflokkurin og Javnaðar­ flokkurin fingu tilsaman 51,8 prosent av at­kvøðunum, og 10+7 av 33 ting­ monn­um. Sjálvandi skulu fyrivarni takast í slíkari sammeting. Eitt nú at smáu flokk­arnir ikki fáa somu undirtøku á fólka­tingsvali sum á løgtingsvali. Í 1998 var fólkatingsval 11. mars og løgtingsval 30. apríl. Talvan vísir, at av stóru flokkunum var tað bara Tjóðveldi, sum hevði framgongd (+2,9%). Hetta var fyrsta valið hjá Høgna Hoydal. Aftur­gongdin var serliga stór hjá Fólka­ flokkinum (-5,6%). Miðflokkurin luttók ikki í fólkatingsvalinum. Á løg­tings­ valinum fekk hann 4,1%. Undirtøkan hjá Sjálvstýrisflokkinum var tann sama á báðum valunum. Fólkatingsval var 20. november 2001, og løgtingsval var 30. apríl 2002. Stóru frávikini millum hesi bæði valini vóru, at Sjálvstýrisflokkurin næstan trí­faldaði undirtøkuna, at Miðflokkurin næstan tvífaldaði undirtøkuna, og at undir­tøkan hjá Javnaðarflokkinum mink­aði við 2,5 prosentum. Løgtingsval var 20. januar 2004, og fólka­tingsval var 8. februar 2005. Størstu framgongdina høvdu Fólka­ flokkurin (+3,5%) og Tjóðveldi (+3,7%). Afturgongdina høvdu Sam­bands­flokk­ urin (-2,3), Sjálvstýris­flokkurin (-2,2), Miðflokkurin (-1,9) og so vóru tey 2,4% at býta, sum Hin stuttligi flokkurin fekk á løgtingsvalinum í 2004. Fólkatingsval var 13. november 2007, og løgtingsval var 19. januar 2008. Sjálv­stýrisflokkurin (+3,7%) og Mið­ flokk­urin (+1,6%) høvdu fram­gongd, og hinir flokkarnir høvdu afturgongd. Tá ið fólkatingsval var í síðstu viku, vóru trý ár og átta mánaðir síðani, at føroyingar síðst høvdu verið á løgtings­ vali ella fólkatingsvali. So long tíð hevur ongantíð áður verið millum tvey val. Tí er tað ikki so upplagt at sammeta løgtingsvalið í 2008 og fólkatingsvalið í 2011. Men broytingarnar eru øgiligar: Sambandsflokkurin hevði framgongd upp á 9,8 prosent, Javnaðarflokkurin hevði framgongd. Fólkaflokkurin og Tjóð­velisflokkurin gingu aftur, og smáu flokk­arnir gingu nógv aftur. Tølini siga, at tað er rættuliga sann­ líkt, at Sjálvstýrisflokkurin og Mið­ flokk­urin fara at standa seg betri á løg­ tings­valinum í heyst, enn teir gjørdu á fólkatingsvalinum í síðstu viku. Hvussu tað verður við gongdini hjá stóru flokkunum ber ikki til at gera nakra niðurstøðu um út frá tøl­unum í talvuni. At serliga Tjóðveldi kennir seg hava sæð gula kortið og á løg­ tings­valinum fer at spenna seg út fyri at endur­vinna tað, sum varð mist á fólka­tings­valinum, er so upplagt. Á valinum í síðstu viku vóru sofa­ veljararnir 41,1%. Ivaleyst fara fram ímóti trimum fjórðingum av teimum á løgtingsval, og tað fer at hava stóran týdning fyri úrslitið, hvat tey, sum nú fara at reisa seg úr sofuni, fara at at­ kvøða fyri. Fólkatingsvalið var á fleiri økjum sermerkt, og tá ið tølini millum fólkatingsval og løgtingsval verða sammett, so siga tey bara, at smærru flokkarnir hava lakari undirtøku á fólkatingsvalum enn á løgtingsvalum Tølini tiga um framtíðina VAL OG TØL A 26,9 21,3 20,5 20,8 20,6 24,1 20,5 20,1 19 B 21,8 18 27,3 26 23,7 21,4 23,5 21 30,8 C 22,7 21,9 23,4 20,9 21,8 22,2 20,4 19,3 21 D 7,7 7,7 1,6 4,4 4,6 2,4 3,5 7,2 2,3 E 20,9 23,8 24,9 23,7 21,7 25,4 25,4 23,3 19,4 K 2,4 0,7 H 4,1 2,2 4,2 5,2 3,3 6,8 8,4 4,2 FV 1998 LV 1998 FV 2001 LV 2002 LV 2004 FV 2005 FV 2007 LV 2008 FV 2011 Fólkatingsval og løgtingsval 1998-2011