Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-23, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 2011síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 110 · 23. september 2011 15 VIKUSKIFTI hetta nakrar ferðir áður, so hann greiddi frá, hvussu leikur fór fram. Svongd var komin á okkum. Og við tað at »Jensens Bøfhus« lá beint yvir av, hildu vit yvir at biðja um borð. Men av tí at bíðitíðin var ein til tveir tímar, var avgjørt at fara aftur til Scandic Hotel at fáa okkum ein bita og hvíld, áðrenn farið var út á sjálvt festivaløkið. Vit høvdu sett okkum fyri at lurta eftir Texasbúgvanum úr USA, Dickie Lee Erwin og føroyinginum Stanley Samuelsen, sum framførdu í tí, tey kalla »Tuborgteltinum« frá kl.16.00 til kl.17.00. Eftir at hava leigað okkum ein minibuss, hildu vit avstað. Men sum Columbus á sinni, so endaðu vit á skeivum stað. Tá ið vit vóru sett av, vóru vit á økinum, sum kallast »Udelukket«, har bert húsvognar í alskyns útgávum, sum vóru komnir til countryfestivalin, høvdu sín basa. Hetta økið lá nakað burtur frá »Indelukket«, har sum festival­urin liggur. Onkur helt fyri, at festi­valurin lá aftanfyri skógarøkið, sum lá aftanfyri húsvognaøkið. Til alla lukku spurdu vit okkum fyri, og fingu at vita at vit vóru komin til skeivt øki. Vit fingu at vita, at bussruta var hvønn tíma inn á festivaløkið. Men hetta høvdu vit ikki stundir til. Og so at fáa fatur á einum minibussvogni at koyra okkum aftur inn til »Indelukket«. Hetta var ikki lætt, og bíðitíðin bleiv tí long. Tá ið vit blivu sett av við »Inde­ lukket«, kendi eg meg aftur. Mín fyrr­ ver­andi kona hevði sum ung í 1964 gingið á Silkeborg Húsarhaldsskúla. Hon hevði valt hetta stað, tí hon hevði eina ommusystur, sum búði tætt við »Indelukket«. Seinni vóru vit fleiri ferðir í Silkeborg í sambandi við summar­feriu, og høvdu spákað fram við »Gudenåen« ella »Silkeborgsjógvarnar«, sum hon eisini verður nevnd. Nú gekk eg á sama stað, í heilt øðrum ørindum, tí nú skuldu vit á countryfestival. Vit koma so til »Tuborgteltið«. Av tí at vit vóru seinkað, fingu vit bara um endan av framførsluni hjá Dickie Lee og Stanley, sum settu festivalin í gongd úti á økinum. Og sigast má um Dickie Lee, at hann hoyrist, tá ið hann syngur. Og ein skilur, hvat hann syngur um og verður ikki køvdur av instrumentum. Teltið var fult av fólki, og fólk sóu út til at hugna sær almikið. Í teltinum vóru borð við benkrum sett upp, so tú kundi sita og lurta eftir framførsluni. Frammanfyri pallin var eitt dansigólv, sum fyri tað mesta bleiv nýtt til »Linedance« framførslur og upplæring í »Linedance«. Eftir hesa framførslu, fóru nakrir »Linedansarar« út á gólvið at vísa síni kynstur. Vit fóru so at ota okkum oman til tann stóra pallin. Á vegnum liggja ymiskar sølubúðir, har tú kundi keypa tær mat, cowboy útbúnað, fløgur og LP-plátur. Sama konsept, sum Mervyn Conn setti upp í 1968, tá ið fyrsti Wembley Arena Country festivalurin, sum bleiv hildin í London, og sum nú er ein stórur partur, sum vesturheimurin hevur tikið til sín. Ja, sjálvt Nashville hevði ongan festival tá. Teir fingu sín Fan Fair í 1972. Alt fylgið var komið oman til teltið, har armbond skuldu festast á okkara handlið, so vit kundu sleppa inn til stóra pallin og framførsluøkið. Har stóð ein long rekkja av skandinavum og týskarum, sum skuldu býta síni atgongumerkir um við armbond. Hallur fór yvir og tosaði við ein av fyri­reik­ arunum og vísti honum eitt skriv. Vit blivu so førd ígjøgnum, uttan arm­bond, frammanfyri einari undrandi manna­ múgvu. Gud viti, hvørji tey hildu hesi fólkini verða, sum bara kundu spáka ígjøgnum uttan armband, og so ikki stilla seg upp í rekkjuna. Har sum stóri pallur er, hava teir ruddað eitt náttúrulendi av træ­vøkstr­ inum burtur, og hava gjørt træbenkur til at sita á inn í lendi. Og við breiðum gongutrappum ímillum benkurnar, so man situr líka sum í einum Amfiteatri, sum grikkar høvdu. Man hevur gott útsýnið yvir pallin, og økið frammanfyri hevur dansigólv at dansa á, ímeðan framførslurnar eru. Tá ið vit komu oman til økið, var tað ein danskur bólkur, sum eitur »Mr. Jack and the Daniels«, ið byrjaði á stóra palli. Vit fingu okkum pláss, ímeðan Hallur fór saman við tónleikarunum aftur um pallin at fáa armbond fest á handliðini. Karl Sofus og eg blivu sitandi eftir. Tá ið Hallur kom aftur, fingu vit at vita, at neyðugt var við armbandi til okkum báðar. Vit skuldu hava armbond, har »pressa« stóð á. Og tað skuldi Allan Samuelsen skaffa okkum. Vit vóru nú komnir inn við ongum armbandi. So nú var at halda seg innanfyri, til vit fingu samband við Allan. Vit sótu og hugnaðu okkum, og hugdu at allari hesari mannarúgvuni av kvinnum og monnum. Øll ílatin cowboy­búna. Ein partur gekk við troyggj­um, sum vístu frá hvørjum line­ dance klubba, tey komu frá. Eisini vóru bólkar av kvinnum og monnum, øll líka ílatin, sum eisini hava hoyrt til ein klubba. Hesir linedansarar framførdu dúgliga framman fyri pallin. Vit keyptu eina øl ella cola fyri at køla okkum av í hitanun. Karl Sofus royndi at fáa myndir av hesum ymisku íkløddu fólkunum í filkassan. Har gingu kvinnur við cowboyhatti, leðurjakka við frynsum og strømmum cowboybuksum. Onkur av teimun var so djørv, at hon hevði patrón­belti saman við einum Colt 45 revolvara við lið. Hetta helt eg verða eitt sindur yvirdrivið. Og mennirnir, teir gingu eisini í fullum »outfit«. Ein partur gekk við longum regnfrakka. Høvdu eisini sheriff-stjørnu á bringuni og belti við einum Colt 45 revolvara og patrónum við leysum krúti. Hesi uml. 20-30 fólkini fóru niðan í bakkan rundan um økið. Og hvørja ferð ein framførsla skuldi setast í gongd, soo skutu tey alt í gongd við leysaskoti upp í loft, so krútroykur stóð um alt økið. Tú sá eisini fólk, sum gingu ílatin sum yvirklassafólk í »The Wild West«. Har vóru borgmeistarar við frú. Bank­ direktørar við frú. Hetta var stuttligt at síggja. Men virkaði eitt sindur yvir­ drivið. Orsøkina skal ein finna í teimum mongu linedance klubbunum, sum eru í Norðurlondum, har hesin kulturur verður nógv dyrkaður. Eg saknaði ektaðar indianarar í fullari krígsmáling. Og indianarahøvdingar við fullum fjøðurprýði á høvdinum. Og har var eingin suðurstats- ella norðurstatssoldatur ella generalur, sum gekk ímillum fólkið og vísti okkum ein part av søguni hjá USA. Á Wembley í 1978 hevði Mervyn Conn syrgt fyri, at nøkur av hesum fólkum gingu á festivaløkinum, so at tú kundi fáa tikið mynd av tær saman við einum ektaðum indianarahøvdingi ella einum generali frá borgarakrígnum. Stóra navnið á festivalinum var Lorrie Morgan. Hon var komin úr USA við sínum sjey mans stóra tónleikabólki og skuldi enda kvøldið. Hon er ikki so kend her heima hjá okkum, men nógv var væntað av henni hjá tí donsku áhoyrarafjøldini. Lorrie Morgan er ikki hvør sum helst í country høpi. Hon er dóttir George Morgan, sum lá nr.1 í Nashville við sangi sínum »Candy Kisses« í 1949, til Hank Williams trokaði hann av trónini við sanginum »Lovesick Blues«. Hon er fødd 27. juni 1960. So hon var 51 ár, nú hon framførdi á palli. Hennara stílur er tann sami, sum man hoyrir úr Nashville í dag. Nógvir tónleikarar, og ein reikan aftur og fram á palli. Hon heldur sær væl. Hevur átt 2 børn. Hevur verið í trimum hjúnaløgum, har tann eini countrysangarin, Keith Whitley doyði tann 9. maj 1989 av alkohol­ eitran. Vit gjørdu av at sleppa okkum av­stað, áðrenn konsertin við Lorrie Morgan endaði. Tí nú kom eitt lítið æl, og tað var blivið myrkt. Vit fingu fatur á einum hýrivogni, sum koyrdi okk­um aftur á Hotel Scandic. Eg var nú sera troyttur, eftir at hava sitið í uml. 5 tímar á einum træbeinki. So eg slapp mær til songar. Makkarin Karl Sofus, hann setti seg at fáa yvirført tað, sum var komið í filmkassan um dagin, inn á far­telduna. mynd: Jóan P. Hansen mynd: Jóan P. Hansen mynd: Torben Adam