fríggjadagur 23. september 2011síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 110 · 23. september 2011
14
VIKUSKIFTI
1. partur
Oddbjørn Vágslíð
post@sosialurin.fo
Tað stóð mær í boði at koma við Halli
Joensen, nú hann fyri fyrstu ferð
skuldi royna seg á einum Country
Music Festival palli uttanlands, saman
við country tónleikarum úr Danmark,
Noregi, Svøríki, Týsklandi, Onglandi
og USA. Festivalurin skuldi haldast í
»Indelukket« í Silkeborg, Danmark.
Hallur skuldi á pall sunnudagin tann
14-8-2011, frá kl.13.30 til 14.30.
Satt at siga, var eg eitt sindur iva
samur, um eg skuldi fara hesa søguligu
ferð. Eg eri nú komin í pensiónsaldur,
og heilsan er farin at bila. Eg visti ikki,
hvussu eg kom at passa saman við
hesum ungu tónleikaramonnum og
-kvinnum, sum vóru í ferðalagnum.
Men tá ið eg fekk at vita, at Jógvan
Joensen, svigarpápi Hallur, eisini kom
við, tók eg av.
Ein onnur orsøk, sum gjørdi tað,
at eg tók av hesum tilboði, var at vísa
Halli, og ikki minst pápa hansara Karl
Andre Joensen, sum er farin foldum
frá, tann heiður at verða hjástaddur til
hesa stóru løtu, tá ið Hallur fyri fyrstu
ferð skuldi royna seg á einum Country
festivali uttanlands.
Pápi Hallur, Karl Andre, var hýru
vognsførari í Klaksvík. Vit høvdu somu
áhugamál fyri countrytónleiki, og okk
ara felags countrystjørna var Hank
Williams Sr. Av tí at eg ongantíð havi
havt koyrikort, nýtti eg nógv hýruvogn.
Og Karl Andre visti, hvat kassettuband
við Hank Williams, hann skuldi seta í,
tá ið Oddbjørn kom inn í hýrivognin.
Útboðið av Hank Williams LP-plátum
var ikki stórt í plátuhandlunum í Før
oyun. Tó kom nakað av Hank Williams
LP-plátum heim við fiskimonnum úr
Canada og New Foundlandi, og blivu
tær nógv spældar. Hetta vóru alt studio
upptøkur av Hank.
Á ferð til London
Á páskum í 1978 gjørdu eg og Jóanes
Jacobsen úr Uppsølum í Klaksvík ein
søguligan countrytúr til Wembley
Arena í London. Har var ein innandura
countryfestivalur hildin í tríggjar dagar.
Mervyn Conn skipaði fyri hesum tiltaki
á hvørjum ári. Á hesum festivali vóru
35 av tátíðar stóru countrystjørnum
sum framførdu. Nevnast kunnu Don
Williams, Merle Haggard, Kenny
Rogers, Marty Robbins og aðrir. Rundan
um konsertsalin, sum tók umleið12.000
fólk, vóru sølubúðir, sum seldu mat,
cowboy útbúnað og LP-plátur. o.a.
Og her fekk eg hendur á fleiri Hank
Williams plátum, sum eg ikki hevði
hoyrt fyrr.
Men tað besta av øllum var, at eg
kom at kenna enska countryblaðið
»Country Music People«. Og havi eg
verið haldari av hesum blað líka síðani.
Og standa allir árgangirnir í reyðum
ringbindi, sum verður framleitt til
blaðið. Í gjøgnum hetta blað kundi eg
fylgja við, hvat nýtt kom út við Hank
Williams. Og so var at fáa fatur á LP’ini
úr Onglandi ella USA. Og so at fortelja
Karl Andre, hvat nýtt var komið í húsið.
Og so at seta seg at kopiera hesa sangir,
yvir á kasettubond til Karl Andre.
Hallur sigur, at hann minnist eina ferð,
at pápi sín kom inn í køkin hjá teimum.
Í hondini hevði hann eitt kassettuband
við Hank Williams, sum hann kysti og
segði: »Nú skulu tit hoyra«.
Og Hallur man hava lurta væl eftir.
Tí nógvir av yndissangum við Hank,
sum Karl Andre helt av, syngur Hallur
fyri okkum í dag, til gleði fyri seg sjálv
an, og ta stóru fjøld av áhoyrarum,
hann hevur rundan um seg.
Hósdagur 11. august
Eg fekk at vita frá Halli, at eg bleiv
avheintaður hósdagin kl.12.30, og at
vit fóru vestur á flogvøllin við reyða
ferðabussinum hjá honum, við hvít
um cowboyhatti á síðuhurðunum.So
har var eingin ivi, har vit komu, at
her komu tónleikarar, sum høvdu við
countrytónleik at gera.
Við í ferðalagnum úr Klaksvík vóru
countrykongurin Hallur Joensen, kona
hansara Annika, svigarpápin Jógvan
Joensen, guitarleikarin Jóan Petur
Hansen, vanliga nevndur »Beddi«, kona
hansara Sigrid, trummuleikarin Høgni
Klakkstein, Karl Sofus í Heimistovu,
sum er ein av Føroya bestu dokumentar
fotografum. Hann skuldi royna at fáa
hesa søguligu ferð festa á film og fløgu.
Og so Oddbjørn, sum bara skuldi fylgja
við og njóta túrin.
Komnir á flogvøllin, hittust vit við
restina av ferðalagnum, sum komu úr
Tórshavn. Steelguitarleikarin Jákup
Zachariassen, bassguitarleikarin Eyðun
Johannesen og songkvinnan Kristina
Bærendsen, sum syngur kór saman
við Halli. Keyboardspælarin Godtfred
Joensen var staddur í Danmark saman
við konuni, og skuldi koma til konsert
ina sunnudagin.
Manager (fyriskiparin) hjá Halli,
Allan Samuelsen, var saman við unn
ustuni Annie Joensen farin til Silkeborg
frammanundan.
Eftir eina seinking uppá ein hálvan
tíma, var hildið avstað. Og komu vit
til Billund í øllum góðum. Har stóð ein
stórur bussur og tók ímóti okkum og
tónleikaraviðførinum. Vit skuldu gista
á Scandic Hotel í Silkeborg, og var hetta
eitt frálíkt hotell við innandura svimji
hyli, billardborði, og ikki minst fótbólts
spæliborði, sum bleiv nógv brúkt.
Tá ið vit skuldu kekka inn, stóð
ein plattur við tí nýggju fløguni hjá
Halli »Enn stendur hurð mín opin«
frammanfyri reseptiónsdiskin. Hallur
tók eina eskju upp og gav okkum øllum
eitt eintak av fløguni. Og var hann
sjálvandi sera spentur at síggja, hvussu
tað endaliga úrslitið kom at síggja út.
Eftir at vit høvdu kekka inn og funnið
okkara kømur, skuldi tann nýggja fløg
an hjá Halli roynast á fartelduni hjá
Karl Sofus, sum eg hevði kamar sam
an við. Eg legði meg á seingina við
bóklinginum, sum fylgdi við fløguni.
Og bleiv eg stórliga bilsin og ikki sørt
stoltur av, at vit kundu framleiða og
tónleikaliga frambera tílíkt dygdarverk.
Ein føroyskt framleidd countryfløga.
Her eigur Jákup Zachariassen, saman
við yrkjarum, lagsmiðum, tónleikarum,
ljóðblandarum og ikki minst Hallur
stóra tøkk fyri valaverk.
Avtalan var, at vit skuldu hittast
á matstovuni seinni. Vit vóru komin
í seinna lagi, og var matstovan við at
steingja. Men við vælvild frá kokki og
servitrisu, fingu vit ein góðan bita og
fóru troytt til songar. Avtalað var, at vit
skuldu hittast kl. 9.00 til morgunmat
dagin eftir, og planleggja dagin.
Fríggjadagur 12. august
Eftir at hava fingið okkum morgunmat
og planlagt dagin, eitt nú hvat vit skuldu
fara til, var farið avstað við einum
minibussi inn á »Torvet« í miðbýnum
í Silkeborg. Festivalurin skuldi byrja og
undirhald var frá kl.12.30 til 15.30. Síðan
fór alt fylgið so at siga í skrúðgongu
í bilum og til gongu út á festivaløkið
»Indelukket«, sum liggur tætt við.
Vit fóru í góðari tíð inn til miðbýin.
Har vóru teir í ferð við at rigga til á
einum lítlum palli. Borð og stólar vóru
á økinum, so vit tóku nakrar stólar og
settu okkum niður við einari øl.
Kvinnurnar hvurvu inn í handlar,
at hyggja uppá útboðið, og hvat kundi
keypast
heim við. Eg hevði, áðrenn eg fór úr
Føroyum, hugt eftir veðurlíkindunum
í sjónvarpinum. Har var spátt regn
allar dagarnar, so eg hevði tikið mær
oljuklæðir við í viðføri. Nú sótu vit
í miðbýnum í Silkeborg í brennandi
sólskini. Karl Sofus hevði sikkurt hugt
eftir somu veður spámonnunum. Tí
hann hevði ongar sólbrillur við. So
hann fór at keypa sær einar sólbrillur.
Og tað fekk hann eisini. Eftir at hava
verið í samskifti við ein sølusnilling
kom hann út aftur við sólbrillum í
besta »Bono« stíli, og sum kostaðu ein
hálvan bóndagarð.
Eingin av okkum høvdu fyrr verið
á hesum festivali. So vit vistu ikki,
hvussu hetta fór at ganga fyri seg. Men
vit komu skjótt at merkja, at hetta var
nakað serligt. Tí skjótt tusti inn á økið
við kvinnum og monnum í 30 til 70 ára
aldur, íklødd fullan cowboybúna.
Eftir at hava verið við til setan og
hoyrt uppá countrytónleik eina løtu,
komu Allan Samuelsen og unnustan
Annie upp í hópin. Hann hevði roynt
Í august mánaði spældi Hallur Joensen á contryfestival í
Silkeborg. Oddbjørn Vágslíð var við á ferðini og hevur skrivað
ferðafrásøgn. Hetta er fyrsti partur av trimum
Á countryferð
í Danmark