Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-23, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 2011síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 110 · 23. september 2011 13 VIKUSKIFTI Ikki bert ognir, men heim tórshavn Sethús, Poul Juels gøta 18 Nýggj sethús í serflokki. Húsini standa væl fyri í veðurgóða og hugnaliga umhvørvinum í Gundadali. Húsini eru í tveimum hæddum. Í ovaru hæddini er gongd, vesi, køkur við hurð út á terassu, stova, sjónvarpsstova og hjúnarúm. Inn frá hjúnarúminum er baði­ rúm og klædnarúm. Harafturat er grovkøkur við hurð út í ein hjall. Í niðaru hæddini er gongd, trý kømur, baðirúm, kjallararúm, vaskirúm/fýrrúm og bilhús. Niðan fyri húsini er stór flísaløgd terassa. Parkerings­ viðurskiftini eru góð, og húsini hava nakað av útsýni oman í Gundadal. Stutt er til allar hentleikar. Prísuppskot: kr. 4.200.000 Tvíhús í trimum hæddum. Í miðhæddini er gongd, køkur og tvær stovur. Í ovastu hæddini er gongd, fýra kømur og baðirúm. Í niðastu hæddini er gongd, vesi, eitt kamar og kjallararúm. Húsini eru umvæld og klár at flyta inn í. Takið er skift í áttatiárunum. Flestu vindeyguni vórðu skift í 1988. Húsini standa í vesturbýnum, og stutt er til miðbý, skúla, barnagarð og handlar. Í økinum er eitt gott spælipláss til børnini. Sera gott busssamband. Prísuppskot: kr. 1.900.000 Snotilig og sera væl hildin hús í tveimum hæddum. Í ovaru hæddini er durur, gongd, vesi, baðirúm, køkur, stova og tvey kømur. Í niðaru hæddini er sjálvstøðug íbúð. Í íbúðini er gongd, baðirúm, vaskirúm, køkur, tvær stovur og trý kømur. Eisini er hjallur og eitt gott bilhús. Framman fyri húsini er stórur, vakur og væl røktur urtagarður. Sera gott útsýni og sera góð parkeringsviðurskifti. Prísuppskot: kr. 3.100.000 290 536 2 2006 150 124 3 1963 244 983 2 1981 tórshavn Tvíhús, J. Paturssonar gøta 73 tórshavn Sethús, Sundsvegur 15 Nýtt